Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 199 - 16. oktober 2008 Hálvtannað ár og 21 tímar av films­ upptøkum tók tað Katrini Ottarsdóttir, leikstjóra, at fáa tað, hon vildi hava. Eitt petti av sannleikanum um stygga lista­ mannin Tórodd Poulsen Filmur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - At vera saman við Tóroddi merkir, at tíðin gingur við tí ferð, sum Tóroddur heldur, at hon skal ganga við. Ikki skjótt, ikki seint, men Tór­ oddurskt. Soleiðis segði leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, fyrr í ár, tá hon stóð beint í upp- tøkunum til filmin ”Ein regla um dagin má vera nokk” um listamannin Tór- odd Poulsen. Longu tá visti hon, at eitt upptøkutól á ongan hátt var hennara ókeypis atgongu- merki inn til sannleikan um listamannin, hon hesuferð hevði vent linsuna móti. So hon brynjaði seg við toli. Lat tóroddusku tíðina ganga og lat sær lynda, at listamaðurin ongantíð var oyðslutur vit pettunum av sær sjálvum - Tóroddur veit, nær hann hevur givið tær eina hósk- andi dosis. Ofta fært tú onki. Og so allíkavæl ...! Lurtar tú væl, er tað altíð hatta Tóroddurska, og tað eru hesar gloypibitar, sum eg fegin vil geva øðrum lut í, segði Katrin Ottarsdóttir og setti seg við klippiborð- ið. Sannleikin? Síðani tá, hevur Katrin Ott- arsdóttir klipt 20 av teimum 21 upptøkutímunum við Tóroddi burtur. Eftir liggur ein lítil filmstími við heiti- num ”Ein regla um dagin má vera nokk”, sum verður sýndur í Norðurlandahúsin- um í annaðkvøld. Sjálv gleðir leikstjórin seg til at borðreiða við gloypibitunum av Tóroddi, men sannleikan um lista- mannin, mugu vit nokk framvegis bíða eftir. - Sanna søgan um Tórodd er kanska, at hann netupp er so gátuførur. Eg fór ikki eftir nøkrum endaligum sannleika í eini roynd at avmystifisera Tórodd og gera hann púra ófarligan. Hann sleppur at vera sum hann er í filminum, og so mugu vit taka tað, vit fáa. At vit í grundini fáa rætti- liga nógv hongur neyvt sam- an við, at Katrin Ottarsdóttir hevur fylgt Tóroddi einsa- møll við sínum upptøkutóli og tikið sær ta tíð, tað tók. - Eg dugi ikki at ímynda mær, at man kundi sagt hesa søguna við einum stór- um og dýrum upptøkuliði. Tá høvdu upptøkurnar skula verið so effektivar, at Tóroddur ivaleyst bara hevði stillað seg upp og roynt at liva upp til allar for- dómarnar um hann, fyri at fáa tað yvirstaðið, grunar leikstjórin. Spælið við fordómarnar Katrin Ottarsdóttir dylir ikki yvir, at júst mongu for- dómarnir um Toródd sum eitt grenjut tvørball, sum illa tímir at tosa, áttu sín lut í, at hon fór í holt við film- in. Tí uttan mun til, um vit vilja viðganga tað ella ikki, eru fordómar við til at skapa okkara myndir av ikki minst listafólkum - og leikstjórin var vorðin for- vitin.. - Tí mátti eg eisini null- stilla meg sjálva fullkomi- liga, so eg ikki sat við eini lidnari mynd av Tóroddi, áðrenn eg yvirhøvur fór í gongd. Men jú, - í mongum førum livir Tóroddur upp til fordómarnar, men í film- inum fáa vit eina meir nuanseraða mynd av, hví hann er soleiðis. Tað er rætt, at hann brokkar seg um alt møguligt, men grenj- ið er sannliga eisini ein týð- andi drívmegi hjá honum sum listamanni. Hinvegin er tað grenjuta bara ein lítil partur av honum, tí hann er so nógv annað eisini, sigur Katrin Ottarsdóttir, sum eisini fekk váttað ein annan fordóm um listamannin. - Tóroddur er ikki serliga prátingarsamur - so tað prát- ar hann rættiliga nógv um, sigur leikstjórin heldur loyndarfull og viðgongur, at hon eisini brúkar spælið við fordómar sum eitt slag av frásøgusnildi í filmi- num. Sum kunnugt er Tóroddur ein framúr góður undir- haldari og performari, og í filminum verða vit onkuntíð í iva um, um hann nú spælir seg sjálvan ella um hann bara er so. - Filmurin spælir eitt sind- ur við handan dupultleikan, men eg trúgvi allíkavæl, at áskoðarin dugir at skyna á, hvat er hvat. Tað er neyvan nakar í iva um at brotini, har Tóroddur er saman við soninum Lukas, eru so ekta, sum tað yvirhevur ber til. Tær løturnar gloymdi hann fullkomiliga, at eg var har, og tað sæst eisini í filmin- um, sigur Katrin Ottars- dóttir Ræðist ikki tøgnina Hóast Tóroddur ofta skjýtur við skørpum í filminum, eru tað heldur løturnar við djúpari tøgn, sum virka mest provokerandi. Tí leik- stjórin ræðist ikki tøgnina. Heldur letur hon hana hanga í luftini, til áskoðarin mest sum verður tvingaður til at hugsa sjálvur og um, hvat hann er vitni til og partur av. - Tigandi løturnar eru brúktar rættiliga tilvitað - bæði tí tær altíð vóru partur av samveruni við Tórodd, men eisini tí tær siga nakað serstakt. Vit skulu bara læra okkum at lurta eftir tøgnini, so hoyra vit tað, sigur Katrin Ottarsdóttir. Hon leggur afturat, at í so máta er ”Ein regla um dagin ..” heilt øðrvísi enn filmurin um myndahøggaran Hans Paula Olsen, sum jú fegin greiddi frá sínum lívi og síni list. Kortini heldur hon, at filmurin um Tórodd kann røkka eini líka stórari áskoðarafjøld. - Tað verður nokk ein øðr- vísi fjøld, tí hetta er ein so øðrvísi filmum. Tað er ringt at siga ... eg veit bara, at um eg byrji at royna at gera øllum til vildar, kann eg líka so gott pakka saman, sigur Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri. Meðan vit bíða eftir Tóroddi - Tóroddur er ikki serliga prátingarsamur - so tað práta vit ofta um í filminum, sigur Katrin Ottarsdóttir, sum eisini spælir við fordómarnar um Tórodd Poulsen í filminum ”Ein regla um dagin má vera nokk”