hósdagur 16. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 199 - 16. oktober 2008
Skálavík fyri saman
legging við Havnina
Lítil ivi tykist vera um at allir bygdarráðslimirnir í Skálavík eru
samdir um, at best hevði verið fyri Sandoynna er at farið upp í
Tórshavnar Kommunu sum skjótast, skrivar heimasíðan bkv.fo. Tað
eru stórir fyrimunir fyri báðar partar og sera spennandi fyrimunir.
Sum skilst er meiriluti í fólkinum í Sandoynni at fara upp í
Tórshavnar Kommunu.
Rasmus Effersøe,
sum í løtuni hevur
Henrik Old sum
skipara, liggur í
løtuni á Reykjavík við
maskinbreki
Reykjavík: Kent fólk er
allastaðni.
Mitt meðan eg standi í
bíðirøð inni í Landsbankinn
at sleppa fram at at veksla
nakrar krónur, renni eg meg
inn í Óla Breckmann. Hann
var bara komin válandi inn
á veg oman á keiina, tí hann
ætlaði sær umborð á Ras
mus Effersøe at heilsa upp
á gamla tingvinin, Henrik
Old.
So vit gjørdu ferðalag um
borð, har Oldurin bjóðaði
bæði kaffi og frukt.
Hann greiddi frá, at teir
vóru komnir inn við maskin
breki seinasta sunnudag.
Tað var ein blásari til motor
in, sum var gingin fyri.
Menn frá MEST vóru kom
nir upp til Íslands at umvæla
brekið, men seinasti eyka
luturin kemur neyvan fyrr
enn leygardagin, so Rasmus
Effersøe og manningin má
brynja seg við toli.
Teir sigla heilt uppi við
Grønland sum ansingar
skip.
Okkara uppgáva er at
sigla framman fyri skipi
num, sum skjýtur seismikk
og syrgja fyri, at skip ikki
liggja í vegin. Í hesum
førinum er tað eyðvitað ikki
skip, men ísi, vit mugu ansa
eftir, sigur Henrik Old.
Í góðari tíð
Sum nevnt er tað seliga í
sambandi við skipaferðslu,
at tað er neyðugt hjá seis
mikk skipunum at hava
ávaringarskip framman fyri
seg. Tí tað er ikki bara sum
at siga tað, at snara einum
seismikkskipi.
Nei, har ber ikki til at
snara róðrið í borðið. Teir
hava ein seks kilometrar
langan kápil aftur úr sær,
og tað gongur rúm tíð frá tí
at vit boða frá, at neyðugt
er at snara, til seismikkskipið
veruliga byrjar at snara,
sigur Henrik Old.
Tí er neyðugt hjá ansingar
skipinum at siga frá í góðari
tíð, áðrenn seismikkskipið
hevur møguleika at snara.
Vit sigla gjarna einar seks
til níggju fjórðingar framm
an fyri seismikkskipið, fyri
at kunna siga frá í góðari
tíð, um nakað er galið, sigur
Henrik Old.
Annars hoyrdist í síðstu
viku, at Rasmus Effersøe
skuldi vera komin í eitt
rættiligt
burturgangingar
veður, og at einki skuldi
havt verið at hoyrt frá skip
inum í fleiri dagar, men tað
kennir Henrik Old – og
manningin annars, sum var
í mesuni, tá vit vitjaðu – als
einki til.
Tað var eitt sindur tvassut,
men hann lá beint inn aft
aná, so har var einki at tosa
um, sigur Henrik Old.
Men teir mugu altso
liggja inni í Reykjavík til í
minsta lagi fram til leygar
kvøldið.
Henrik Old førir í hesum døgum Rasmus Effersøe, sum er eitt sonevnt Guard Vessel
Mynd: Leo Poulsen
Liggja á Reykjavík
við maskinbreki
Trygvi á Pubbini
Fríggjakvøldið verður livandi tónleikur á
Pubbini hjá Thomsen. Tað verður Trygvi
Strøm, ið fer at spæla. Trygvi er garvaður
guitarleikari og hevur eisini nomið sær
útbúgving innan tónleik. Við sær á bassi og
kór fríggjakvøldið hevur hann Dagfinn Olsen,
og á skránni er kendir sangir frá fólka og
rocktónleikinum.
bankunum. Nú eru vit í
gongd við at umskipa alla
fíggjarvinnuna her á landi,
og høvuðsuppgáva okkara
er at fáa eitt fíggjarkerv upp
at standa, ið virkar, og sum
dekkar tann tørv, vit hava í
Íslandi. Hetta er ikki nøkur
løtt uppgáva at loysa, men
eg kenni meg sannførdan
um, at tá vit eru komin
ígjøgnum hesa prosess, sær
framtíðin
bjørt
út
fyri
Ísland,
sigur
Geir
H.
Haarde, forsætisráðharri.
Hann vísir á, at Ísland
hevur
stór
náttúrugivin
ríkidømi, sum til dømis fisk
og nógvan hita og orku í
undirgrundini. Landið er
vakurt og lokkandi fyri
ferðafólk,
umframt
at
íslendingar eru væl útbúnir.
Tað er stór vreiði hjá
íslendsku myndugleikunum
og í fíggjarvinnuni um tað,
sum bretska stjórnin gjørdi,
tá Gordon Brown, forsætis
ráðharri, fekk eina antiyvir
gangslóg samtykta, ið gav
bretsku
myndugleikunum
møguleika til at yvirtaka
ein íslendska dóttirbanka í
Bretlandi. Hetta váttar Geir
H. Haarde.
Nú kunnu vit ikki leggja
alla skuldina fyri kreppuna
yvir á bretar, men tað var
ein sera óvinarlig atsókn
móti okkum, sum bretski
forsætisráðharrin tók stig
til. Stjórnin yvirreagerði
fullkomiliga við at gera
hatta. Vit er ógvuliga óð
um, at Gordon Brow nýtti
eina antiyvirgangslóg fyri
at taka bankan. Harafturat
eru bretar komnir við sera
negativum útsagnum móti
Íslandi, og hetta eru vit
rættiliga hørm um.
Fara tit íslendingar at
koma við ein rættarligum
eftirspæli mótvegis bret
um?
Hetta vil eg ikki avvísa,
er stutta svarið hjá íslendska
forsætisráðharranum.
Arbeitt verður við at
finna eina fíggjarliga skip
an, ið skal loysa íslendsku
búskaparkreppuna, og fleiri
møguligar loysnir verða
nevndar her: At fáa russar
inn at fíggja, at søkja hjálp
hjá
norðurlendsku
tjóð
bankunum ella at fáa norska
oljugrunnin at koma við
eini saltvatnsspræning í ís
lendsku
fíggjarvinnuna.
Ein annar møguleiki, sum
eisini verður nevndur, er at
fáa teir sterku íslendsku
pensjónsgrunnarnar at gera
íløgur í bankarnar og harvið
bjarga teimum. Hesum eru
leiðslurnar
í
pensjóns
grunnunum fyribils ikki
serliga heitar fyri.
Vit arbeiða við øllum
møguleikum. Í løtuni sam
ráðast vit við russar, men
um tað kemur nakað ítøki
ligt burtur úr hesum sam
ráðingum, er ov tíðliga at
siga nakað um enn, sigur
Geir H. Haarde.
ikki minst av Ögmundi
Jónasson í Sosialinum í
gjár, at kapitalisman hevur
spælt fallit, men hesum er
Kjartan Ólafson als ikki
samdur í.
Kapitalisman virkar.
Nakað annað er, at hon eis
ini skal hava eitt regulsett,
og tað er sannlíkt, at tað
verður neyðugt at víðka hes
ar reglar, fyri at tryggja
okkum móti slíkum, sum
nú er hent, í framtíðini, sig
ur hann.
Hetta skal gerast frá botni
av, og Kjartan Ólafson held
ur, at tað fer ikki at ganga
long tíð, til bankarnir aftur
verða privatiseraðir.
Men tað eru amboðini
hjá fíggjareftirltinum, sum
vit fyrst og fremst mugu
hyggja nærri at og fáa skipa
um, sigur Kjartan Ólafson.
Hóast djúpu kreppuna, so
væntar altingsmaðurin ikki,
at veljarin fer at venda
flokkinum bakið.
Nei, tað rokni eg ikki
við. Nú eru tað eisini trý ár
til val verður, og eg vænti,
at til ta tíð hevur Ísland reist
seg aftur, so eg vænti ikki,
at Sjálvstæðisflokkurin fer
at líða undir tí, sigur Kjartan
Ólafson.
Tað er kortini enn ov tíð
liga at siga, hvussu leingi
kreppan varar, men altings
limurin heldur, at tá onnur
skuld enn hon hjá bankunum
er niðurgoldin, so hevur
íslendski landskassin so at
siga onga skuld.
Útlendskur
valuta skal til
Íslendska stjórnin hevur
eina avtalu við norður
lendsku tjóðbankarnar um
útlendskan
valuta,
og
Kjartan Ólafson sigur, at
teir longu hava fingið pen
ing frá norðurlendsku tjóð
bankunum.
Men við atliti til lán frá
IMF ella russum, so er tað
enn ov tíðliga at siga, til
hvørjar treytir vit kunnu fáa
hesi lánini. Hvørjar rentur
nar verða og hvør aftur
gjaldstíðin skal verða. Men
vit hava eina sendinevnd í
Russlandi í løtuni, sum
samráðist um treytirnar fyri
einum láni frá teimum,
sigur Kjartan Ólafson.
Men hann undirstrikar, at
enn er ov tíðliga at siga,
hvørjum tað endar við, tí
enn hava íslendarar ikki
samráðst seg fram til nakra
loysn.
Tað kann gerast IMF og
tað kann gerast Rusland.
Ella tað kann gerast ein
samansjóðing av báðum.
Tað er bara ov tíðliga at
siga nakað um tað, tí vit
kenna ikki treytirnar enn,
sigur Kjartan Ólafson sum
vónar, at tað finst ein breið
loysn, so váðarnir kunnu
spjaðast.
Kjartan Ólafson er tinglimur
fyri stóra samgonguflokkin,
Sjálvstæðisflokkin