Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 15. oktober 2008 Eg eri eg! Hans og allir hinir leikararnir eru nú komnir so væl inn í leikin, at tey byrja at síggja fram til hósdagin í næstu viku. Arbeitt verður framvegis við palli­ num, men tær stóru linjurnar í leiki, sangi, búnum og pall­ myndin eru við at vera komnar uppá pláss. Fyri áskoðaran er tað helst eisini ein spurningur, um høv­ uðsleikarin megnar at vera Emil úr Lønnebergi á palli ta einu løtuna og Hans Christiansen úr Klaksvík ta næstu: ­ Eg hugsi faktiskt ikki um tað: Eg spæli her á pallinum, og so er tað bara vanligt, tá eg komi til hús. Tá eri eg eg! - Hetta er eitt sera tíðarkrevjandi ar- beiði. Men eg haldi, at leikurin um Emil fortjenar at nógv verður gjørt burtur úr pallmyndini, sigur listamaðurin og pall- smiðurin Edvard Fuglø úr Klaksvík Pallmynd Snorri Brend Fuglafjørður: - Eg hevði annars kastað meg yvir málningalistina. Men tá eg varð biðin at gera pall- myndina til Emil, játtaði eg beinanvegin, sigur kendi pallsmiðurin. Hann hevur frammanund- an gjørt pallmyndir til aðrar leikir um typurnar hjá Astrid Lindgren – til dømis Pippi, Ronju og Brøðurnar Leyvuhjarta. Tí var tað á ein hátt rætti- liga upplagt, at Klaksvíkar Sjónleikafelag vendi sær enn einaferð til hansara við sama fyrispurningi sum so mangan áður! - Mær dámar væl hesa søguna um Emil. Hon hevur eitt høgt støði í barnabók- mentum, men krevur tí eis- ini tilsvarandi meiri av mær sum pallsmiði. - Hetta er eitt tíðarkrevj- andi, men sera spennandi arbeiði. Eg havi fingið góða hjálp til arbeiðið, og uttan tað hevði verið trupult at rokkið hesum úrslitinum, sum tú nú sært her á palli- num, sigur Edvard Fuglø. Og hann leggur aftrat: - Enn er nakað eftir, men vit verða liðug til hósdagin í komandi viku! Seinnapartin í gjár strídd- ist Edvard sjálvur við at mála inni í bóndagarðinum, meðan hjálparmaður hans- ara, Kári Øster úr Havn gjørdi nøkur portur. Borgarstjóri Hetta er ikki fyrstu ferð, at Emil úr Lønnebergi verður framførdur á onkrum palli kring heimin. Tað finnast fleiri leikrit út frá bókini, og hevur Klaksvíkar Sjón- leikafelag valt eitt teirra. - Hetta er í roynd og veru ein deluxe-útgáva, sigur Edvard Fuglø. Hetta er sama leikrit, sum sjónleikarhúsið í Århus gav til børnini í býnum, tá næststørsti býurin í Dan- mark hevði stóran føðingar- dag fyri nøkrum árum síð- ani. Tað krevur sítt at skriva eitt leikrit úr bókini, men tað krevur so sanniliga eisini sín mann at gera enn eina pallmynd. Her í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði gongur sjón fyri søgn, at pallmyndin hevur verið í kønum hondum, eins og tey ið millum annað fáast við ljósið, ljóðið og búnarnar. - Eg kenni væl innihaldið í bókini, og henda pall- myndin er tí mín hugmynd av umstøðunum á bónda- garðinum Kattholti, sigur Edvard. Við innihaldinum í hug hevur Edvard gjørt sítt til at vísa, hvussu tann kreativi, hjartagóði og annars so buldrasligi Emil at enda verður borgarstjóri í heim- bygdini. - Emil hevur eitt stórt hjarta og ynskir bara tað góða. Men timing hansara kundi helst verið betri! Uttan framúr góða og tíðarkrevjandi arbeiðið hjá Edvardi Fuglø við pallsmíðinum, verður leikurin neyvan til tað sum hann verður. – Hetta er ein leikur, sum fortjenar at man ger nógv burtur úr, sigur Edvard Fuglø beiggja. Og brøðrum so líkt, eru teir ikki altíð samdir um øll viðurskifti! Ikki kúllaligur Eitt er at vera ein vanligur 12 ára gamal drongur á Klaksvíksgøtum, og so at fara á pall og liva seg inn í leiklutin sum Emil úr Lønne- bergi. - Í fyrstuni var tað skeg at venja. Men tá vit so fingu búnarnar, bleiv tað enn skegari. Og tá vit so sluppu á sjálvan pallin her í Ment- anarhúsinum, bleiv tað bara ordiliga gott. - Og nú ið vit eru við at vera klár at spæla leikin, eru vit øll væl fyrireikað og sera spent, sigur Hans. Í leikinum hevur hann sjálvandi sín fasta leiklut og sínar føstu replikkir. Men hvussu er at vera Emil uttan fyri pallin – er hann líka kúllaligur millum vin- menn sínar í Klaksvík? - Noy, ikki ordiliga. Tað kann man simpelthen ikki!, staðfestir 12 ára gamli Hans. Krevjandi pallur til krevjandi leik »Eitt er at vera ein vanligur 12 ára gamal drongur á Klaksvíksgøtum, og so at fara á pall og liva seg inn í leiklutin sum Emil úr Lønnebergi« Emil úr Lønnebergi á einum kendum staði – í úthúsinum, har hann fær góða tíð til kreativa ítriv sítt: At telja træfigurar Tríggir av høvuðsleikarunum í leikinum – vinstrumegin Adelborg Linklett sum Berjamaya, Hans Christiansen sum Emil og Maria á Høvdanum sum Ida. Trúgv tí ella ei, men Ida verður altso hivað upp í flaggstongina í leikinum! Mynd: Klaksvíkar Sjónleikafelag Astrid Lindgren Astrid er borin í heim 14. november 1907 í Näs við Vimmerby í Smålandi, og andaðist 28. januar 2002 í svenska høvuðsstaðnum Stokkholm. Faðir hennara, Samuel August var eitt framúr søgufólk og haðani hevur Astrid helst fingið íblástur til rithøvundavirksemið sítt. Í 30’unum skrivaði hon tvær søgur til eitt tíðarrit, men ferð kom á skrivingina við bókini um Pippi og endaði við Ronju Ránsmannadóttir, tá hon var 74 ára gomul. Bøkur hennara eru týddar til 90 ymisk tungumál í 100 londum og eru seldar í omanfyri 100 milliónum eintøkum. – Eg ynski at skriva fyri eini lesarafjøld sum gera undur. Børn skapa undur tá ið tey lesa, skal Astrid Lindgren einaferð hava sagt. Umframt at hon var politisk virkin arbeiddi hon allatíðina fyri rættindunum hjá børnunum. Hon varð jarðað úr Dómkirkjuni í Stokkholmi kvinnudagin 8. mars í 2002. tíðindi 27