mikudagur 15. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 15. oktober 2008
17
Stutt Sagt
Forsetin
útsett ferð
Íslendski forsetin, Ólafur
Ragnar Grímsson, hevur í
samráð við stjórnina í
Reykjavík gjørt av at
útseta eina ferð til Týsk
lands. Talan er um eina al
menna vitjan, sum upp
runaliga
skuldi
verða
seinni í hesum mánaði
num, men orsakað av um
støðunum í Íslandi verður
vitjanin útsett fyribils.
Týski forsetin, Horst Köhl
er, fekk boð um útsetingina
í gjár, skrivar Morgun
blaðið.
Ólafur
Ragnar
Grímsson hevði trupul
leikar við heilsuni herfyri,
tá hann bleiv lagdur inn á
sjúkrahús við hjartatrupul
leikum.
Norðmenn
keglast
um Irving
Bretski
rithøvundurin
David Irving, sum er kend
ur fyri sínar umstríddu
bøkur um seinna heims
bardaga, hevur elvt til
øsing í Noregi. Irving var
boðin á eina bókmenta
hátíð, sum verður í Lille
hammer næsta ár, men
aftan á fleiri mótmæli
tóku fyrireikararnir inn
bjóðingina aftur.
Trupulleikin er bara, at
nú sigur David Irwvng, at
hann fer til Noregs, sama
um hann verður boðin
ella ikki. Í einum teldu
brævi til eitt norskt blað
skrivar hann, at hann hev
ur gjørt av at fara til Lille
hammer, men at ferðin
má haldast loynilig, tí hon
kann hótta trygdina, skriv
ar hann. Hann skrivar eis
ini, at hann ætlar at leiga
eitt rúm og at halda fyri
lestur har.
David
Irving
hevur
skrivað fleiri bøkur, har
hann roynir at avsanna
jødatýningina hjá nazist
unum undir seinna heims
bardaga. Millum annað
hevur hann skrivað, at
eingir gassklivar vóru í
Auschwitz. Fyri nøkrum
árum síðani varð hann
dømdur trý ára fongsul í
Eysturríki fyri at hava
avnoktað jødatýningina.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Vit mugu gevast við at leggja okkum út í viðurskiftini hjá
hvør øðrum og heldur samstarva í stríðnum ímóti yvurgangi
(russiski sendiharrin í Noregi)
útlond
Eftir teimum nýggj
astu meininga
kanningunum er
Barrack Obama
langt framman
fyri John McCain í
forsetavalstríðnum
Barack Obama hevur tryggj
að sær eina sera góða støðu
nú bara fáar vikur undan
forsetavalinum í USA. Sam
bært teirri nýggjastu mein
ingakanningini, sum CNN
og The New York Times
hava
latið
gera,
hevði
Obama fingið 53 prosent
av atkvøðunum, var forseta
valið í dag. McCain hevði
fingið 39 prosent. Saman
borið við eina tilsvarandi
kanning fyri einari viku
síðani er munurin vaksin
trý prosentstig.
Ein onnur kanning, sum
Los Angeles Times og
Bloomberg almannakunn
gjørdu í gjár, gav Obama
50 prosent og McCain 41.
Veddingarfelagið Intrade
sigur, at Barrack Obama fer
at vinna í teimum statunum,
sum John Kerry vann í í
2004. Harafturat fer hann at
vinna í Virginia, Ohio,
Florida, Colorado, Nevada,
Iowa, New Mexico og í
Missouri,
sigur
Intrade.
Niðurstøðan hjá felagnum
er, at tað er 78 prosent sann
líki fyri, at Obama vinnur
forsetavalið. Vinnaramøgu
leikin hjá McCain er 22
prosent.
Intrade hevði eisini eina
forsøgn um, hvussu valið í
2004 fór at ganga, og úr
slitið bleiv, júst sum felagið
hevði sagt í hvørjum ein
asta stati, skrivar The New
York Times.
Kanadiska
stjórnin
afturvald
Stephen Harper heldur
fram sum kanadiskur
forsætisráðharri aftan
á
tjóðartingsvalið
í
gjár.
Tann
konservativi
flokkurin hjá Stephen
Harper fekk 143 ting
limir á valinum í gjár.
Tað eru 16 fleiri enn
undan valinum, men
kortini ikki nóg mikið
til at útvega flokkinum
meiriluta. Til tess krevj
ast minst 155 tinglimir.
Avbjóðarin til for
sætisráðharraembætið,
Stephane Dion, hevði
eitt vánaligt val. Flokk
urin fekk 77 umboð á
ting og misti sostatt 18
tinglimir. Tann nýggi
demokratiski flokkurin
hevði
harafturímóti
framgongd.
Í India eru umleið
50.000 kristin ikin
frá húsi og heimi og
halda nú til í kirkjum
og flóttafólkalegum
Sambært myndugleikunum
hevur stríð millum hinduar
og kristin í India kravt
minst 59 mannalív ella
offurlomb, sum teir kristnu
kirkjuleiðararnir rópa tey
deyðu.
Umleið 2,5 prosent av
indiska fólkinum, sum telur
1,1 milliard, eru kristin, og
umleið 80 prosent eru
hinduar. Teir kristnu leiðar
arnir vilja vera við, at ágang
urin og drápini eru ein
roynd at útvega sær fyri
munir á valinum, sum stend
ur fyri durum.
APtíðindastovan skrivar,
at stríðið hevur verið serliga
ógvusligt í landspartinum
Orissa, og myndugleikarnir
har siga, at 34 fólk hava lat
ið lív, síðani ein hinduleið
ari har bleiv myrdur tann
23. august. Drápið elvdi til
øsing, og illir hinduar
oyðiløgdu fleiri kirkjur of
róku fleiri túsund kristin frá
húsi og heimi. Indisku
myndugleikarnir royndu at
forða áganginum við at
siga, at tað vóru ikki kristin,
men maoistar, sum høvdu
beint fyri hinduleiðaran
um.
Viðurskiftini millum tey
kristnu og hindumeirilutan
í Orissa hava verið spent
leingi og hevur sín uppruna
í, at sambært hinduum hava
kristnir trúboðarar noytt
fleiri hinduar at taka við
kristnari trúgv. Tað avsanna
teir kristnu leiðararnir. Teir
vilja vera við, at hindu
leiðararnir royna at elva til
átrúnaðarliga øsing upp
undir valið, sum verður
næsta ár.
Tann einasta grundgev
ingin er, at teir vilja útvega
sær fyrimunir til valið, og
vit eru offur í hesum stríði,
sigur John Dayal, aðalskri
vari í kristna kirkjuráðnum
í India, við AP.
Nú er hann
klárt á odda
Barrack Obama hevur lagt seg klárt á odda í valstríðnum (Savnsmynd)
Hinduar jagstra og myrða
kristin í India
David Irvvng fer til Noregs (Mynd: NRK)