Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 198 - 15. oktober 2008 ] Ein góður stjóri Birgir Hansen, sum er liðleiðari á landsliðnum, hevur bert góð orð at bera skjótt fyrrverandi venjaranum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir hava báðir verið part­ ur av landsliðsarbeiðnum í hampuliga nógv ár. Birgir Hansen sum leið­ leiðari og Jógvan Martin Olsen sum fyrst venjari og nú hjálparvenjari. Og tá Birgir verður spurdur um venjaran, sum nú fer frá, eru orðini bara rósandi. ­ Mær dámar hann ógvuliga væl sum persón. Og er hann øðrvísi, er undanmenn hansara vóru. ­ Ja, sjálvandi er hann tað. Teir hava allir verið hvør sín. Men Jógvan Martin er ein so behagilig typa, sum mær hevur dám­ að væl at samstarva við. Og krevur hann meira av tykkum, enn undan­ menn hansara gjørdu. Ella sleppa tit kanska at taka tykkum av løttum nú? ­ Nú skal eg passa uppá, hvat eg svari. Men nú eri eg komin somikið langt upp í hierarki’ið, at eg í størri mun kann loyva mær at flyta arbeiði yvir á aðrar. Men nei. Tað man vera á leið sama arbeiði, sum nú verður kravt av okkum, sigur Birgir Hansen. Setningurin var fyrst og fremst at fáa eitt samanhangandi lands­ liðskonsept. Hetta málið er rokkið eftir 14 árum. 14 góð ár, sum eisini nerta kensl­ urnar hjá landsliðs­ venjaranum, nú Jógvan Martin Olsen fyrireikar seg til sín seinasta landsdyst á hesum sinni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kaunas, Litava: Jógvan Martin Olsen takkar fyri seg. Leygardagin vann hann sítt fyrsta altjóða stig sum landsliðsvenjari, og í kvøld verður setningurin at gera ein Olsen, Olsen. Læsir kenslurnar úti Og tað er ikki heilt frítt, at hetta setir gongd í kenslurnar hjá venjaranum. Kenslur, sum hann tó kort­ ini roynir at halda í stuttum tjóðri, nú liðið fyrireikar seg til seinasta dystin. ­ Givið er tað, at tá tú hevur umhugsuna støðuna leingi og setir punktum fyri eitt langt tíðarskeið, so grunar tú sjálvandi um tað. ­ Skal eg lýsa meg sjálvan sum persón – og tað bilar einki, um eg geri tað nú – so eri eg rættiliga kenslu­ borin. Eg kann til dømis væl fella eitt tár, um eg bara hyggi at onkrum syrgiligum filmi í sjónvarpinum. Hin­ vegin havi eg eisini lært somikið av lívinum, at eg kann taka eina heilt aðra masku uppá, soleiðis at eg als ikki verður rørdur, hóast tað onkra ferðina verður heldur baldrut og trupult. So tað ræður kanska fyrst og fremst um at gera arbeiðið liðugt fyri títt viðkomandi, tá farið verður á vøllin. ­ Ja, og ikki bara við A­ landsliðnum, tí talan er um eitt langt tíðarbil. Eg byrjaði afturi í 1994 hjá Fótbólts­ sambandinum sum U16­ venjari. Síðani fekk eg eitt øgiliga stórt álit litið upp í hendi, har eg havi verið við til at bygt eitt landsliðs­ konsept upp. Og samstundis hevur FSF alla tíðina stuðla hesum arbeiðnum, og eg havi havt góðar møguleikar at taka venjaraútbúgvingar og at nema mær kunnleika í øðrum londum. ­ Tað er eitt rættiliga um­ fatandi arbeiði, sum er gjørt í hesum. Bæði við at um­ skipa kappingarstrukturin í yngru deildunum, og við at byggja eitt samlað konsept upp saman við teimum venj­ arum, sum eru settir. Vit tosa her um eini 14 ár, og sjálvur havi eg kent soleiðis, at tá tað fyrsta U21­lands­ liðið endaði eina undan­ kapping, var mín setningur rokkin í tí arbeiðinum. Fara at trýsta Jógvan Martin hevur so ella so verið partur av lands­ liðstoyminum tær tríggjar ferðirnar, sum Føroyar áður hava spælt í Litava. Og eins og liðskiparin, Jákup Mikkelsen, roknar hann við, at talan verður um stórt trýst fyrstu løtuna. ­ Tað verður tað heilt víst. Men kunnu vit halda tætt fyrsta korterið ella so, so plagar trýstið at vatnast eitt sindur. Teirra sterkasta síða er kontraspælið, og tí standa teir so ofta øgiliga væl móti sterku fótbóltstjóðunum. Umstillingsspælið gongur øgiliga skjótt fyri seg, og teir spæla ógvuliga bein­ leiðis móti mótstøðu­ málinum. ­ Tí verður tað øgiliga umráðandi hjá okkum, at vit ikki tøma okkara egnu hálvu, men at vit ístaðin liggja djúpt á vøllinum. Liggur verjan djúpt, so fáa teir ikki handan hálva vøllin at renna á, og tað mugu teir heldur ikki fáa, sigur Jógvan Martin Olsen. Toppdystur í dag FSF hevur boðað frá, at toppdysturin í 1. deild millum VB/Sumba og 07 Vestur verður spældir í dag. Tá ið tey bæði oddaliðini í 1. deild leygardagin hittust á Vágseiði, var veðrið so mikið vánaligt, at dómarin, Petur Hansen, eftir ein hálvan tíma gjørdi av at avlýsa dystin. Vágamenn fóru tískil til hús aftur sum av torvheiði. VB/Sumba og 07 Vestur kappast við AB um tey bæði plássini, sum bera rætt til uppflyting við sær. Leygardagin vann AB 3­ 0 á útivølli ímóti HB. Tað ber við sær, at AB nú hevur 58 stig fyri 25 dystir, meðan bæði 07 Vestur og VB/Sumba hava 56 stig fyri 24 dystir. Fyrsta bríkslið á Vágseiði í dag verður klokkan 15 ella tveir tímar frammanundan, at landsliðið skal í eldin í Litava. FC Suðuroy hevur sæð dagsins ljós Vágbingar og sumbingar eru hugaðir fyri einum felags fótbóltsliði í Suðuroy. Á eyka­ aðalfundi í VB/Sumba í gjárkvøldið varð samtykt at nýta FC Suðuroy sum undirnavn hjá VB/Sumba. Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba, sigur við Suðuroyarportalin, at felagið er áhugað í at skipa felagslið, har øll feløgini í oynni eru við. Formaðurin sigur víðari við Suðuroyarportalin, at á regluliga aðalfundinum, sum verður í februar, fer avgerð at verða tikin um, um liðið hjá VB/Sumba næsta kappingarár skal spæla undir navninum FC Suðuroy. Á eykaaðalfundinum í gjárkvøldið vórðu fýra vald í nevndina, sum ikki vóru í nevndini undan eykaaðalfundinum. Tey eru Jens Petur Brattalíð, Konrad Joensen, Páll Lervig og Eyðbjørn Thomsen. Hini í nevndini eru Bjarni Johansen, formaður, Pól Thorsteinsson, peningarøkil og Oluffa Joensen. Farvæl til 14 ár Golfbóltur er fastur partur av skránni á landsliðsvenjingunum. Her er Jógvan Martin Olsen í ferð við seinasta dystin móti Jens Martini Knudsen og Birgiri Hansen, meðan spælararnir strekkja út Birgir Hansen hevur verið annar av liðleiðarunum á landsliðnum í fleiri ár