leygardagur 25. august 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 163 - 25. august 2001
Nr. 163 - 25. august 2001
11
f. 23. juli 1916 –
d. 26. juli 2001
Vatnið fellur harðar hellur
Slættar niður fjøll
Líggin gongur – grasið
fellur
Fella so vit øll.
Hettar er eitt av ørind-
unum, sum Mikkjal á
Ryggi høgdi í helluna í
Hýsisá
(Mataráin
til
Ryggsgarð) fyri um 100
árum síðani.
Jú, líggin gongur, grasið
fellur og fella so vit øll.
Nú fella vit ein fyri, og
annar eftir, fyri elli og
sjúku, so nógvir úr vin-
arskara,
tit
allir
so
ymiskir, men kortini so
líkir,
so
rótføroyskir.
Sigurd, Alfred, Torstein,
Hans, Albin og so nú tú
Jákup, tit allir vinir, sum í
felag sótu inni við so
stórari vitan og royndum
bæði á landi og sjógvi. Og
tit, sum góvu okkum, eitt
sindur yngri enn tit, loyvi
at
fylgja
tykkum
í
fjallgongu, grindarakstri,
drápi,
uppskering
og
grindabýti, bjargaferð og
so útróðri, ítini, plinkarnir,
miðini og so streymrákið.
Vitan, sum vit áttu at
kunna givið víðari, men
alt broytist.
Jákup, tú vaks upp í eini
tíð, sum tað so ofta hevur
verið sagt um, at tá bygdu
menn mest skip úr viði,
meðan mennirnir vóru úr
stáli. Jú
víst
skuldi
mannsdirvi og sjálvsálit
til, tá tú, sum nýútlærdur
skipari legði vestur í hav,
og tók fulla ábyrgd av
manning og skipi, meðan
norðurhavið so at siga alt
stóð í ljósum loga, heyst
og vetrarnætur so myrkar,
at tú ikki sást hondina
framman fyri tær, allir
vitar sløktir og øll ljós
myrkaløgd, rekandi minir,
lúrandi undirvatnsbátar og
flogfør, og so hettar at
taka land við Gudrun
Søku í sjaskveðri fyri ikki
at tala um í ódnarveðri við
eini
motorkraft
uppá
tríggjar fyri míl, bert við
eini kumpass og klokku,
ongum ekkoloddi, ongum
rakara ella plottara, jú, tað
skuldi sanniliga mansdirvi
og skil til.
Ikki so løgið, at mamma
tín Bina bønaði og bað
teg, um ikki at fara, og tá
tú ikki lurtaði og fylgdi
vilja hennara, tá krógvaði
hon sjóklæðini, tú segði
mær, at pápi tín Tormanns
Jógvan gav tær klæðini og
minti teg á, at leggja tína
sigling í Harrans hendur,
Nýggjaberg var farin við
16
miðvingum,
harímillum
nógvir
av
tínum bestu vinum. Tað
má hava staðið nógv á tær.
Tú sigldi øll krígsárini
og so heilt upp ímóti
ellisárum, ein part í sein-
astuni í uttanlanda sigling.
Tú hevði upplivað og visti
so nógv, altíð stuttligt at
koma í prát við teg, lættur
av lyndi, og søgufróður.
Vit vóru nógvar túrarnar
saman, nakrar til fiski-
skap, men eisini fleiri
túrar á marknað, tú vart
fastur avloysari, sum stýri-
maður
tá
vit
høvdu
Giljanes, og minnist eg
bara góðar løtur saman
við tær.
Tað kundi verið so nógv
at drigið fram úr minn-
inum, men tað kann
liggja, bert ein seinasta
heilsan og tøkk fyri so
nógv gott, so nógv gott
sum ongantíð kemur aftur.
»Dagurin kom, og dagurin
fór, men ikki skilti eg – at
tað var sjálvt lívið«
Friður verið við minnin-
um um skyldmannin og
grannan Jákup á Tor-
mannsbakka.
Heilsan Jens Eli
Minningarorð um Jákup Haraldsen, skipara (Tormanns Jákup) úr Miðvági
Vil bygdaráðið í
Mikladali ikki lata
skúla á Trøllanesi
uppaftur, so kann
landsstýrismaðurin
við skúlamálum einki
gera fyri at gjøgnum-
føra avgerðina hjá
undanmanninum
SKÚLASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
Tað er upp til bygdaráðið í
Mikladali at gera av, um
skúlin á Trøllanesi skal taka
í nýtslu aftur.
Hóast landsmyndugleik-
arnir vilja hava skúlan at
virka aftur, so kunnu teir
einki, um ikki lokalu
myndugleikarnir vilja tað.
–
Landsstýrismaðurin
kann ikki áleggja komm-
unustýrinum at lata skúlan
uppaftur, uttan at hetta
verður fatað sum ágangur
móti kommunala sjálvstýr-
inum, stendur at lesa í eini
løgfrøðisligar frágreiðing,
sum Mentamálastýrið hev-
ur gjørt um skúlastríðið í
Kalsoynni.
Kann einki gera
Tá Óli Holm, landsstýris-
maður, fekk hesa frágreið-
ing hósdagin, boðaði hann
samstundis frá, at hann fær
einki gjørt fyri at loysa
stríðið har norðuri í Kals-
oynni.
– Løgfrøðisliga frágreið-
ingin ger púra greitt, at tað
er bygdaráðið í Mikladali,
sum hevur myndugleikan á
hesum økinum, og tí kann
eg ikki gera annað at mæla
til, at skúlin á Trøllanesi
verður tikin í brúk aftur. Eg
kann ikki fara longur enn
tað, sigur Óli Holm.
– Eg havi roynt at fáa
bygdaráðið í Mikladali at
ganga
foreldrunum
á
Trøllanesi á møti, men tað
hevur ikki eydnast, sigur
hann.
Lítið mál
Fyrrverandi
landsstýris-
maðurin í skúlamálum,
Torbjørn Jacobsen, mælti í
gjár Óla Holm til at leggja
beinleiðis upp í málið fyri
at fáa eina loysn
– Eg haldi, at tað er
ólukksáliga
spell,
um
bygdaklandur skal beina
fyri skúlanum á Trøllanesi.
Hetta er í mínari verð eitt
so evarska lítið mál, sum
bara skuldi verið loyst,
segði Torbjørn Jacobsen
við Sosialin.
Óli Holm heldur seg
einki kunna gera uttan at
mæla til, at skúlin verður
latin upp og at vísa vælvild.
– Løgfrøðin í hesum máli
er púra greið. Tað er bygda-
ráðið í Mikladali, sum
hevur myndugleikan yvir
skúlunum í kommununi, og
vit kunnu ikki áleggja
teimum at lata skúlan á
Trøllanesi uppaftur, sigur
Óli Holm.
Hann sigur seg einki
kunna siga um, hvat fer at
henda í málinum, um børn-
ini í Trøllanesi ikki fara í
skúla aftur.
Óli Holm kann einki gera
– Løgfrøðisliga frágreiðingin
ger púra greitt, at tað er
bygdaráðið í Mikladali, sum
hevur myndugleikan á
hesum økinum, og tí kann eg
ikki gera annað at mæla til,
at skúlin á Trøllanesi verður
tikin í brúk aftur. Eg kann
ikki fara longur enn tað,
sigur Óli Holm,
landsstýrismaður
November 2000:
Bygdaráðið í Mikladali samtykkir, at skúlin á Trøllanesi
skal lata uppaftur eftir summarfrítíðina 2001.
Januar 2001:
Nýggja bygdaráðið setir samtyktina hjá gamla bygdaráðnum
úr gildi.
Mei 2001:
Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, ger av, at skúlin á
Trøllanesi skal lata uppaftur
August 2001:
Skúlin byrjar aftur, men eingin skúlagongd er í skúlanum á
Trøllanesi. Foreldur á Trøllanesi taka børnini úr skúlanum
fyri at mótmæla støðuni.
Skúlastríðið í
Kalsoynni
C
M
Y
K
11
10
w