Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 198 - 15. oktober 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Skal eg lýsa meg sjálvan sum persón – og tað bilar einki, um eg geri tað nú – so eri eg rættiliga kensluborin Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Føroyski landsliðs­ málverjin ivast ikki í, at litavar fyrstu løtuna av dystinum trýsta eins nógv, sum teir hava gjørt hinar tríggjar ferðirnar, sum Føroyar hava spælt í Litava Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kaunas, Litava: Rómurin var øgiligur, tá venjingin týsdagin var av. Sum vant varð endað við dysti millum yngru og eldru spælararnar, og triðju ferð upp í slag end­ aði hetta við, at teir ungu vunnu. Nakað sum annars ikki plagar at henda somikið ofta. Tí var fyrsti spurningurin til Jákup Mikkelsen, um hetta var eitt tekin um, at yngru landsliðsfelagarnir nú vóru í holt við at yvirhála eldra partin av hópinum. ­ Nei, tað haldi eg ikki. Tað er rættiliga tilvitað av okkum, at vit lata teir vinna. Teir eru ungir og hava tørv á at byggja sjálvsálitið upp, og vit hava nokk at geva av, sigur royndi málverjin. Men er sjálvsálitið í hópi­ num ikki nóg gott í løtuni? ­ Tað haldi eg avgjørt. Tað gav sjálvandi eitt ótrú­ ligt lyft, at vit fingu hatta stigið móti Eysturríki. Vit hava roynt tað somikið ofta, har tað ikki hevur eydnast, so hetta hevur veruliga lyft hópin. Hjá Jákupi er talan um hansara fjórða landsdyst í Litava. Undanfarnu tríggjar ferðirnar hevur talan verið um øgiligt trýst fyrstu løtuna av dystinum, og mál­ verjin ivast ikki í, at hetta verður tað sama í kvøld. ­ Tað ivist eg ikki í. Teir koma at trýsta okkum nógv fyrstu løtuna, og teir eru øgiliga sterkir. Serliga í deyðbóltsstøðum, har teir satsa 100% við hornspørk­ um, fríspørkum og innkøst­ um. So vit koma heilt víst at fáa okkum royndar. ­ Hinvegin vænti eg eisini, at vit fáa okkara løtur í dystinum har vit kunnu spæla og kontra. Og tí er tað øgiliga týdningarmikið, at vit eru neyvir alla tíðina og spæla okkara møguleika, tá hesin kemur, sigur Jákup Mikkelsen. Stóra ivamálið í før­ oyska hópinum hevur støðugt verið Rógvi Jacobsen. Nú bendir á, at hann er tøkur hjá Jógvan Martini Olsen, tá hesin fyri seinastu ferð í hesum umfarinum sendir sínar menn á vøllin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kaunas, Litava: Jógvan Martin Olsen segði longu undir úttøkuni av landsliðs­ hópinum, at Rógvi Jacobsen var í bíðistøðu til hópin, nú hann leingi hevur drigist við skaða í lærkrikanum. Og undan dystinum móti Eysturríki segði venjarin, at Rógvi skuldi sparast leygar­ dagin, soleiðis at fysiotera­ peutarnir fingu nakrar dagar afturat at arbeiða upp á eymu beinini. Eitt arbeiði, sum nú tykist hava loyst seg. ­ Eg haldi tað er blivið betri og betri, sum dagarnir eru gingnir. Í kvøld havi eg so roynt at venja saman við hinum, og tað gekk sum so væl. So mugu vit bara síggja, hvussu eymt tað er blivið í morgin. Men enn sær tað gott út, segði Rógvi Jacobsen eftir venjingina hjá lands­ liðnum í gjárkvøldið. Men er dystarvenjingin nøkur serlig, nú tú hvørki hevur spælt ella vant í eitt hampuliga drúgt tíðarskeið? ­ Nei, tað er hon sjálvandi ikki. Men so kanst tú koppa tí á og siga, at eg havi nakrar royndir, sum aðrir ikki hava, so eg haldi meg vera so hampuliga væl fyri kortini. Men ein heilur dystur er kanska for nógv fyri meg, men nú fáa vit at síggja, sigur Rógvi. Og um ikki annað, so hevur tú roynt at skora á júst sama leikvølli, sum tit skulu spæla á mikukvøldið? ­ Ja. Eg skoraði á hesum vøllinum, seinast vit spældu her, so tað kennist sjálvandi væl at vera aftur á staðnum, sigur Rógvi. Ta ferðina minkaði Rógvi Jacobsen um munin í sein­ astu sekundunum av dysti­ num. Og tað kundi meira enn so hent seg, at Rógvi verður nýttur sum jokari, um talan móti dystarenda vísir seg at vera um ein tættan dyst. Rógvi helst tøkur Hóast triðja tapið á rað móti teimum yngru var veruleiki, so heldur Jákup Mikkelsen ikki, at hetta gevur orsøk til ringt lag hjá teimum eldru Venjingin í gjár var fyrsta ferðin hesa landsliðssavningina, at Rógvi Jacobsen vandi á jøvnum føti við restini av hópinum Trýstið verður stórt