Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 198 - 15. oktober 2008 - Eg havi ikki spælt sjónleik fyrr, og veit heldur ikki hví júst eg varð útvaldur at spæla Emil. Men eg má bara siga, at tað er sera skeg at spæla hann. Emil er fínur!, sigur 12 ára gamli klaksvíkingurin, Hans Christiansen. Í løtuni fyrireikar hann seg til leikin um Emil úr Lønnebergi sum Klaksvíkar Sjónleikafelag fer at framføra hósdagin í komandi viku Barnasjónleikur Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: - Tað er gott at hava nervar. Tað skal man simpelthen bara hava!, sigur ungi sjónleikarin úr Klaksvík. Hann er ein av mongum leikarum sum teir seinastu tríggjar mánaðirnar hava vant leikin um lívið á bónda- garðinum Kattholti, og um hvussu familjan hjá Emil livir undir støðugu hóttanum og mongu skálkabrøgdum hansara. Í hesum døgum verður seinasta hondin løgd á venj- ing og ikki minst ta framúr snøggu pallmyndina í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði. Í næstu viku verður frum- framførslan av leikinum. - Eg haldi ikki, at tað var so ringt at læra seg allar replikkirnar og sangirnar uttanat. Eg havi í øllum førum lært meg teir væl, sigur Hans Christiansen. Leikurin krevur ein stóran pall, og tá hesin ikki er tøkur í Klaksvík varð av- gjørt at framføra leikin í Fuglafirði. Hvussu leikur er og hvussu leikur fer, fáa áskoð- ararnir at vita og síggja í komandi viku. - Hetta er ein góð byrjan fyri meg sum sjónleikari. Eg kundi gott hugsað mær at farið víðari, sigur tann nýggi føroyski Emil úr Lønnebergi. Upptøkuroyndir Nú fer av álvara at nærkast til tann stóra dagin, tá Hans á fyrsta sinni skal á pall sum tann forvitni og mang- an buldrasligi Emil úr Lønnebergi. - Men eg eri ikki serliga nervøsur, sigur hann, með- an hann til æru fyri tíðinda- mannin fer í búnan og setir seg í víðagitnu smáttuna at telgja træfigurar. At hann yvirhøvur kom so langt sum til at skula standa á einum palli, kann hann takka einum eldri vin- manni fyri. Hesin visti um gávur hansara sum sjónleikari, hóast hann ikki áður hevði verið á palli. Tá hann fyrr í summar setti seg í samband við Hans við fyrispurningi um høvuðsleiklutin, var eingin ivi. - Eg var akkurat staddur í Dávavirkinum, tá hann ringdi til mín. Og eg veit ikki, eg svaraði bara ja beinanvegin. Í summar var hann so til upptøkuroyndir av ymiskum slagi, saman við fleiri øðr- um møguligum evnum til henda krevjandi leiklutin. Og tað endaði við, at hann varð tann útvaldi! - Nú gleði eg meg bara til hósdagin í komandi viku, sigur Hans Christiansen. Ida í flaggstongini Søgan um Emil úr Lønne- bergi, í ótrúliga væl skriv- aðu bókini hjá Astrid Lind- gren, er væl kend millum føroysk børn og foreldur teirra. Hesin ribbaldurin, sum forvoldi foreldrum sínum so nógvar plágur, man helst eisini eiga sínar javnlíkar her á klettunum. Um Hans ikki beinleiðis er ein slíkur, so kendi hann nógv til svenska vinmann sín og fyrimynd sína framman- undan. - Ja, eg havi mangan hoyrt søgurnar um hann. Eg havi sæð hann í sjón- varpinum, og so eigi eg eisini tveir filmar við hon- um. - Og eg haldi, at hann er ótrúliga stuttligur, slær tann nýggi Emil fast. Sambært honum ger Emil sera illa fortreð, ger nógv býtt, er forvitin og argar illa, bæði foreldrini og hini á garðinum. Og ikki at gloyma ta yngru systrina Idu, sum í leikinum eisini verður hivað upp í eina flaggstong, júst sum í skald- søguni hjá Astrid Lindgren. - Nei, hann er ikki altíð so fittur við Idu, sigur Hans brosandi. Hann eigur sjálvur ikki nakra systir, men ein Emiiiil er ótrúliga skeg »Í fyrstuni var tað skeg at venja. Men tá vit so fingu búnarnar, bleiv tað enn skegari. Og tá vit so sluppu á sjálvan pallin her í Mentanarhúsinum, bleiv tað bara ordiliga gott« »Hetta er ein góð byrjan fyri meg sum sjónleikari. Eg kundi gott hugsað mær at farið víðari« Hvørji skálkabrøgd man Emil úr Lønnebergi nú verða revsaður fyri? Mynd: Klaksvíkar Sjónleikafelag Emil úr Lønnebergi Ein av kendu persónunum í bókini av sama navni eftir Astrid Lindgren. Emil hevur í veruleikanum Svensson sum eftirnavn. Hann býr á bóndagarðinum Kattholt í Lønnebergi og sum uppaftur liggur í landslutinum Småland. Umframt lítlu systir sína, Ida, kunnu nevnast foreldrini Anna og Anton, húskallurin Alfred, unga gentan úr húsinum Lina og gamla konan Tyttebærmaja (á føroyskum Berjamaya). Alt hann ger verður gjørt við einum góðum endamáli, eisini tá systurin verður hivað upp í flaggstongina: Tað verður gjørt fyri at hon betri skal kunna síggja yvir til Mariannelund! Bókin um Emil varð útgivin á fyrsta sinni í 1963 á svenskum, og er síðani týdd til onnur mál, eins og hon er filmað, er gjørd til sjónvarpsleikir og sjónleik.