Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 199 - 16. oktober 2008 John Johannesen er formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og hann legði dent á týdningin við tøttum samstarvi og at føroyingar draga eina felags línu, skal evropapolitikkurin eydnast til fulnar Evropapolitikkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í samband við vitjanina hjá EFTA-nevndini hevur tætt samskiftið verið millum uttanlandsnevndina og landsstýrið. - Endamálið er at tryggja at øll draga somu línu og at signalini úteftir eru púra greið. Um vit byrja at senda mótstríðandi signal úteftir, kann hetta skaða tilgongd- ina, og um vit skulu koma á mál, er neyðugt at øll, eisini andstøðan, draga somu línu, sigur John Johannesen, formaður í uttanlands- nevndini. EFTA-nevndin, sum nú vitjar í Føroyum, er ein parlamentarisk og ráðgev- andi nevnd, sum ráðgevur ministarunum í EFTA. Tað er eingin loyna at Sveis eru teir, ið hava verið mest skeptiskir yvirfyri føroysk- um limaskapi, og tað stendst mest av at teir halda Føroyar vera reina fiski- vinnutjóð. - Vit hava havt framløgur og fundir við teir í morgun, og eg haldi at teir hava fing- ið avklára nógvar spurning- ar. Serliga eru vit áhugaverd fyri Sveis innan ílegu- gransking, tá Sveis eru sera frammalaga innan medisin- alídnað, sigur John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini. Um tað skal eydnast at fáa sannført nevndina um at tað er ein gongd leið fyri EFTA at lata Føroyar fáa limaskap, er neyðugt at øll, eisini politikarar í bæði samgongu og andstøðu eru samd um tilgongdina. - Uttanlandsnevndin bakkar fult uppundir leistin hjá Uttanríkisráðnum, og tað er av størsta týdningi at øll nú draga somu línu, sig- ur John Johannesen, for- maður í uttanlandsnevnd- ini. Eygleiða í serfrøðinganevnd Afturat tí legði John Johannesen dent á, at uttan- landsnevndin er samd um at hetta er ein gongd leið fyri Føroyar, soleiðs at vit kunnu fjøltátta føroyska búskapin og fáa fleiri bein at standa á. Fundirnir í morgun hava verið positivir, og vit hava figið positiv tekin um framtíðina. Nú verður ein serfrøðinganevnd sett niður av EFTA, og vit hava biðið um at fáa eygleiðandi leiklut í hesi nevndini, og tað hava vit eisini fingið sera positivar afturmeld- ngar um, greiðir John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini, frá. Mugu draga eina felags línu Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, er greiður í málinum viðvíkjandi Evropa­ politikkinum. – Málið er fullur limaskapur í EFTA og eina 2. ættarliðsavtalu við ES innan samgongu­ skeiðið er runnið Evropapolitikkur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í samband við at ein EFTA- tingnevnd í hesum døgum vitjar í Føroyum, buðu Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður í uttanríkismálum og John Johannesen, for- maður í uttanlandsnevndini, til tíðindafund, har kunnað varð um hvat hendir í hes- um døgum. Jørgen Niclasen legði út við at royna at greiða eina fløkju, sum Kringvarpið hevði varpað út fyrradagin, nevnliga at EFTA skuldi verða lopfjølin inn í ES. - Tað er neyðugt at skilja ímillum í Evropapolitikk- inum hjá samgonguni. EFTA skal ikki verða lop- fjølin inn í ES. Vit hava í løtuni handilsavtalu við ES, eina sokallaða 1. ættarliðs- avtalu, og vit vilja knýta Føroyar tættari at ES og fáa eina 2. ættarliðsavtalu, sum umfatar tey fýra frælsini, nevnliga um frían flutning av vørum, tænastum, kapi- tali og persónum. Tað er endamálið við ES politikk- inum hjá samgonguni, og ikki at lima Føroyar bein- leiðis uppí ES, heldur ikki umvegis EFTA, sigur Jør- gen Niclasen, landsstýris- maður í uttanríkismálum Viðvíkjandi EFTA er mál- setningurin eisini greiður. Ætlanin er at røkka einum fullum limaskapi í EFTA, soleiðs at Føroyar fáa avtalu um tey fýra frælsini við EFTA londini, og soleiðs at Føroyar kunnu taka lut í teimum fríhandilsavtalum, sum EFTA hevur við onnur lond. - Í ES eru nógvar frí- handilsavtalur, men hesar avtalur umfata ikki fríhandil við fiski, og tað er ein stór avmarking fyri Føroyar. Hinvegin umfata fríhandils- avtalurnar hjá EFTA eisini fisk, og tí er tað at vit vilja gerast limur í EFTA, leggur Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður í uttanríkismálum, dent á. Kunna um Føroyar EFTA-tingnevndin er sett saman av politikarum úr teimum fýra EFTA londun- um, sum eru Ísland, Noreg, Liktinstein og Sveis, og endamálið við vitjanini er at kunna teir um hvat Føroyar er. - Við hesi vitjanini vilja vit kunna teir um, hvat Før- oyar er, hvat vit vilja og hvørjir møguleikar eru. Ein trupulleiki hevur verið at eitt nú Liktinstein og Sveis ikki hava vita serliga nógv um Føroyar, og hvørjir møguleikar eru fyri tey her. Vit vilja vísa teimum at vit ikki bert eru fiskur, men at aðrir møguleikar eisini eru her, greiðir Jørgen Niclasen frá. Í gjár á morgni skipaðu Uttanríkisráðið og Uttan- landsnevndin fyri framløg- um um ymisk viðurskifti í Føroyum, og eitt av teimum evnunum, sum serliga áhug- aðu Sveis og Liktinstein eru møguleikarnir innan ílegugransking í Føroyum. - Tað er ein sannroynd at Sveis eru eitt kent land innan medisinalídnaðin, og fyri teir eru fleiri møguleikar í Føroyum. Eisini eru Før- oyar áhugaverdar fyri teir, tá tað kemur til bæði olju og fíggjarmarknaðin, vísir Jørgen Niclasen á. Eitt stig á vegnum Føroyar hava áður verið limir í EFTA, men tá Dan- mark fór upp í ES í 1973, stóðu vit aftur uttanfyri. Nú er ætlanin hjá at gera eitt »comeback«, sum Jørgen Niclasen tekur til, og fyrsta stigið á vegnum er gjøgnum parlamentarikararnar, sum eru í landinum nú. - Næsta stigið er ein ser- frøðingabólkur, sum er sett- ur niður av EFTA at kanna framtíðar møguleikar, og harafturat royna vit at fáa ein fund í lag við ministar- arnar í Sveis, og tað verður enn eitt týðandi stig á vegn- um. Higartil hevur hetta ikki verið gjørligt, men nú hava vit fingið positivar afturmeldingar, og eftir ætlan verður hesin fundurin áðrenn jól, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Av tí at Føroyar ikki eru sjálvsstøðugt land í hesum spurninginum, er eisini neyðugt at ráðføra seg við Danmark, og Jørgen Nicla- sen sigur at Per Stig Møller, vegna Danmark, hevur giv- ið fullan uppbakning um ta tilgongd, sum nú er sett í verk. Eitt stórt mál at seta Tað er eingin loyna at tað tekur langa tíð at greiða hesar spurningarnar, og ser- liga tá arbeitt verður eftir tveimum leistum, einum við ES og einum við EFTA. Men Jørgen Niclasen er vónríkur um at tað fer at bera til at koma á mál, áðrenn samgonguskeiðið er runnið. - Tað er eitt stórt mál at seta sær, men vit vóna at tað fer at bera til at hava eina avtalu við ES í lag og at hava fingið fullan lima- skap í EFTA áðrenn sam- gonguskeiðið er runnið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttan- ríkismálum. Limaskap í EFTA og avtalu við ES innan 3 ár - Tað er eitt stórt mál at seta sær, men vit vóna at tað fer at bera til at hava eina avtalu við ES í lag og at hava fingið fullan limaskap í EFTA áðrenn samgonguskeiðið er runnið, sigur Jørgen Niclasen - Endamálið er at tryggja at øll draga somu línu og at signalini úteftir eru púra greið. Um vit byrja at senda mótstríðandi signal úteftir, kann tað skaða tilgongdina, sigur John Johannesen Fólkaflokkurin er liðugur við uppstillingina til býráðsvalið 11. november til Tórshavnar Býráð. Fólkaflokkurin hevur 17 valevnir eru á listanum, og dentur er lagdur á, at listin er so væl umboð- andi sum gjørligt, sigur flokkurin. Ungmanna- felagið Huxa er umboðað við einari ungari kvinnu og einum ungum manni, og eru lokalt kend fólk komin á listan, sum á besta hátt kunnu umboðað bygdirnar, ið eru í kommununi. 5 kvinnur og 12 mans eru uppstillaði fyri lista A. Fólkaflokkurin, ið hevur fýra býráðslimir, er stórsti flokkur í býráðnum. Jan Christiansen, Sjúrður Olsen, Inga Dahl, og Vagnur Johannesen umboða fólkaflokkin í dag, og stilla tey øll uppaftur. Valevnini eru: Jan Christiansen, skúlastjóri, Inga Dahl, vinnuráðgevi, Martin Dam, arbeiðstakari, Oskar Eiriksson, húsavørður, Kitty May Ellefsen, vinnulívskvinna, Tummas í Garði, læknastjóri, Marita Hentze, verkfrøðingur, Karlot Heirgeirsson, skipsførari Vagnur Johannesen, stjóri, Eyðfinnur Lenvig, byggifrøðingur, Birgith Lassen, lesandi, Gunnar Mohr, húsasmiður, Ella Sloan Müller, skrivstovukvinna, Hans Norðfoss, sølumaður, Sjúrður Olsen, søluleiðari, Rói Bjarnason Poulsen, sølumaður, Egon Øregaard, skúlastjóri. Fólkaflokslistin í Tórshavnar kommunu liðugur