Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 199 - 16. oktober 2008 Snøhvit kann dýrka nógv Tann stóra Snøhvir-oljuverkætlanin í Norðurnoregi verður eftir øllum at døma væl dýrari, enn oljufelagið StatoilHydro hevði roknað við. Nú er greitt, at fyrsta byggistig fer at kosta 48,1 milliardir norskar krónur, og tað er tríggjar milliardir krónur meiri enn mett í 2005. Samstundis verður roknað við, at tey næstu byggistigini fara at kosta smáar 21 milliardir krónur, og tað er eisini væl meiri enn upprunaliga mett. Tí bendir nógv á, at Snøhvit verður einar 16 milliardir krónur dýrari enn upprunaliga ætlað, skrivar NTB. Men StatoilHydro sigur, at verkætlanin er framvegis burðardygg. Hóast Snøhvit verður nógv dýrari enn mett, er verkætlanin framvegis lønandi (Mynd: Nordlys) Støðan í Íslandi er sera trupul og minst líka so álvarslig, sum tann Føroyar upplivdi fyrst í nítiárunum. Hetta sigur íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, við Sosialin og Rás2. Hann afturvísir ikki, at tað kemur eitt løgfrøðisligt eftirspæl mótvegis bretska statinum, hvørs stjórn nýtti eina antiyvirgangslóg til at yvirtaka ein íslendskan dóttirbanka í Bretlandi. Ein atsøkn ið var beinleiðis orsøkin til, at íslendska fíggjarkervið varð skotið í skeljasor og harvið førdi til ta oyðileggjandi fíggjar­ kreppuna, sum herjar landið í løtuni Reykjavík: Íslendski for- sætisráðharrin hevur ikki havt eina róliga løtu, síðani fíggjarkreppan rakti Ísland við einum hamaraslagi fyri eini góðari viku síðani. Umframt at vera upptikin av fundarvirksemi nærum døgnið runt, hevur Geir H. Haarde havt dagligar tíð- indafundir fyri teirri spyrjandi pressuni, ið vil hava greiði á, hvat tað veruliga er, sum er hent í Íslandi, og hvat stjórnin ætlar sær at gera fyri at koma burtur úr kreppuni. Ongin ivi er um, at tað landið í heiminum, har fíggjarkreppan hevur rakt serliga meint, er Ísland. Í eini roynd at svara uppá, hvat tann djúpra orsøkin er til skrædlið, sigur Geir H. Haarde, at teir íslendsku bankarnir vóru blivnir ov stórir í mun til landsins búskap. Í hesi álvarsligu støðuni var tað ikki møguligt hjá íslendska statinum at bjarga Sum limur í sitandi samgongu heldur Kjartan Ólafson, at eftirlitið við bank­ unum átti at havt verið betri, men hann vísir eisini á, at íslendska samfelagið er ment almikið hesi seinastu árini, sum Sjálvstæðisflokkurin hevur sitið við valdinum Reykjavík: Kjartan Ólafson umboðar Sjálvstæðisflokk- in og kemur úr Selfoss í Suðuríslandi. Hann situr í tveimum nevndum í Alting- inum, Nevndini fyri hav- búnað og landbúnað, og í Umhvørvisnevndini. Sam- stundis er hann ein av sjey limum í Norðurlandaránum, sum umboðar Ísland. - Fíggjarliga kreppan hev- ur rakt okkum hart. Tað ber ikki til at siga her og nú, hvussu hart, og hvussu leingi. Tað ber ikki til at siga við umstøðunum, sum nú eru, men vit vóna, at vit sleppa undan so skjótt, sum tilber, sigur Kjartan Ólaf- son. Hann er limur í Sjálf- stæðisflokkinum, og harvið partur at stjórnarberandi samgonguni í Íslandi. - Ja, tað er rætt, eg eri partur av samgonguni. Sein- astu dagarnar hava forsætis- málaráðharrin og stjórnin arbeitt døgnið runt, fyri at loysa trupulleikan. Tað, sum er hent við okkara trimum størstu bankum, sum vórðu privatiseraðir fyri nøkrum árum síðani, er, at teir eru vaksnir óvanliga nógv, serliga uttanlands – serliga í Europa – og samanhildið við teirri fíggjarligu kreppu, sum hevur rakt allan heim, hevur tað í serligan mun rakt okkara bankar, sigur Kjartan Ólafson. Seriga er talan um Kaup- thing Bank, sum gekk væl og hevði nóg mikið av sol- vensi, og annars hevði nokk av likviditeti. - Men har fór enski for- sætismálaráðharrin, Gordon Brown, inn og setti eina anti-terror lóg í gildi, fyri at kunna innifrysta øll aktiv hjá íslendskum bankum. Hetta rakti serliga Lands- bankinn við sínum dóttur- felag, Icesave, við heimstaði á Guernsey, og Kaupthing, við sínum dótturfeløgum, Singer og Friedland, við heimstaði á Isle of Man, greiddi Kjartan Ólufson frá. Hann ber hetta saman við toskakríggið í 70-árunum, tá bretar sendu herskip upp til Íslands, har tey meiri ella minni skutu íslendsk verju- skip niður. - Tá kundu teir skjóta okkara verjuskip niður, men í dag skjóta teir okkum niður fíggjarliga, og tað líkar okkum als ikki, sigur Kjartan Ólafson. Væl nøgdur við Oddson Søgur hava áhaldandi verið frammi um, at tað í veruleik- anum var stjórin í íslendska fíggjareftirlitinum, fyrrver- andi forsætismálaráðharrin í Íslandi, David Oddson, sum hevur sent kavablakið á rull. Men har er Kjartan Ólafson ósamdur. - Nei, hann hevur ongan- tíð sagt, at Ísland ikki fór at virða sínar ábyrgdir. Men hann hevur sagt, at Ísland ongantíð fer at megna at uppfylla alt tað, sum ís- lendsku bankarnir hava sett í verk, sigur Kjartan Ólaf- son. Talan er um meiri enn 11 ferðirnar íslendska BTÙ, og tað er sambært Kjartan Ólafsyni tað, sum David Oddson hevur fyrihildið seg til. Men tað eru nógv, sum føra fram, at David Oddsson hevur úttalað seg meri sum ein politikari, heldur enn sum ein tjóðbankastjóri, men heldur ikki har er Kjart- an Ólafson samdur. - Ja, tað eru fleiri, sum halda tað. Men eg haldi, at hann hevur røkt sína upp- gávu væl, og okkara flokkur stuðlar honum fult út, sigur Kjartan Ólafson. Fiskivinnan týdningarmest Hann veit kortini ikki nú, hvussu Ísland skal kunna snúgva sær undan hesari stóru kreppu, sum landið er komið í. - Vit vita í hvussu er, at fiskivinnan er nakað, sum vit kunnu líta á. Og vit hava eisini eitt sterkran landbún- að, sigur Kjartan Ólaffson. Hann vísir víðari á, at Ísland hevur ein sterkan búskap, sum saman við ein- um energiskum fólkaslagi, saktans kann megnað at venda keðiligu gongdini. - Fiskivinnan er framvegis okkara fremsta útflutnings- kelda, og umboðar útvið 60% av okkara útflutnings- virði, sigur Kjartan Ólaf- son. Økið, har Kjartan Ólafson kemur frá í Suðuríslandi, umboðar 45% av íslandska landbúnaðinum, og tað er eisini har, tær størstu fiskarí- havnirnar finnast. Vaksið meiri enn gott er Íslendsku bankarnir eru vaksnir við rúkandi ferð og nógv skjótari, enn íslendski búskapurin er vaksin. Og tað er ein vansi. - So er spurningurin, um fíggjareftirlitið hevur røkt sína uppgávu á ein nøktandi hátt, men tað er nakað, vit mugu taka upp til viðgerðar. Vit mugu syrgja fyri, at tá ein íslendskur banki letur eina deild upp í til dømis Onglandi, so skal íslendski skattgjaldarin ikki standa til svars fyri, at tey innlánini eru tryggjað, sigur Kjartan Ólafson. Hann sigur, at Kaupthing hevur stovnað dóttirfeløg í Onglandi, og teimum hevur íslendska stjórnin onga ábyrgd mótvegis. Sjálvstæðisflokkurin hevur sitið við maktini líka síðani 1991 við skiftandi samgonguflokkum, og hóast tað ikki hevur skortað við ávaringum um spenta búskapin í Íslandi, so hevur stjórnin bert í lítlan mun latið við seg komið. - Tað er rætt, at vit hava sitið við valdinum í langa tíð, men vit skulu eisini minnast til, at tað er nógv hent hesi árini. Samfelagið er útbygt á øllum økjum, men tað er rætt nokk, at vit áttu at havt fylgt betri við ógvusliga vøkstrinum í bankavirkseminum, sigur Kjartan Ólafson. Kapitalisman virkar Tað hevur verið ført fram, Ísland umhugsar at stevna Bretlandi Hóast búskaparstøðan í Íslandi er sera álvarslig, so var tað ein rættiliga vælhýrdur Geir H. Haarde, forsætis­ ráðharri, sum Kári Mikkelsen frá Sosialinum og Rás2 hitti í matstovuni í íslendska parlamentinum, Altingið Fíggjareftirlitið átti at verið betri