Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 • 15. okt. 2008 MIÐvIkaN 29 Í 1995 tá ið Lea systir mín saman við Honnu, systir Doris Heinesen og Elsebeth úr Danmark saman við mær vitjaðu í Etiopia, vóru vit eisini í Gidole. Vit fóru oman til Sui, men tá var hon ikki inni. Hon var farin á marknaðin søgdu grannarnir. Vit skuldu tá fara víðari til Arba Minch og vit bóðu tey heilsa henni. Men beint, sum vit skuldu fara, kom Sui. Tá hevði hon frætt, at vit høvdu verið har. Tað var hjartanemandi at síggja hana aftur. Vit fingu tikið eina mynd í skundi, áðrenn vit máttu fara. Gav og fekk meira aftur Sui segði mær einaferð frá, tá ið hon var til eina gudstænastu í kirkjuni á missiónsstøðini í Gidole. Her varð tosað um at geva til Guds ríki aftur sum tøkk fyri alt tað, sum Gud hevði gjørt fyri okkum. Hesin spurningur rakti Sui. Um hálsin hevði hin eitt knýti við nøkrum fáum krónum í. Hetta var alt, hon átti av peningini. Spurningurin, hon setti sær sjálvari, var, um hon skuldi geva alt ella helvtina av hesum. Með­ an hon hugsaði um hetta, var talvan farin framvið, uttan at hon hevði lagt nakað í hana. Vanliga hevur hon eitt lætt sinni. Men hendan dagin var hon tung um hjartað, sum hon gekk niðan brekkuna til Bore. Ein dagin kemur Shamebo til bygdina. Hann sær, at Sui var so stúrin og spurdi hvat ið bagdi. Hon greiddi honum frá øllum. Tá fer Shamebo at flenna. “Hevur tú ikki lisið tað, sum stendur í Malaki 3,10: Ber alla tíggjundina í goymslu­ húsið, so at føðsla verður í húsi mínum og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkiliga helli signing yvir tykkum.” “Á,” segði Sui og rætti Shame­ bo knýtið við peninginum í. Gleðin skein í andliti hennara. “Eg veit, at Gud skal syrgja fyri mær.” Nakrar dagar seinni komu boð til hennara um at koma oman á missiónsstøðina. Kona trúboðaran vildi tosa við hana. “Eg bleiv eitt sindur kløkk. Hvat mundi hon vilja mær?” segði Sui. Tá ið Sui kom til trúboðarakonuna, var hon bæði blíð og tíð. “Sui,” segði hon, “Gud hevur mint meg so nógv um teg í seinastuni.” So gav hon henni ein pakka við klæðum og øðrum, sum hon trongdi til. “Eg merkti,” segði Sui, “at Gud hevði byrjað at opna himisins lokur. Og síðan hevur hann signað meg ríkiliga.” Sunnudagin eftir gav hon eina kúgv til arbeiðið. Eg veit ikki um hon átti nakra aðra. Gud elskar ein glaðan gevara. Sui hevur ikki liðið nakra neyð og er glað fyri at vera við í arbeiðinum bæði á ein og annan hátt. Víst er Sui ein merkisverd kvinna. Shamebo er deyður fyri nøkrum árum síðani. Hjálp til verandi og komandi mammur Í 1989 var eg til eitt skeið um tuberklar, sum hópur av fólki doyr av á hvørjum ári. Nógv varð gjørt fyri at fáa fólk at koma til kanningar, men tað var ikki lætt. Í stórum økjum av landinum høvdu fólk ongar møguleikar at fáa nakra hjálp, tá ið tey gjørdust sjúk. Tey búðu undir ringum umstøðum og fingu ofta ikki tann mat, tey áttu at fáa. Tí høvdu tey so lítla mótstøðumegi, tá ið tey gjørdust sjúk. Frá klinikkini fóru vit regluliga út í bygdirnar at læra fólkið um heilsu. Vit arbeiddu saman við formannin í bóndafelagnum á hvørjum stað. Hann tók so ábyrgd­ ina av at samla fólkið saman, tá vit komu. Ikki so fáar konur doyggja í barnferð. Vit ráddu teimum at koma til kanningar. Tveir dagar um vikuna tóku vit okkum á klinikkini serliga av barnakonum og børnum undir 5 ára aldur. Tað komu eisini nógv. Men spurningurin var bert, hvussu vit kundu fáa fleiri at koma. Ein dagin vóru Alemaz, hon var sjúkrahjálpari, og eg niðri í Dembele. Formaðurin fyri bónda­ felagnum í Dembele segði, at teir nú ætlaðu at royna at byggja eini hús, so vit kundu kanna konurnar og smábørnini á staðnum og læra tey um matgerð og annað. Ein stórur trupulleiki var longu tá AIDS. Vit royndu at undirvísa tey um, hvussu tey kundu sleppa undan hesi sótt. Tann greiðasta og besta fyribirging er at hava eitt fast parlag. Men her skal eisini rættilig hugburðsbroyting til. Menninirnar fóru á kaffihús við tí, sum hetta førdi við sær. Teir komu síðan heim og smittaðu konuna. Annars hevur Mekane Yesus kirkjan ta skipan, at áðrenn eitt par í kirkjuni kann verða gift, skal tað kannast fyri HIV. Er annar parturin “positivur”, so verður brúðleypið avlýst. Hetta er sjálvandi hart. Tað kann eisini verða ringt at trúgva slíkt um sín maka, sum ein hevur havt álit á. Tí verða royndirnar tiknar aftur, men geva sum oftast sama úrslit. Hetta er hóast alt betri, enn um tey verða gift, og tann sjúki smittar tann fríska og eisini børnini, sum tey fáa. Her síggjast frá vinsrtru: Fyrrverandi trøllkvinnan Sui, Jorunn Hamre úr Noregi, Esmar Jacobsen og Elsa Jacobsen. Esmar var formaður í Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Hendan myndin er frá 1978, og tey eru á veg út í eina bygd at halda møti Hendan myndin er frá 1995. Frá vinstru, Lea, systir Elsu, Hanna, systir Doris Heinesen, Sui, Elsa og Elsebeth Nielsen úr Danmark Í seinasta parti greiddu vit frá um Haile og Aster. Her eru tey saman við 11 av teirra 14 børnum Hetta er manningin í Konso í 1960­unum. F.v. Skúli og Kjellrún við 5 børnum, Ingibjørg og Jónas við trimum børnum og Elsa