mikudagur 15. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 198 • 15. okt. 2008
Taddese var eingin vanligur
evangelistur. Hann sat ósekur
í fongsli, tá ið hann var
umvendur og bleiv kristin.
Hann skikkaði sær so væl
í fongslinum, at hann slapp
leysur áðrenn tíðina. Tá ið
níggja sjúkrahúsið í Yirgalem
var klárt í 1967, var hann biðin
um at at vera evangelistur fyri
sjúklingarnar, og hetta gjørdi
hann til lítar. Her var nóg
mikið at gera, tí tað vóru 4.500
árligar innleggingar
Upprunaliga var tað missións
felagið, sum hevði ábyrgdina av
rakstrinum av sjúkrahúsinum.
Men í 1977, eftir kollveltingina,
var tað avgørt, at staturin skuldi
standa fyri sjúkrahúsinum og
lønargjaldingum. Starvsfólkið fekk
harvið rættindi sum alment sett.
Men hetta gav trupulleikar fyri
Taddese. Kommunistarnir kundu
jú ikki seta ein evangelist í starv!
Men hetta varð greitt soleiðis,
at Taddese var skrivaður sum
sosialarbeiðari, men arbeiðið var
tað sama.
Men hetta frættist sjálvsagt,
eisini til lokalu floksskrivstovuna,
at tað almenna hevði sett ein
mann, sum eftir teirra tykki
arbeiddi ímóti myndugleikunum.
Tað vóru gjørdar ætlanir at
steðga honum. Men eingin
tordi beinleiðis at gera nakað.
Sjúkrahúsið var landskent og her
komu fólk alla staðni frá. Tí kundu
myndugleikarnir ikki rættuliga
gera nakað, sum kundu koma at
skapa teimum trupulleikar við og
á sjúkrahúsinum.
Misti sítt
samleikaprógv
Men teir kundu gera lívið súrt fyri
evangelistin, og her vóru nógvir
møguleikar.
Í einum og hvørjum kommun
istastati verður fyrr ella seinni
vørutrot. Tað var heldur ikki
leingi eftir kollveltingina i 1974,
at sukur og mjøl varð skamtað.
Víst kundi henda vøran keypast
frítt í privatum handlum, men
her var tað dupult so dýrt sum í
handlunum hjá statinum. Fyri at
kunna keypa í statshandlunum
var neyðugt við samleikaprógvi.
Tað skuldi jú vera eftirlit við
øllum. Samleikaprógvini skuldu
eisini endurnýggjast hvørt ár.
Tá ið Taddese eina ferð kom at
endurnýggja sítt samleikaprógv,
tóku teir kortið inn og bóðu hann
koma aftur dagin eftir. Dagin
eftir var eingin, sum fann kortið.
Heldur ikki annan dagin eftir. So
Taddese mátti klára seg uttan
kort. Og nú kundi hann ikki keypa
bíligt sukur og annað, tí hann
kundi ikki prógva, hvør hann var.
Men hetta var ikki nóg mikið at
ræða Taddese.
Bygdu landbrunn á
hansara grundøki
Nú fóru teir at happa børnini hjá
honum orsakað av pápanum. Ein
súkla hvarv í grannalagnum, og
ein sonur Taddese varð innkallað
ur á floksskrivstovuna og lagdur
undir at vera tjóvur. Tey flestu
skiltu, at her var talan um falskar
ákærur.
Taddese helt fram at arbeiða.
Børnini vóru errin at hava ein
pápa, sum ikki lat seg ræða. Sjálvt
floksleiðarar, sum komu á sjúkra
húsið, vitnaði hann fyri um sína
trúgv. Teir tordu ikki at koyra hann
út av sjúkrahúsinum. Kanska blivu
teir so sjálvir útkoyrdir!
Taddese hevði keypt eini hús
nærindis sjúkrahúsinum. Ein
dagin koma ungfólk inn á grund
ina at høgga trøini hjá honum.
Jú, viðurin skuldi brúkast til
floksskrivstovuna!
Ein dagin frættir Taddese, at
tað var samtykt á floksskrivstov
uni at fongsla hann. Hann sleppur
sær burtur sum skjótast, og tekur
buss til Addis Abeba.
Eftir eina viku kemur hann
aftur, og tá eru hesar ætlanir
longu sleptar.
Men so mátti okkurt annað
gerast fyri at gera honum lívið
trupult. Ein dagin koma ungfólk
og grava á hansara grund. Hvat
hetta var? Jú, teir skuldu gera ein
landbrunn til floksskrivstovuna,
sum var nærindis. Nú helt hann
tað vera ovboðið, men hvat kundi
hann gera?
Hann fór at tosa við norska
læknan á sjúkrahúsinum Sigmund
Lende, sum var umrøddur í sein
asta parti. Læknin visti, at hetta
høvdu teir ikki rætt til. Men hvat
kundi hann eisini gera?
Fekk hjálp frá
floksleiðsluni
Í lokalhøvuðsstaðnum Awasa
var ein ungur lovandi maður á
floksskrivstovuni. Hann kallaðist
Belew, var væl úbúgvin og eisini
dámligur. Tað kundu summir av
teimum eisini vera. Hann hevði
eisini verið innlagdur á sjúkra
húsinum, so læknin helt, at hann
kundi loyva sær spyrja hann til
ráðs.
Hann fór so at vitja Belew
á skrivstovuni, og tað var so
heppið, at Belew var at hitta.
Læknin greiddi so honum frá
øllum, ið var hent Taddese.
Sigmund segði erliga, at hann
metti hesa framferð at gera seg
inn á Tadesse vera eina roynd at
fáa hann út av sjúkrahúsinum, tí
hann var evangelistur.
Belew metti, at hetta var ein
ólóglig mannagongd. Teir høvdu
ongan rætt at gera manninum
ónáðir á hendan hátt. Hann biður
so læknan fara aftur á sjúkrahúsið,
so skuldi hann nokk orðna hetta.
Tríggjar dagar seinni frættist
á sjúkrahúsinum, at bilurin hjá
Belew var farin framvið á veg
til Yirgalem. Eina løtu seinni
frættist, at Belew var á floksskriv
stovuni og hevði sent boð eftir
lokala floksformanninum, sum
arbeiddi á sjúkrahúsinum. Ein
tíma seinni frættist, at hann var
handtikin! Tað var júst hesin, sum
hevði staðið aftanfyri happingina
av Tadesse. Nú varð hann fast
settur fyri maktmisnýtslu. Hann
sat í tríggjar dagar. Hetta var
vist nóg mikið til at fáa hann at
ásanna sítt mistak. Fjórða dagin
var hann aftur til arbeiðis og
lætst sum einki.
Nakað samstundis hevði
Tadesse havt familjuráð heima
hjá sær sjálvum. Øll vistu, hvussu
vágafult hann livdi, hóast sloppið
var hesa ferð. Men her var øll
familjan samd um, at hann skuldi
ikki bakka fyri yvirvøldini, hvat tað
enn kom at kosta honum. Hetta
var dirvið so tað munaði!
Tað var heldur ikki so leingi, at
hann fekk frið. Seinni varð hann
handtikin og hevði verið píndur.
Bein hansara vórðu skadd. Hann
slapp leysur aftur, men hann kom
ikki fyri seg aftur. Hann fór frá við
eftirløn og flutti til sína heimbygd
nærindis Addis Abeba. Har hitti
eg hann eisini eina ferð, eg kom
hagar. Har doyði hann nøkur ár
seinni.
Eg minnist Taddese sum ein
trúgvan Harrans tænara. Hvønn
morgun gekk hann runt á stovun
um og las Guds orð fyri sjúkling
unum. Hann hevði eina dámliga
medferð, og varð virdur bæði av
høgum og lágum.
“Øll børnini hjá okkum eru trúgv
andi,” segði Taddese, og gleðin
lýsir av andliti hansara. “Vit ganga í
Mekane Yesus kirkjuni her í Mekan
issa í Addis Abeba,” sigur hann.
Tað tekur umleið ein tíma at ganga.
Tey ungu ganga so skjótt segði
hann. Hjá mær er tað eitt sindur
tyngri, men eg vil so fegin koma og
hoyra orðið vera boðað og at vera
saman við Guds børnum. Gleði og
friður vóru eyðkenni, sum eyðkendu
Taddese.
Forfylgingin av
sjúkrahúsevangelistinum Taddese
Næstu ferð:
Í komandi parti verður millum
annað greitt frá Lemma. Fyri
gerast verdigur at gerast
limur í kommunistaflokkinum
gjørdist hann ein svíkjari.
Men hetta gjørdist bert ein
stokkut gleði
Farið verður við neytum eins og í Føroyum í gomlum døgum
Landslagið í Etiopia er stórsligið