mikudagur 15. oktober 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 198 - 15. oktober 2008 ]
Martin vann
og Heini
javnleik
Martin Poulsen
vann seinnapartin í
gjár lokaluppgerðina
ímóti Olaf Berg í 4.
umfari í Klaksvík
International, með
an Heini Olsen telvdi
javnt ímóti IM Esben
Lund úr Danmark
Talv
Jógvan Joensen
jogvan@kallnet.fo
Eftir soltna umfarið í
mánadagin, kom glið aftur
á telvingina hjá føroy
ingum í 4. umfari. Talan
gjørdist ikki um nakra
stillisliga innanhýsis upp
gerð ímillum Martin og
Olaf. Báðir telvaðu fyri at
vinna og eftir at Martin
sýntist koma nakað verri
frá
byrjanini,
broyttist
hetta sum fráleið og hegn
isliga vann Martin talvið
tá avtornaði.
Heini Olsen kom væl
frá byrjanini við hvíta fólk
inum ímóti danska altjóða
meistaranum Esben Lund.
Danin brúkti sera nógva
tíð, men telvdi hóast hetta
sera neyvt og Heini megn
aði sostatt ikki at fáa meiri
enn hálva stigið burturúr
uppgerðini.
Nakað óvæntað tapti GM
Sarunas Sulskis, sum hig
artil hevur fingið fult stiga
tal, á IM Tapani Sammalvuo
úr Finlandi. Hereftir eru 3
telvarar á odda í kappingini
við 3 stigum: T. Sammalvuo,
S. Sulskis og R. Åkesson.
Martin Poulsen hevur 2 stig
og Heini Olsen 1,5.
Í dag verður dupult
umfar á skránni, har telvar
arnir telva bæði klokkan
10 og klokkan 18.
Úrslitini í 4. umfari:
Kanadiskur granskari
sigur seg vera sann
førdan um, at fleiri
dystir í donskum
fótbólti eru raktir av
avtalaðum spæli
FóTbólTur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Kanadiski
granskarin, Declan Hill,
sigur við danskar miðlar, at
hann metir tað vera ógvuliga
sannlíkt, at dystir í donskum
fótbólti verða fixaðir – tað
er, tá talan er um avtalað
spæl.
Hill hevur skrivað bókina,
The Fix, har hann millum
annað heldur fast um, at
1/8finalan millum Brasil
og Ghana í seinasta HM
endaspælinum var fixað,
og við Danmarks Radio sig
ur hann, at hetta helst eisini
gongur fyri seg í Danmark.
Havi eg hoyrt slatur um
donsk
feløg,
sum
eru
blandað upp í avtalað spæl?
Avgjørt. Havi eg sæð hag
tøl, har serstakliga løgin
fyribrigdi fyrikoma í úrslit
um, sum veddað verður
um? Ja, tað havi eg sæð,
sigur hann við DR.
Eg kann ikki staðfesta,
at tað er so, men eg havi
hoyrt, at trupulleikin er
vaksandi í Danmark, sigur
Hill, sum tó ikki vil koma
við ítøkiligum dømum úr
donskum fótbólti.
Talan verður um
heldur varisligt
útgangsstøði, har
stuðulin av miðvølli
num til áleyparan
verður altavgerandi
fyri álopsspælið
FóTbólTur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Jógvan
Martin Olsen tóktist longu í
gjárkvøldið at hava gjørt av,
hvørjir ellivu skulu byrja
inni á vøllinum, tá føroyska
fótbóltslandsliðið í kvøld
fer undir sína seinastu
uppgávu á árinum.
Við
venjingini
á
S.
Dariaus ir S. Gireno stadion
í Kaunas góvu gulu vest
arnir eina greiða ábending
um, hvørjir teir fyrstu ellivu
verða, og hvussu uppstill
ingin við hesum verður.
Broytt álopsspæl
Størstu broytingarnar eru at
finna frammi á vøllinum. Í
málinum er Jákup Mikkel
sen sjálvskrivaður, og tað er
ikki tann stóra orsøkin til at
broyta upp á fýraketuna
framman fyri hann, har
Jónas Tór Næs, Egil á Bø,
Jón Rói Jacobsen og Johan
Troest Davidsen fara at
manna plássini.
Á miðvøllinum verða
hinvegin
gjørdar
fleiri
broytingar. Partvíst tí bæði
Jákup á Borg og Mikkjal
Thomassen nú eru skaddir,
og partvíst tí talan eisini
verður um varnari spæl
skipan enn hana, sum vit
sóu móti Eysturríki.
Símun Samuelsen, sum
tá lág í seingini, kemur inn
á
kantin
vinstrumegin,
meðan
Christian
Høgni
Jacobsen verður fluttur yvir
í høgru. Mitt fyri er Atli
Danielsen einasti maðurin,
sum er eftir, meðan Fróði
Benjaminsen og Bogi Løkin
eisini koma at spæla her.
Ivaleyst við tí arbeiðsbýti,
at Bogi Løkin er maðurin,
sum skal fram at stuðla
einsamalla
áleyparanum.
Og hesin verður sjálvandi
Christian Lamhauge Holst.
Neyðugt við stuðuli
Tá talan bert er um ein
áleypara, verður alneyðugt,
at hesin fær stuðul frá
miðvøllinum.
Og
tann
týdningurin verður eyka
stórur, tá talan er um júst
Christian Lamhauge Holst.
Fremstu dygdir hansara
eru bóltmóttøkan og vend
ingarnar, tá hann leitar
djúpt í vøllin, og so ræður
um hjá kantunum ella ein
um av sentralu miðvallarun
um at vera spælbærir í
kontrastøðunum.
Tí er tað neyvan heilt av
tilvild, at júst Símun, Bogi
og Christian Høgni eru teir,
sum skulu stuðla. Teir
tríggir teljast millum teir
mest rennisterku á lands
liðnum, og kunnu teir
veksla
sínamillum,
tá
stuðulin skal veitast, er als
ikki óhugsandi, at vit ígjøgn
um dystin síggja fleiri
kontrastøður, har føroyingar
leypa á við trimum og kan
ska fýra spælarum.
Rógvi sum jokari
Enn er ikki vist, hvussu
bonkurin fer at síggja út, tí
landsliðsvenjarin
stendur
hesa ferð í teirri støðu, at
ein maður skal setast heilt
uttanfyri.
Men tað man vera lítil ivi
um, at Rógvi Jacobsen
verður ein av monnunum,
sum kann tveitast inn, um
tørvur er á tí. Partvíst gevur
tað lítla meining – um hann
er tøkur – at hava dragsa
mannin heilt til Litava uttan
at hava eina ætlan við
hesum, og partvíst hevur
Rógvi dygdir av slíkum
slag, sum liðið illa kann
vera fyriuttan. Ikki minst er
hann framúr í luftspælinum,
og verður talan um tættan
dyst, er als ikki óhugsandi,
at Rógvi verður sendir á
vøllinum seinasta hálva
tíman ella so.
Christian verður einsamallur
Gulu vestarnir geva sína ábending um, hvussu spælt verður. Her er Jens Martin Knudsen í holt við at geva leiðbeiningar til spælarar
Avtalað eisini úrslit í Danmark
Declan Hill
sigur, at
trupulleikin við
avtalaðum spæli
er vaksandi í
donskum fótbólti
Mynd: Polfoto/AP
• GM G. Jones – FM D.
Semcesen 1-0
• IM T. Sammalvuo – GM
S. Sulskis 1-0
• Martin Poulsen – Olaf
Berg 1-0
• FM Heini Olsen – IM
Esben Lund 0,5-0,5
• GM M. Grabarczyk –
GM R. Åkesson 0,5-0,5
Símun í hopla
Nógv varð lagt fyri, tá seinasta venjingin hjá landsliðnum
endaði við dysti millum yngru og eldru menninar. Teir
ungu vunnu fyri triðju ferð á rað, og tað sluppu teir gomlu
eisini at hoyra fyri. Ikki minst var Símun Samuelsen væl
upplagdur, og við einum flottum saksasparki skoraði hann
einasta málið í dystinum. So er spurningurin bara, um
Símun megnar at endurtaka hetta, tá dysturin móti Litava
er á skránni í kvøld.
Bridge FM verður í Havn
Upprunaliga skuldi FMkappingin fyri lið í bridge
spælast í Vági tann 20. september, men tá Smyril fekk
tekniskar trupulleikar, varð neyðugt at útseta
kappingina. Nevndin í Bridgesambandinum hevur nú
gjørt av, at kappingin í staðin verður flutt til Havnar, har
spælt verður leygardagin, 1. november. Byrjað verður
klokkan 9.30 hendan dagin. Samstundis er gjørt av, at
parakappingin fyri kvinnur verður spæld í
Bridgehúsinum tann 25. oktober.