mikudagur 15. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 198 • 15. okt. 2008
So hoyrdist aftur eitt enn størri
brak og eitt buldur. Vit lupu á
føtur at vita, hvat hetta var.
Stóra træið koppaði
Har lá hetta stóra træið endalangt
í túninum. Tað var brotnað av niðri
við rótina. Tíbetur varð einki hús
rakt. Vit fóru at hyggja at rótini og
sóu, at brotið var heilt frískt.
Teir gomlu, sum vóru farnir
heim, hoyrdu buldrið og komu sam
an við bygdarfólkinum at vita, hvat
ið var hent. Tey undraðust stórliga.
Hetta settu øll í samband við
boðskapin tey høvdu hoyrt. Tey
hildu, at Gud nú hevði víst teimum,
at hann var sterkari enn satan.
Tíðindini um træið fór út til
allar bygdirnar. Ein streymur av
fólki kom at síggja, hvat ið var
hent, og at síggja træið, sum
fólk høvdu tilbiðið í øldir, liggja í
túninum.
Nógv fólk vóru komin til Garda,
tí elsti maður í bygdini var deyður,
og hesi fólkini komu í sorgarhús.
Um morgunin stóð eg uppi á
rótini á trænum og talaði Guds
orð fyri eini stórari mannamúgvu,
sum var eini 3.000 fólk.
Shamebo: Gentan lík
tist ikki menniskja men
kom kortini fyri seg
Ein dagin spurdi tey: “Tá ið Gud
kann fella hetta træið, kann
hann so eisini lekja sjúk?” “Jú,
tað kundi hann,” var svarið. Tey
søgdu mær nú frá ungari gentu,
sum hevði verið sjúk í mong ár.
Hon hevði ikki talað orð í langa
tíð og fekst ikki at eta, tá ið fólk
vóru hjá.
Vit fóru nú til smáttuna, har
gentan lá. Smáttan var lítil og
fátækslig. Eg ógvaðist við, tá
ið eg sá gentuna liggja á mold
gólvinum. Andlitið og allurin
kroppurin vóru uppsvølpað, so
hon líktist nærum ikki einum
menniskja.
Eg fór inn í smáttuna. Eg tosaði
við hana og las Guds orð fyri
henni. Tá svaraði hon aftur og
tosaði fyrstu ferð í langa tíð.
Vit bóðu fyri henni og løgdu
hana í Guds hond. Síðan fóru vit
við henni til klinikkina á missións
støðini í Gidole. Her fekk hon
viðgerð í tveir mánaðir. Tá var
hon fullkomiliga frísk bæði til
likams og sálar. Hon gjørdist
eisini kristin.
Fólk komu úr bygdunum til
klinikkina bert fyri at síggja hana.
Tey vóru stórliga bilsin at síggja
hana ganga um fríska og ferðuga.
Shamebo: Bjargaður
av sólamyrking
Eg havi sitið í fangahúsi í Yrga
lem og var fongslaður fyri Kristi
skuld. Ein dagin var eg tikin til
forhoyr i rættinum. Eg var spurdur
um ymiskt í samband við mítt
virki sum evangelistur. Teir spei
róku meg og hildu meg fyri spott.
Alt í einum fór at skýma, hóast
hetta var mitt á degi. Teir, sum
forhoyrdu meg, vóru so skelkaðir,
at teir sleptu mær leysum og róku
meg eisini á dyr sum skjótast. Teir
hildu hetta vera Guds dóm. Tá var
hetta ein sólarmyrking, sum teir og
heldur ikki eg vistu av!”
Hetta var frásøgnin hjá Sham
bero. Eg havi sjálv upplivað
sólarmyrking uttan at hava vitað
av henni frammanundan. Eg
var tá sjúk í øðrum eyganum
og gekk við bindi fyri tí. Meðan
eg arbeiddi gjørdist myrkt fyri
hinum eyganum, og eg var
bangin fyri, at eg var við at blíva
blind. Eg fór útum og fann útav,
at hetta var sólarmyrking, sum
fólk vóru komin nógva staðni
frá, eisini útlandinum sum
Amerika og Europa, at hyggja at.
Sólarmyrkingin “sást” serliga væl
á hesum leiðum.
Trøllkonan Sui
Ein partur av søguni hjá Shamebo
er eisini søgan um Sui. Eg kom
at kenna hana, tá ið eg arbeiddi
á sjúkrahúsinum í Gidole 1969
71. Hon var lág av vøkstri og
hevði við framferð síni ein ávísan
myndugleika við sær.
Hvønn morgun vóru andaktir
hildnar uttanfyri klinikkina á
sjúkrahúsinum. Millum onnur
hevði Sui eisini andakt. Sui
hevur góðar gávur. Hon dugur
seks stammumál, og hetta ger
hana sera væl fyri í hesum
virkseminum. Fólk komu ymsa
staðni frá, og tey tosaðu ymisk
mál. So gekk hon runt og samtal
aði við tey á teirra egna máli.
Sui hevði ikki altíð verið kristin.
Hon er fødd umleið 1930 í Bore.
Hetta er ein bygd, sum liggur
um 3.000 metur omanfyri havið,
einar 800 metur hægri uppi enn
missiónsstøðin í Gidole.
Foreldur hennara og øll har um
vegir vóru heidningar. Hon hevði
frá barnaárum fylgt foreldrunum
til satantænastur. Tey vóru sett
av illum andum. Eisini tilbóðu og
ofraðu tey til stokkar, steinar, trø,
fossar, slangur og annað.
Hon var tískil á ungum árum
trøllkona og í tænastu hins ónda,
men kom til trúgv á Jesus fyri
mongum árum síðani. Tað var
júst Shamebo, sum fyrstur kom til
bygdina haðani hon var ættað, at
prædika Guds orð, og hann førdi
hana til Jesus.
Var kona nummar fýra
Fyrstu ferð, hon hoyrdi gleðiboð
skapin, var hon gift við einum
manni, sum hevði fýra konur. Hon
var ikki noydd at gifta seg við hon
um. Hetta vildi hon sjálv. Hon vildi
heldur giftast við einum væhav
andi manni enn at ganga allar
sínar dagar og stríðast og strevast.
Tað var ikki við mildum orðum,
at Sui tók ímóti Shamebo, tá ið
hann kom at boða hendan nýggja
boðskapin í Bore. Sui kendi, at her
var komið nakað nýtt, sum henni
ikki dámdi. Hon var ill og vildi ikki
fara at lurta eftir Shamebo.
Hon bað hann sleppa sær
burtur aftur. “Ert tú eitt konufólk,”
segði hon við hann.
“Hví arbeiðir tú ikki sum aðrir
menn í staðin fyri at ganga runt
og drekka kaffi?”
“Eg havi seks gudar, sum eg
trúgvi á,” segði Sui, “og maður
mín hevur 63 gudar. Hvat er hetta
fyri ein gudur, sum tú kemur og
boðar okkum?”
Sui átti eitt lítið barn sum lá
sera sjúkt á gólvinum. “Um so er,
at tú eigur seks gudar og maður
tín hevur 63, hví hava teir ikki
hjálpt barninum hjá tær?” spurdi
Shamebo.
Hóast hann fekk eina so óblíða
móttøku, gavst Shamebo ikki at
vitja Bore.
Sum frá leið gjørdist hon eitt
sindur forvitin. Loyniliga nærkað
ist hon plássinum, har fólkið
lurtaði eftir Shamebo. Úrslitið
varð eisini, at hon gjørdist gripin
av orðinum og bleiv ein kristin.
Vrakaði allar sínar
gudar
Tískil vrakaði Sui allar sínar gudar
og fór at trúgva á Jesus. Nakrar
dagar seinni doyði barnið. Sui
gjørdi tá framvegis, sum heidn
ingarnir vóru vanir. Hon stroyddi
mold í hárið og smurdi runu um
alt andlitið. Tá ið Shamebo sá
hetta, segði hann við Sui: “Hvat
er hetta tú gert? Hetta er jú siður
hjá heidningum, og tú sigur teg at
vera kristna.” Síðan rættir hann
henni sápu og biður hana fara
oman í ánna at vaska hetta av
sær, og tað gjørdi hon so.
Hon fór heim í heimbygd sína
og fór at vitna fyri manni sínum
og hinum sum vóru har. Men tey
slerdu bert alt uppí glens.
Tað bleiv ov mikið fyri hana
framvegis at liva uppi í heiðin
skapinum, har djevladyrkan
fór fram. Hon fór tískil heim til
mammu sína í Bore.
Hon gekk tá við barni undir
belti. Hon fekk eina gentu, sum
gjørdist sjúk. Tá komu fólk til
hennara og søgdu, at nú mátti
hon ofra til Satan og gomlu gudar
nar, so at barnið kundi gerast
frískt aftur. Hesum noktaði hon
sjálvsagt fyri.
“Um tú ikki gert, sum vit siga,
og barnið doyr, so skal tú sleppa at
jarða tað sjálv”, søgdu tey. Hetta
var ein verulig hóttan. Tað var ein
vanæra um bygdarfólki ikki vildi
hjálpa til við eini jarðarferð. Men
tað helt Sui, at trúboðararnir fóru
at hjálpa henni við, um tað skuldi
enda so. Gentan gjørdist tó frísk
aftur. Sui átti fleiri børn, sum doyðu
sum smá. Hendan genta vaks tó
upp og gjørdist sjúkrasystir.
Ein beiggi Sui var blivin kristin
áðrenn hon. Síðan eru bæði
mamman og øll systkini blivin
kristin og eru blivin evangelistar.
Sui hevur eisini verið framúr íðin í
tænastuni at bera gleðiboðskapin
út til bygdirnar á Gidole leiðini.
Hitti fyrrverandi
trølkonuna aftur
Jorunn Hamre, norskur trúboðari,
hevur verið í Etiopia í nærum
50 ár. Hon er har enn eysturi í
landinum, 77 ára gomul. Hon var
eitt skifti í Gidole. Hon og Sui
abeiddu væl saman. Tær hava
mangan verið úti í bygdunum
fleiri dagar í senn og havt bíbliu
skeið fyri kvinnunum.
Fyri nøkrum árum síðani var
Sui eina ferð í Noregi. Hon hevði
møtir ymsa staðni, og Jorunn
tulkaði hana. Í Noregi man Sui
hava verið í skóm. Annars dámdi
henni best at ganga berføtt.
Jorunn hevur eisini skrivað eina
áhugaverda bók um Sui.
Fyri einum ári síðani flutti
Sui frá Bore. Hon býr nú
um ein kilometur niðanfyri
missiónsstøðini. Har bygdi hon
sær eina snotiliga smáttu. Staðið,
har smáttan stendur, var fyrr nýtt
til satandyrkan. Hon segði frá, at
tá ið fólkini har rundan um frættu,
at hon ætlaði at byggja á hesum
staði, vóru tey skelkað og ráddu
henni frá at gera tað, tí har búðu
illir andar. Men ikki bilaði!
Sjálv havi eg ofta verið uppi í
Bore, har Sui búði, har eg havi
vitjað hana, tá ið eg havi haft
kvinnumøti har.
Hungur er eitt hvast svørð
Shamebo prædikar