hósdagur 16. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Nr. 199 - 16. oktober 2008
– Ein Tóroddur
um dagin, heldur
keðseminum burtur
★★★★✩✩
_____________________________
»Ein regla um dagin má vera nokk«
Leikstjóri: Katrin Ottarsdóttir.
58. minuttir.
_____________________________
Hann situr mest og spælir guit
ar. Hevur góða tíð, og so er
hann stuttligur. Tóroddur Poul
sen er ein listamaður, sum
ongantíð hevur viljað, at nakar
skal siga, hvat hann er, hvat
hann ger og meinar ella ikki
meinar. Hann vil ikki lýsast,
men vil sjálvur lýsa tey, sum
royna at lýsa hann.
Filmurin ”Ein regla um
dagin má vera nokk” hjá
Katrini Ottarsdóttir er trúgvur
móti Tóroddi. Filmurin er sum
Tóroddur skiftandi, livandi,
hetrogenur og torir at lata
filmisku rútmuna skifta og
spæla saman við rútmuni í
yrkingunum og málningunum
hjá listamanninum. Stundun
brýtur í bæði borð, og onkun
tíð er djúp tøgn. Hetta ger, at
filmurin er alt annað enn
keðiligur.
Í krovið á listini
Tað góða við filminum um
Tórodd, er at hann ikki er rein
ævisøga. Tilgongdin er meiri
her og nú, og tey fáu brotini
um fortíðina hjá listamann
inum koma inn í myndina á
ein lættan og nátúrligan máta.
Eftir at hava sæð filmin eru
vit ikki so nógv klókari um,
hvør Tóroddur veruliga er, og
tað er gott.
Vanliga ævisøguliga lýs
ingin, um at oldurabbin (so
skulu vit síggja eina svart/
hvíta ella gulnaða bringumynd)
var úr Trøllanesi, og langomman
var systkinabarnið hjá Floru Heil
mann, og ein av forfedrunum var
sunnudagsskúlalærari í Ebenezer,
jada… jada…ja ... er langt frá
brúkt í hesum filminum, og tað
er ómetaliga gott. Vit fara beint í
krovið á listini og ongum øðrum.
Tóroddur sleppur sjálvur framat
at lesa yrkingar, ofta alment og
øll vita, at hann kanska er Føroya
besti upplesari á einum palli
saman við einum rokkorkestri.
Tá er hann ein sum annar
Laugesen.
Listafólkafilmar
Sum filmsummælari og
film(lista)savnari, havi eg ein
veikleika fyri filmum um
listafólk, serliga um høvundar,
men eisini um modernaða list og
listafólkalív. Konsertfilmar eru
eisini ofta fínir, filmar um
listafólkaklikur, skúlar og um
arkitektar og eisini um listafólk,
sum tordu, vildu, kundu og ja
gjørdu tað bara. Eri eg á onkrum
listasavni úti í heimi, so royni eg
ofta at keypa ein DVD um
listafólk, sum eg valla kenni og
list, eg nærum ikki skilji. Hin
seinasti, eg sá, var um Henrik
Stangerup. Eisini havi eg hugnað
mær við filmum um Inger
Christensen, Piu Tafdrup, Peter
Laugesen og Peter Seeberg.
Hetta er alt filmar, sum eru
verdir at síggja. Stórt sæð eingin
av hesum filmum er rein
ævisøga, teir draga meiri verkini
hjá høvundunum inn í filmin og
gera ein film úr verkunum,
heldur enn um lívið hjá
høvundanum. Sambandið milum
”skrivað lív” og livað lív er so
ringt at fáa fatur á, at best er at
gera eitt listarligt portrett.
Styggur listamaður
Ein listafólkafilmur krevir eina
serliga optik – okkurt háttalag og
gott ”eyga” fyri listagreinini og
serliga fyri listarliga heiminum
hjá listafólkinum. Virðing fyri
listamanninum er eisini neyðug.
Slíkir filmar eru løtumyndir og
byggja á stór frával.
Katrin Ottarsdóttir hevur eina
góða distansu til Tórodd, men
eisini eina serliga optik. Hon
kennir hann, men er ikki
innforstaðin.
Ein og hvør fotografur veit, at
eitt portrett sigur nógv um
sjálvan fotografin, og tað klæðir
filminum, at leikstjórin so ofta er
at hoyra í bakgrundini.
Uppgávan er ikki løtt at gera
eitt portrett av einum manni, sum
stendur aftanfyri eitt so eksklu
sivt ritverk, sum tað hjá Tóroddi.
Tí riggar tað væl, at Katrin
Ottarsdóttir brúkar myndir og
tónleikin hjá Tóroddi at opna
verkið og at fáa hann at tosa.
Uppgávan hjá Katrini Ottars
dóttir er torfør, tí Tóroddur er nú
einaferð styggur sum ein vargur.
Tað er samstundis eisini serliga
sjarman og dámliga lagið, sum
eykennir mannin, at hann er so
smoykin og hvørvin. Onkuntíð
hulin, í næstu løtu bonskur og
harður, men altíð blíður onkurs
vegna.
Treka samrøðan
Persónliga haldi eg nógv um
nógv av tí, sum Tóroddur sigur.
Kanska tí at hann nú letur stóru
kanónirnar standa og skjóta 300
punds gotristykki omanyvir
trúgv, religión, vantandi
mentanarpolitikkin í Føroyum og
bókmentafrøðingar, ja teir eisini..
Eg sakni kanska onkuntíð, at
Tóroddur tosar eitt sindur meiri
um aðrar yrkjarar og um ein
poetikk, sum honum dámar og
ikki bert turrgeldar bókmenta
frøðingar og list, sum honum
ikki dámar.
Filmurin er mest eykendur av
einari trekari samrøðu, har
leikstjórin roynir at fáa glið á ein
listamann, sum verjir seg handan
sína list. Tað, sum ger filmin
góðan, er, at Katrin Ottarsdóttir
fangar, at undir øllum skemtinum
og handan ironiina er eitt menn
iskja, sum hugsar djúpar tankar
um deyðan, um at liva við
tankanum um lívið aftaná deyðan
og ein maður, sum passionerað
hatar skipaða religión og smá
borgarligheit og mangt, mangt
annað.
Her er hann eingin fremm
andur í føroyskum høvundahøpi,
tí William Heinesen hevði eina
líknandi lívskenslu sum hana, eg
haldi meg síggja, Tórodd leggja
seg eftir.
Okkurt úr ongum
Ottarsdóttir ger hesa dokmentar
film triologiina við einari lítlari
játtan. Hetta merkir, at stílurin er
einkul, eitt kamera og hon klippir
ikki tað vekk, sum ”klassiskt
sæð” er illa filmað, sum til
dømis mótljós. Hon er farin yvir
til ein snapshotestetikk, sum er
so nógv frammi í dag.
Reint filmiskt dámdi mær best
partarnir, har Tóroddur gongur
eftir Istedgade á Vesterbro
framvið teimum hørðu verts
húsunum, pusjarum og porno
handlum – ja fram við øllum, tí
sum er ósambæriligt sum
Tóroddur einaferð sjálvur er tað.
Her kom eg at hugsa um Jørgen
Leth og filmin ”Jeg er levende”
um Søren Ulrik Thomsen, men
Katrin Ottarsdóttir hevur tíverri
ikki heilt poetiska handalagið hjá
Leth, men tað er eisini ov nógv
kravt.
Við hesum filminum hevur
Katrin Ottarsdóttir prógvað, at
hon dugir at brúka hendan
avmarkaða formin og hesa
avmarkaðu játtan til at gera ein
minnisverdan fínan lítlan film.
Kreativitetur er kanska meiri enn
nakað annað, at megna at gera
okkurt burtur úr nærum ongum.
Kim Simonsen
ummælir
Filmsvika
Hin ósamanberiligi
- Eftir at hava sæð filmin eru vit ikki so nógv klókari um, hvør Tóroddur veruliga er, og
tað er gott, heldur ummælarin Kim Simonsen