Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 163 - 25. august 2001 Nr. 163 - 25. august 2001 13 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3213 Navn: Sp/f Atlantic Online Adressa: 530 Fuglafjørður Kommuna: Fuglafjarðar Kommuna Stovningardato: 04.07.2001 Viðtøkudato: 04.07.2001 Kapitalur: Kr. 250.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 250.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Robert Giehm, Millum Gilja 33, 188 Hoyvík, Jóhan Joensen, 530 Fuglafjørður, Johan Heri Joensen, 530 Fuglafjørður, Bogi Lervig, 530 Fuglafjørður og Jón Nolsøe Olsen, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður. Nevnd: Robert Giehm, Millum Gilja 33, 188 Hoyvík (formaður), Jóhan Joensen, 530 Fuglafjørður, Johan Heri Joensen, 530 Fuglafjørður, Bogi Lervig, 530 Fuglafjørður og Jón Nolsøe Olsen, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður. Stjórn: Jóhan Joensen, 530 Fuglafjøður. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum ella nevndarformanninum ella 2 nevndarlimum. Grannskoðari: : Sp/f Grannskoðarastovan á Skála, 480 Skála. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 04.07.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, fjarskiftistænastu- og kervi o.a. í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 22. august 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3223 Navn: Sp/f Norðlýsið Adressa: Rygsvegur 3, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 15.08.2001 Viðtøkudato: 15.08.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Oliver Joensen, Rygsvegur 3, 700 Klaksvík og Elsa Thomina Biskopstø Joensen, 700 Klaksvík. Stjórn: Oliver Joensen, Rygsvegur 3, 700 Klaksvík og Elsa Thomina Biskopstø Joensen, Rygsvegur 3, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Grannskoðari: : Sp/f Agnar á Dul, Gerðagøta 31, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 15.08.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er: Blaðútgáva og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 23. august 2001 Kristin Balle _____________________ Í Býin - hvønn hósdag Vilja tygum við Ynskja tygum at lýsa í teiginum Í Býin, so fyllið út henda lepan og sendið hann til Sosialin, boks 76, FO-110 Tóshavn - ella Fax: 31 47 20 Tekstur Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar -har tað hendir Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Atlas Copco El-brekkarir El-borimaskinur El-kombimaskinur bora & brekka Borar & meitlar Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 RÆTTING Stefan í Skorini Í blaðnum í gjár stóð skrivað, at tað var Bergur Wardum, ið hevði skrivað greinina um Victor Carlsen í Oyggjatíðindum. Hetta er komið skeivt fyri, tí tað var ikki Bergur, ið skrivað hevði greinina. Vit biðja um umbering fyri mistakið. Greinin er nú fyri í rættin- um, tí Victor Carlsen metir hana vera ærumeiðandi og vil tí hava greinina dømda deyða at vera. Bergur Wardum vil eisini fegin hava greiði á sínum leikluti í rættinum. Hann sigur, at hann hevði játtað at stuðla Dan Klein í teim- um formellu viðurskiftun- um í sambandi við rættar- málið. Orsøkin til at hann setti seg í vitnisstólin við revsi- ábyrgd var, at hann vildi hava dómaran at siga, at revsiváttanin hjá Dan Klein ikki fór at vera tikin við, tá dómarin skal gera úrskurð í málinum. Hetta fingu teir dómaran at ganga við til, at revsiváttanin hjá Dan ikki skal takast við í metingina. Orsøkin til at teir vildu hava hesa staðfesting frá dómaranum er, at Dan Klein hevur eina tyngjandi revsiváttan í slíkum mál- um, og tí kundi revsingin verið harðari, um hon varð tikin við. Bergur Wardum vil vera við, at hesir dómar ikki liva upp til krøvini í mannarætt- indayvirlýsingini, og tí kundu teir ikki nýtast sum grundarlag í hesum málin- um. Hósdagin byrjar stór ráðstevna í Føroyum fyri psykiatriskar sjúkrasystrar úr øllum Norðurlond- um. Jóhanna Andrea- sen er ein av fyriskip- arunum, og hon held- ur, at ráðstevnan hev- ur nógv áhugavert at bjóða. M.a. fer Tór- móð Stórá at hava fyrilestur um sjálv- morð í Føroyum RÁÐSTEVNA Stefan í Skorini Tær eru við at leggja sein- astu hond á verkið, nú stóra ráðstevnan stendur fyri dur- um. Tað er felagið fyri psykiatriskar sjúkrasystrar í Føroyum, ið skipar fyri ráð- stevnuni, sum byrjar hós- morgunin. Væntandi vera eini 400 luttakarar úr øllum Norður- londum við á stevnuni, sum verður í Norðurlandahúsin- um. Hetta er fyrstu ferð, at slík ráðstevna er í Føroy- um, og tí eru sjúkrasystr- arnar spentar um, hvussu hetta fer at spæla av. Fjølbroytt ráðstevna Jóhanna Andreasen er for- maður í nevndini hjá fel- agnum fyri psykiatriskar sjúkrasystrar, og tað er nevndin, sum hevur staðið fyri fyrireikingunum. Hon sigur, at tey hava lagt seg eftir at hava eina so fjølbroytta ráðstevnu sum til ber. Hon heldur tað vera týdningarmikið, at hava nógv ymiskt at bjóða, so at luttakararnir allatíðina hava okkurt nýtt at hugsa um. Tað vera fleiri fyrilestrar á skránni. Ein tann mest áhugaverdi fyrilesturin er hjá Tórmóð Stórá. Hann lesur til sálarlækna, og hann hevur í hesum sam- bandi skrivað eina ritgerð um sjálvmorð í Føroyum. Hann fer at leggja úrslit- ini fram á ráðstevnuni, og tað verður áhugavert hjá føroysku luttakarunum eins og hjá teimum útlendsku at síggja, hvussu støðan er í Føroyum hesum viðvíkj- andi. August Wang gjørdi eina ritgerð um sama evni fyri nøkrum árum síðani, og Tórmóð hevur síðani ar- beitt víðari við hesum. Hann hevur granskað ald- urin, kynið og hvar í land- inum tey búgva, ið hava tik- ið lívið av sær sjálvum. Ein annar áhugaverdur fyrilestrahaldari er Allan Holmgren. Hann finst ser- liga at viðgerðarhættunum, ið nýttir vera í dag. Hann sigur, at sálarliga sjúk fólk ikki bara skulu hava eina diagnosu og síðani hava heilivág, men teimum skal eisini verða givin ein vón um at gerast frísk. Holm- gren heldur, at læknar í størri mun eiga at taka alla familjuna við í viðgerðina. Allan Holmgren fer at hava ymisk áhugaverd inn- legg. Millum annað fer hann at vísa sjónband frá sínum egnu viðgerðum við sjúklingum, og hann fer at vísa brot úr filminum Don Juan. Umframt fyrilestrar verða eisini sokallaðir workshops. Her sleppa lut- takararnir at royna seg í meira praktiskum arbeiði. Familjan Heitið á stevnuni er »Fam- iljan – ein møguleiki ella ein forðing«. Í hesum sam- bandi sigur Jóhanna, at familja hjá einum sálarliga sjúkum persóni kann bæði vera ein stuðul í at gerast frískur, men kann eisini vera eitt haft um beinið á tí sjúka. Tí verður leikluturin hjá familjuni tikin til viðgerðar. Hon sigur, at tað sum heild næstan er bannað at tosa um sálarligar sjúkur í Før- oyum. Fólk, ið eru innløgd, vilja ikki hava nakað sam- band við onnur, tí tað hetta er tabu. Tað er hinvegin lættari hjá sjúklinginum at fáa bata, um tosað verður opið um trupulleikarnar. Felagið føroyskar psykiatriskar sjúkrasystar vilja við hes- um tiltakinum hava størri viðurkenning í samfelagn- um fyri sálarsjúkum, og at hesar eru at meta eins við aðrar kropsligar sjúkur. Fyri at krydda ráðstevn- una hava fyrireikararnir fingið Edvard Fuglø at hava framsýningar við sín- um verkum. Eisini fer Kári Sverrison at syngja og Hans Tórgarð fer at spæla leikin um Van Gogh. Spennandi ráðstevna um psykiatri í Føroyum Norðurlandahúsið fer í næstum at vera karmur um stóra ráðstevnu fyri psykiatriskum sjúkra- systrum Bergur førdi ikki pennin C M Y K 13 12