Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 199 - 16. oktober 2008 FÍGGJARKREPPA Orð & myndir Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo – Vit hava fingið munandi meiri at gera eftir, at fíggjarkreppan rakti Ísland. Vit fáa hópin fleiri fyri­ spurningar, bæði frá almennum og privatum, og teir allarflestu ganga út uppá, hvussu tey skulu fyrihalda seg peningaliga, tá tey koma til Íslands, sigur føroyska sendi­ kvinnan í Íslandi, Gunvør Balle Reykjavík: – Vit her á sendistovuni merkja fyrst og fremst kreppuna á tann hátt, at vit hava fingið nógv meiri at gera. Vit hava fing­ ið eina rúgvu fleiri fyri­ spurningar frá føroyskum fyritøkum og stovnum og eisini privatum um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, nú tey koma til Íslands, eins og vit verða biðin um at gera frágreiðingar. So á tann hátt merkja vit tað fyrst og fremst, sigur Gunvør Balle, føroysk sendikvinna í Reykjavík. Men hvat er tað reint ítøkiligt, sum er broytt hesa seinastu vikuna. ­ Tá mann lesur bløðini og hoyrir úvarpini og sær sjónvarpið, alt tað, sum kemur út í fjølmiðlunum, so skuldi mann næstan trú, at Ísland var eitt land, sum slett ikki fungeraði. Men tá mann so er her, gongur úti á gøtuni og prátar við fólk, so haldi eg, at tað er ein himm­ alvíður munur á tí, mann fær at vita í fjølmiðlunum og so tað, mann upplivir frá fólki á gøtuni, sigur Gunvør Balle. Hon hevur roynt at hugt í handlarnar at vita, um tað nú er minni úrval av vørum soleiðiðs, sum søgur ganga um, eins og hon hevur kanna eftir, um keypskort­ ini virka í automatunum. ­ Fólk koyra enn í stórum bilum, og tað eru enn stórar køir, so eg vil siga, at tað er ikki stórur munur á í dag og so fyri viku síðani, sigur Gunvør Balle. Spurningar um pengar Hon metir tó, at undir yvir­ flatuni gløðir óttin óivað. Og tað, sum útlendsku fjøl­ miðlarnir føra fram, skal á ongan hátt undirmetast. ­ Innast inni ivast fólk helst og hava tað einki ser­ ligt við støðuna. Tann visu­ ella myndin av fólkinum á gøtuni vísir ongan ekka, men setur mann seg niður og tosar við fólk, so merkist ein viss óvissa og ótti. Men tey hava eisini eina ávísa ironiska frástøðu frá tí og skemta við tí, tí tey kunnu ikki fáa seg at trúgva, at teppið púrasta verður skrætt undan teimum. Tey hava eina tiltrúgv til, at onkur skipan, antin tað so verður tann altjóða skipanin ella ríkisstjórnin ella okkurt heilt triðja, fer at bjarga teimum, sigur Gunvør Balle. Reint praktiskt so ber økta arbeiðið í sær, at tey skulu svara fyrispurningum frá fólki í privatari vitjan eins væl og í arbeiðsørind­ um. ­ Og har er tað fyrst og fremst spurningurin um pengar. Skulu tey hava evrur við sær ella kanska dollarar. Virka keypskortini í Íslandi. Tað eru teir mest vanligu spurningarnir, men so hava vit eisini ynskir frá føroyskum ráðum og mynd­ ugleikum um, at verða loypandi kunnað um støð­ una og útviklingina í Ís­ landi, sigur Gunvør Balle. Ikki minst at halda før­ oysku myndugleikarnar kunnaðar við nýggju lógina í sambandi við yvirtøkuna av bankunum, og at fáa hana umsetta. Ilt at spáa um framtíðina Men nógv av arbeiðinum ber brá av at vera eldsløkk­ ing av teimum søgum, sum koma fram í miðlunum. ­ Ja, tað er rætt. Eg havi júst nú verið nakrar dagar heima í Føroyum, og mann verður eitt sindur rivin við í meldrinum um søgurnar um Ísland. Har fungerar jú einki, automatirnar virka ikki, torir tú at fara upp aftur til Íslands. Men tá eg so kom upp her, varð eg beinanvaegina sissað, tí »life goes on«, sær tað út til. So tað snýr seg í stóran mun um at sissa fólk og siga, at jú, visakortini virka, komið tit bara, sigur Gunvør Balle. Men hvussu komandi tíð­ in fer at laga seg, dugir før­ oyska sendikvinnan í Ís­ landi ikki reiðiliga at meta um. ­ Nei, tað verður ikki lætt at spáa um. Visti eg tað, sat eg helst ikki beint her, sigur hon skemtandi og heldur fram. Eg haldi, at allir møgu­ leikar eru opnir sum er. Tað er eingin ivi um, at stjórnin er so langt niðri á knøunum, sum hon kann koma. Allir møguleikar verða kannaðir, og IMF er ein loysn, sum er heilt nær. Og lánið frá norðurlendsku tjóðbank­ unum, sum teir bert skuldu taka í dýrastu neyð, er uttan iva nær nú. Ísland er trýst heilt út á kantin, og eg vóni at tað fer at ganga. Teir hava allan reiðskap úti í løtuni fyri at vita, hvat teir kunnu fáa við sær, sigur Gunvør Balle. Fremmant gjaldoyra neyðugt Nógv virksemi er sum vera man í Íslandi og serliga í Reykjavík, men ein vinna sum byggivinnan, hóast hon kanska ikki steðgar frá degi til dags, so tørvar henni kortini likviditet, so spurningurin er, hvussu stendur til har. Men har er føroyski sendiharrin ikki á heimabeiti. ­ Nei, eg dugi ikki at siga, hvussu verður við tí. Men tað hevur alla tíðina verið ført fram, hvussu týdningar­ mikið tað er, at hava virk­ semið í landinum koyrandi, so samfelagshjólini ikki púra steðga upp. Men tað skal alla tíðina likviditetur til, og tað er júst har, ið trýstið setur inn, sigur Gun­ vør Balle. So alt bendir á, at tað stendur og fellur við, hvussu nógvan útlendskan valuta, landið megnar at fáa inn í íslendska búskapin. ­ Megna teir at fáa rími­ liga nógvan útlendskar valuta inn í búskaparligu skipanina, so teir kunnu halda meginpartin av virk­ seminum koyrandi, so er tað ein loysn. Men tað veit mann ikki nú, og tað er tann avgerandi spurningurin, sigur Gunvør Balle. Føroyska sendikvinnan í Íslandi sigur seg ikki hoyra nakað serligt frá føroying­ um, sum búgva í Íslandi í hesum fíggjarliga tungu tíðum. ­ Nei, vit hoyra einki út yvir tað, sum vit hittast í føroyingafelagnum og tí høpi annars. Ikki sum sendi­ stova hoyra vit frá teimum. Men teir liva væl sum aðrir íslendingar, undir somu kor­ um sum teir,sigur Gunvør Balle, føroysk sendikvinna i Íslandi. Kreppan førir meiri arbeiði við sær Gunvør Balle, føroysk sendikvinna í Íslandi. Burtursæð frá, at sendistovan hevur meiri at gera, so merkir hon ikki á annan hátt nakað serligt til íslendsku fíggjarkreppuna Góður túrur Íslendski frystitrolarin Þerney, sum er úr Reykjavík, hevur gjørt ein góðan túr á leiðunum úti fyri Vestfirðum. Þerney kom til Reykjavíkar fyrramorgunin við 410 tonsum eftir at hava roynt í júst ein mánað. Meginparturin av veiðini er kongafiskur. Leiðin, sum trolarin royndi á, hevur verið stongd eina tíð, og tí vóru teir umborð á Þerney spentir, tá teir byrjaðu túrin. Skiparin, Ægir Fransson, sigur við íslendsk bløð, at teir komu niður í eitt tons av kongafiski fyri hvønn troltíma, men at fáa millum 25 og 30 tons um samdøgrið er í fínasta lagi, leggur skiparin afturat. Þerney er eitt av skipunum hjá tí stóra reiðarínum Grandi (Mynd: Fiskifréttir) ➘