Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 15. oktober 2008 5 tíðindi Eins og hjá LÍV kemur stóra partabræva­ fallið at síggjast aftur á botnlinjuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Bara á tveim­ um teimum størstu einstøku íløgunum eru 186 milliónir mistar síðan nýggjár Fíggjarkreppa Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tryggingarfelagið Føroyar hevur, eins og LÍV, nógvan pening um hendi og stórar upphæddir eru sendar í umfar, til tess at geva vinning av sær. Nógv er sett í virðisbrøv, men stórar upp­ hæddir eru eisini settar í partabrøv. Størstu einstøku íløgurnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar eru Atlantic Petrole­ um og Grønlandsbanken, sum bæði eru minkaði nógv í virði síðan nýggjár. Tryggingarfelagið eigur 6,6 prosent av Atlantic Petrole­ um og 14,57 prosent av Grønlandsbanken. Um hugt verður eftir fallinum á partabrøvunum síðan nýggjár, er talan um ræðandi upphæddir. Fyrsta januar í ár var virðið á einum partabrævi í Atlantic Petroleum 2050 krónur, meðan tað í dag er vaksið aftur til 1138 krónur, eftir at hava verið heilt niðri á 784 krónur fyri partabræv­ ið. Síðan nýggjár merkir hetta eitt tap áljóðandi umleið 67,5 milliónir krónur, bara á Atlantic Petroleum. Tapið á Atlantic Petrole­ um er tó lítið afturímótu tí á Grønlandsbanken, ið er minkað næstan niður í helvt frá nýggjárinum. Fyrsta januar kostaði eitt partabræv í Grønlandsbanken 929 krónur, og í dag kostar tað 475 krónur. Fyri Tryggingarfelagið Føroyar merkir hetta eitt kurstap áljóðani umleið 118,5 milliónir síðan nýggj­ ár. Tilsamans geva hesar báð­ ar íløgurnar eitt hall á 186 milliónir krónur síðan nýggjár. Afturat teimum báðum íløgunum hevur Tryggingar­ felagið Føroyar fleiri smærri íløgur, ið eru spjaddar runt á øllum marknaðinum. Hugsast kann tí, at tapið í ár er oman­ fyri 200 milliónir krónur, og Gunnar í Liða, ið er forstjóri, viðgongur at hetta eisini kemur at síggjast á roknskapinum í ár. Órógvar ikki virksemið Gunnar í Liða er hóast stóru tapini á íløgum í ár bjartskygdur, og metir íløgurnar verða góðar og tryggar. ­ Vit hava havt stórt kurs­ tap í ár uppá hasar báðar einstøku íløgurnar, men síðan íløgurnar vóru gjørd­ ar, hava tær lønt seg væl. Marknaðurin er á botni í løtuni, men útlitini eru góð. Atlantic Petroleum er nú farið at framleiða olju, og tað fer at styrkja um rakstur­ in í felagnum. Og um hugt verður eftir Grønlands­ banken, so hevur hann næstan dupult so nógv innlán sum útlán, og hevur tí eitt stórt likviditetsyvirskot og er ein sera sunnur banki, staðfestir Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelag­ num Føroyar. B i l r ø k t · S t i ð j a g ø t a 3 · F O - 1 0 0 t ó r S h a v n t e l : 5 8 8 8 8 0 · B i l r O k t @ B i l r O k t . F O w w w . B i l r O k t . F O Galdandi allan oktober TILBOÐ Keyp vetrardekk í oktober og fá upp til 25% í avsláttri Tryggingin mist 200 milliónir síðan nýggjár Hesin flotti Jaguar XJ6-4.2 verður at síggja á bilaframsýningini í Trongisvági um vikuskiftið. Bilurin er í sera góðum standi. Fyrstu ferð skrásettur í Føroyum 21. juni í 1978. Hevur einans koyrt 28.000 km. Gev eitt boð - og bilurin er tín! _______________________________________ _______________________________________ Stiðjagøta 3 - Postsmoga 1234 - tel 588880 - fax 318380 www.bilrokt.fo - bilrokt@bilrokt.fo