mikudagur 15. oktober 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 15. oktober 2008
39
Ein av varðunum innan
svenska filmslist er
»Ondskan« frá 2003.
Erik Ponti er harði,
mishandlaði drongurin,
ið má berjast fyri sínum
rættindum. Framleiddur
professionelt og væl
samanskrúvaður. Brennur
seg fastan í nethindina
»Ondskan«
★★★★★✩
Heima verður hann bukaður av
fosturpápanum og í skúlanum
bukar hann sjálvur onnur.
Mamman verður noydd at senda
hann á kostskúla, har lívið hjá
honum av álvara gerðst trupult.
Á skúlanum »Stjärnsberg« líðir
hann undir stýrinum av eldru
næmingum, ið halda eina harða
hond yvir nýggju næmingunum.
Filmurin fylgir Eriki, ið er
dugnaligur í skúlanum, kropps
liga væl fyri, sálarliga vanur við
at berjast. Hann er tískil als ikki
sum hini á skúlanum, hann torir
at verja seg og svara aftur. Søgan
er um eina hetju, um kærleika,
um rættindi og vón.
Sera sterkar myndir vera
brúktar, nógv blóð og ljóð, ið fáa
teg at snerkja, tá Erik antin verð
ur sligin ella sjálvur slær. Nógv
er gjørt burturúr, og tað skilst
beinavegin, at her er ikki talan
um nakra bíliga filmsframleiðslu.
Sjónleikararnir eru góðir og
persónarnir væl lýstir, hóast fáir
fáa langa tíð á skíggjanum.
Avnoktandi mamman, tyranski
fosturpápin, snikuti formaðurin
Silverhielm og trúgvi vinmaðurin
Pierre spæla allir týdningar
miklar sterkar leiklutir í hesi
søgu.
Áskoðararnir verða drignir inn
í søguna og í truplu verðina hjá
Eriki, har einans hin sterkasti
yvirlivir. Hóast eg sjálvur hati
tað, tá onkur sigur hetta, so fari
eg kortini at gera tað: Bókin var
betur.
Blóðugur óndskapur fyri ung
Tú
krympar
tærnar
»I stället för Abrakadabra«
er søgan um ein drong,
ið veruliga ynskir at gera
gykling til sítt lívsstarv.
Hansara stóru forðingar
eru, hansara manglandi
gávur og tað, at pápin
heldur tað vera nakað verri
møsn. Filmur er ótrúliga
stuttligur, væl spældur og
gjørdur
»I stället fOr
abrakadabra«
★★★★★★
Lívið hjá Thomas melur kring
hansara dreym um at gerast
gyklari. Hann roynir kynstur síni,
hvar hann so kemur, men tíverri
dugir hann illa og ístaðin fyri at
skapa áhuga, kemst bara
irritatión burturúr. Hóast hann
roynir og roynir at vinna pápan
yvir á sína síðu, eydnast tað ikki.
Ynskið hansara er bara, at
sonurin gerst vaksin og finnur
sær eitt veruligt arbeiði.
Ótrúliga vakrar myndir við
sterkum litum rúnabinda hyggj
aran. Kynstrini eru skemtilig, og
tú lærir beinavegin persónarnar
at kenna. Alla tíðina situr tú við
tí kitlandi kenslu, ikki at vita
hvat verður tað næsta. Hvørja
ferð hann letur munnin upp ella
bara ger tí minstu rørslu,
krympar tú tærnar.
Drama, spenningur, skemt og
forvitni verða blandað í eina
framúrskarandi heild. Filmurin er
frískur og sterkur. Tá filmurin
leið móti endanum, rann bert
hesin eini tankin mær til hugs –
Nei, ikki enda longu!