hósdagur 16. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 199 - 16. oktober 2008
Jakob Jakobsen var føddur
28. mars 1853 í Tórshavn.
Foreldur hansara vóru Hans
Christoffer
Jacobsen,
bóndasonur av Húsum í
Havn og Armgardt Marie
Christine f. Wenningstedt
úr Havn. Ein pápabeiggi
Jakob var tann gamli Just
Jacobsen á Húsum, sum var
abbi tann Just Jacobsen,
sum var við til at kalla inn
til kenda jólafundin í 1888.
Jacob fór 17 ára gamal á
læraraskúla í Havn í 1870,
og hann tók læraraprógv í
1872. Hetta var fyrsta hold,
sum tók læraraprógv í Før
oyum. Hann fór sum so
mangur lærari niður á há
skúla, og hann var í
Testrup.
Heimafturkomin
var
hann lærari í Miðvági og
Sandavági, annan hvønn
dag í hvørjum stað. Í fleiri
ár var eingin skúlabygningur
í Miðvági. Hann helt so
skúla í gomlum húsum
niðri í Toft. Í Sandavági var
ikki skúli bygdur fyrr enn
nógv ár seinni.
Ein av næmingunum hjá
Jakob var Rasmus Rasmus
sen á Háskúlanum. Jakob
hevði góðar royndir frá
háskúla í Danmark, og hann
eggjaði Rasmussi at gera
tað sama.
So Jakob kann kanska
sigast at hava verið ein av
andaligu
fedrunum
hjá
føroysku háskúlarørsluni.
Úr Vágum fór Jakob til
Tvøroyrar, har hann var
fyrstilærari. Hann var fyrsti
havnarmaður,
sum
var
lærari á Tvøroyri, har hann
hevði
skyldfólk.
Fastur
hansara Súsanna (1817
1889) var gift við gamla
Johan Mortensen (1816
1879), keypmanni og stór
reiðara. Tey vóru foreldur
til Niels J. Mortensen, sum
var abbi tann Niels Juul
Mortensen,
sum
vit
minnast.
Í 1879 giftist Jakob við
Onnu
Kjelnæs,
dóttir
Thomas Juel Kjelnæs, skó
makara úr Havn og Hen
rikku Nolsøe úr Nólsoy. Tey
eru fyrr umrødd í hesi røð.
Tey bæði fingu eingi
børn, men tey fostraðu tvær
gentur upp. Onnur var úr
Havn og hin úr Gásadali.
Báðar giftust tíðliga burtur.
Sum undanfarnir lærarar
búði Jakob Jakobsen fyrst í
vestara endanum í skúlan
um. Í 1916 komu serlig
hús til fyrstalæraran, men
tað var bert stutt tíð, hann
fekk búð í teimum. Sama ár
varð hann vegna eygnasjúku
eftir umsókn loystur úr
embætinum. Hann flutti til
Havnar, har hann bygdi sær
hús ovast í Tórsgøtu. Her
búði hann í 16 ár, til hann
doyði í desember 1932,
nærum
80
ára
gamal.
Konan doyði í 1939.
Tað er ikki nógv, sum vit
vita um Jakob sum lærara.
Men Jóhs. Andr. Næs endur
gevur næming, sum segði um
hann: “Jakob Jakobsen var
ein lærari, tú aldri gloymir.”
Urtagarður og ætt
Jacob gjørdist eisini kendur
fyri síni ítriv. Tað fyrra var
urtagarðsvirksemi,
sum
hann fekst við bæði í
Vágum og Tvøroyri. Innast
við grótveggin í skúlanum
á Tvøroyri gróðursetti hann
runnar (snjóber). Longri
niðri setti hann ahorntrø og
í
sjálvum
urtagarðinum
ymiskar blómur. Tá vóru
ikki nógvir urtagarðar á
Tvøroyri. Men tað er ikki at
ivast í, at fleiri av teimum,
sum seinni hava fingið sær
urtagarð, hava havt hendan
urtagarðin sum fyrimynd.
Í nøkur ár undir seinna
heimsbardaga og aftaná
høvdu nakrir flokkar av
skúlabørnum hendan urta
garð í hondum. Hvør næm
ingur átti eitt petti, sum
hann røkti og gleddist um.
Seinni er urtagarðurin horv
in undir útbyggingum.
Jakob Jakobsen gjørdi
eitt stórt kanningararbeiði
um sína ætt. Hetta arbeiði
ið røkkur aftur til umleið
1470. Sum ættargranskari
var hann tiltikin bæði í
Suðuroy
og
norðanfyri.
Mongum hjálpti hann at
finna sínar røtur.
Jólaklokkan aftur ringir
Í bókini “Jólaklokkan aftur
ringir” greiðir Jóhannes And
reas Næs frá teimum tveim
um fyrstu sálmunum, sum
eru yrktir av føroyingum.
Í desember 1891 stendur
í Føringatíðindi sálmurin
“Gleðilig jól,” yrktur av
Frederik Petersen. Í februar
1892 stendur í Færøsk
Kirketidende jólasálmurin
“Jólaklokkan aftur ringir”
hjá Jakob Jakobsen. Tað er
væl hugsandi, at báðir
sálmar eru yrktir til jólini
1891. Teir kunnu tí roknast
fyri at vera fyrstu føroysku
jólasálmar.
Niðanfyri verður sálmurin
prentaður við teimum upp
runaligu seks ørindunum,
soleiðis sum hann fyrst
varð kendur frá Ungdóms
sangbókini frá 1929.
Seinni hevur fjórða ørind
ini ikki verið tikið við.
Jólaklokkan aftur ringir,
kallar øll til kirkju brátt;
lat nú alt, sum hjartað tyngir,
hvørva burt sum myrka nátt.
Stjørnur yvir okkum lýsa
bjart sum hina jólanátt,
vilja okkum vegin vísa
til Várharra ljósa slott.
Jesusbarnið, føtt í fjósi,
barnaeygað sær so bjart,
jólaboðið, jólaljósið
treingja gjøgnum hjartað hart.
Kundu vit við barnasinni
hildið ljós við einglasang,
o, tá skuldi jólaminnið
vaksið upp til jubilklang.
Gongur tú á tungum vegi,
bangnir tankar treingja inn,
einki kann sum jólagleði
lýsa upp títt myrka sinn.
Hoyr hin væna einglasongin
ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta vongin
rætt sum fyrsta jóladag.
Jakob Jakobsen hevur yrkt
sálmin til lag eftir týska
tónaskaldið
Friedrich
Silcher (17891860). Lagið
er vorðið kent í Danmark
og Føroyum saman við
danska sanginum: “Jeg har
båret lærkens vinge.”
Við hesum lagnum er
sálmurin vorðin kendur mill
um føroyska fólkið, mest frá
Ungdómssangbókini.
Tey seinnu árini eru
komin tvey føroysk løg til
sálmin, sum fólkið við gleði
hevur tikið við. Annað
hevur Hans Jacob Højgaard
(19041992)
gjørt.
Hitt
lagið
hevur
tónaskaldið
Knút Olsen f. 1945, ættaður
úr Sandavági, gjørt í 1972.
Vit vita ikki nógv um
skaldskapin hjá Jakob Jakob
sen, men hesin sálmur fer at
standa sum ein føgur blóma
í okkara sálmabók.
Í hesum sálminum gleðir
skaldið seg um, at jólini
nærkast. Jólaklokkan, t.e.
kirkjuklokkan boðar frá
hesum. Hon kallar øll til
gudstænastu. Lærarasinnið
kemur fram í skaldinum,
har hann sigur:
“Lat nú alt sum hjartað
tyngir, hvørva burt sum
myrka nátt.”
Skaldið man eisini tala av
egnun royndum, tí sjálvur
var hann heilsubrekaður í
nógv ár og varð tí noyddur
at leggja lærarastarvið frá
sær bara 63 ára gamal.
Keldur:
Elgerda Jacobsen:
Skúlaskapur í Froðbiar sókn
Johs. Andr. Næs:
Jólaklokkan aftur ringir
Viggo Christiansen:
Ættartalvur
Hans Jacob Debes: Nú er
stann stundin……
Lærarafólk í Føroyum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Jakob Jakobsen:
Yrkti ein tann fyrsta føroyska sálmin
Jakob Jakobsen úr Havn var fyrst og fremst lærari. Men hann var kendur sum ein av fremtu urtagarðsmonnum og
kønur innan ætt. Hann var eisini ein av okkara fyrstu sálmayrkjarum
Næstu ferð
Í komandi parti verður
greitt frá Enok D.
Bærentsen. Hann var
keypmaður og
politikari. Hann var ein
av innbjóðarunum til
jólafundin í 1888.
Eisini var hann pápi
einasta føroyska
amtmannin Christian
Bærentsen
JAKOB JAKOBSEN
F. 28. MARTS 1953
2. DESEMBER 1932
ANNA JAKOBSEN
FØDT KJELNÆS
F. 5. SEPTEMBER 1854
D. 5. OKTOBER 1939
Jakob og Anna, gentan er helst ein fosturdóttir
Handilin hjá Johan Mortensen á Tvøroyri. Johan var giftur við Susannu, fastur Jakob
Susanna, fastur Jakob, gift við
undangongumanninum og
reiðaranum Johan Mortensen