mikudagur 15. oktober 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 198 - 15. oktober 2008
Bergur
Johannesen
ummælir
Filmsvika
Ein vakur familjufilmur,
har uttan iva okkurt eyga
var vátt móti endanum.
»Elina – som om jag inte
fanns« er um smágentuna,
Elina, ið stutt síðan hevur
mist pápan. Hon byrjar
aftur í skúlanum í lítlu
bygdini í norður Svørríki
eftir eina longri sjúkralegu
»Elina - som om jag
intE fanns«
★★★★✩✩
Í lívinum hjá Elinu spælir pápin
ein stóran leiklut. Hóast hann er
deyður, so tosar Elina við hann
hvønn dag. Lítla systur hennara
og mamman halda hana vera óða
í høvdinum, men Elina leggur
ikki í. Fyri hana livir pápin enn í
staðnum hjá teimum báðum,
mýrini, ið hann hevur lært hana
at ganga í. Tá hon byrjar aftur í
skúlanum, kemur hon út fyri
torførum støðum, ið stranga
flokkslærarinnan setur hana í.
Við stuðli frá nýggja unga
læraranum og treiska og góða
lyndinum hjá pápanum, megnar
hon tó at vinna á øllum.
Søgan er rørandi og lærandi,
smágentan talar reint inn í
hjartað og støða hennara nemur
einhvønn. Leiklutirnir í filminum
standa væl saman um stóru
heildina. Neyðarsliga mamman,
ið hevur lítlu systrina við sær,
stranga lærarinnan, ið øll læra at
hata gjøgnum filmin, skilagóða
Elina, sum ongin í filminum tó
skilur. Saman flætta allir hesir
persónar ein film, ið nemur nógv
ymiskt og dregur øll inn í
støðuna hjá høvuðspersóninum.
Í skúlanum skilja vit, at
mismunur verður gjørdur á
børnunum, finsku børnini eru
minni mett og lærarinnan er
beinleiðis órein móti teimum.
Uttan at hava innlit í søguligu
støðuna, er greitt at Elina berjist
fyri tí rætta. Meiningar vera
gjørdar, og fólk kenna seg aftur í
hjartalagnum hjá Elinu.
Landslagið er vakurt, og
filmurin er fullur av vøkrum
myndum, ið prýða um. Væl
spældur og samansettur, ein
góður familjufilmur. Tó hevur
hann ikki tað, ið skal til at gerast
ógloymiligur. Frálíkt undirhald
fyri børn og vaksin í 77 minuttir.
Saman standa
vit sterk
Roy Andersson býður
hyggjarunum inn um
í eina veruleikakenda
verð, ið er syrgilig, keðilig
og á ein hátt stuttlig.
Persónarnir eru sum
menniskju, tikin úr
veruleikanum, als ikki
spennandi, men syrgilig,
vánalig og keðilig
»Du lEvanDE«
★★★★★✩
- Í nátt, tá droymdi eg ein dreym.
Og tað var als ikki hugnaligt,
skal eg siga tær, soleiðis sigur
maðurin, sum situr í bilinum, ið
koyrir seint framvið upptøku-
tólinum. Upptøkutólið stendur
stilt og lang frástøða er til
persónarnar. –Eg var til eina
familjuveitslu, men eg var ikki í
familju við nakran, og eg kendi
ongan. Maðurin, ið koyrir bilin
greiðir frá dreyminum, ið endar
við at hann verður blakaður í
eletriska stólin, tí hann hevur
brotið eina skál.
Vit hitta ymisk menniskju á
leiðini, hvørt við síni støðu,
hvørt við sínum trupulleikum og
síni áskoðan á lívið. Filmurin er
um tey, ið annars ikki høvdu
verið filmað - tey, sum eru ov
vanlig. Trupulleikarnir vera lýstir
stuttligt, og keðiligu seinu
klippingarnar og drúgvu senurnar
skapa eina løgna spenta
atmosferu millum hyggjararnar.
Nógv vóru um at bresta, tá
tragiski komikkurin var í
hæddini.
Øðrvísi
Pallarnir eru stórir og upptøku-
tólið er stilt, langt burtur frá
persónunum. Ikki ein tann
einasta klipping í eini senu ella
ein nærmynd er. Hesi eru øll
amboð til at skapa júst hendan
stemning í salinum, sum eisini
merkir allan filmin.
Menniskjan er lýst hjálparleys,
sjálvsupptikin og tó søkjandi
eftir eydnu. Ber tað til at hyggja
eftir filminum, uttan at hugsa um
vanligar reglur og snið, er hann
ótrúliga hugvekjandi og stutt-
ligur.
Hann er tó ikki eins góður sum
filmurin hjá Roy Andersson frá
2000, »Sånger från andra
våningen«. Byrjanin er heilt
ótrúlig, og løgni stemningurin
greip øll í salinum. Men sum
gongur móti miðjuni fer luftin úr,
á ein hátt. Sparkið, ið lyftir fyrstu
senurnar á eitt støði, ið eg vil
kalla “genialt”, manglar. Kortini
er filmurin samanumtikið heilt
ófatiliga hugvekjandi, stuttligur
og ikki minst øðrvísi.
Tragikomiskt ella komiskt tragisk