hósdagur 16. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 16. oktober 2008
19
Ungdómsfilmur
um at gerast vaksin,
forelskilsi, kærleika
og teir trupulleikar, ið
har við fylgja. Ein heilt
vanligur ungdómsfilmur,
ið fylgir leistinum, ið
undangangararnir hava
gjørt
»Beauty and the
Bastard«
★★★✩✩✩
Sune er evnaríkur tónleikari, ið
saman við vinmonnum sínum ger
hip-hop tónleik. Hóast hann nýtir
nógv av hansara tíð á nátt-
klubbum gerst hann ósikkur, tá
hann tosar við konufólk. Nelli
syngur í einum kóri og hevur
eina lovandi framtíð innan skúla.
Hetta er tó ikki tað, hon ynskir,
hon vil liva av tónleiki og gerast
R’n’B sangarinna. Tey bæði
renna saman og eitt leiðir til eitt
annað.
Filmurin er merktur av vanligu
gongdini innan ungdómsfilmar.
Mótsetningar møtast og avgerðir
skulu takast. Einki serstakt er at
seta fingurin á, filmurin er sum
aðrir ungdómsfilmar og nær
endamálinum væl og virðiliga.
Men tað gongur ikki
uttan trupulleikar at verja
úlvarnar, ið liva í økinum.
Veiðumenn eru eftir henni,
og hon má berjast fyri
hennara søk
»Mystery of the Wolf«
★★★★✩✩
Stjúkforeldrini hjá Sammu eru
farin væl við henni, líka síðan
pápin doyði, tá hon var heilt ung,
og mamman gjørdist sálarliga
sjúk og mátti flyta úr bygdini.
Men tá mamman 11 ár seinni
kemur aftur, verður Samma sett í
eina tvístøðu, tí hon veit ikki
hvørs barn hon er. Umframt
hetta, stendur hon við tí torføru
uppgávu at verja úlvarnar, ið eru
sera hóttir av veiðumonnum har.
Hon hevur ta gávu, at hon altíð
hevur dugað at tosa úlvamál.
Søgan er hjartanemandi og væl
greidd úr hondum. Uttan innlit í
finska mentan ber til at skilja
málið hjá Sammu og síggja alt
frá hennara síðu. Vit kenna
stjúkforeldrini, ið bara ynskja tað
besta fyri hana, mammuna, ið
hevur mist sambandið við
dóttrina. Umframt nógvar
trupulleikar liggja romantikkur
og forelskilsi í luftini millum
hana og vinmannin, ið eisini íðin
vil hjálpa úlvunum.
Samma er lítla gentan, ið so
innarliga vil tað besta og berjist
fyri lívinum. Hennara hjartamál
er nemandi og beinavegin hevur
hon drigið allar hyggjararnar við
sær. Á hinari síðuni er ónda
veiðumanna trio’in: Óndi heilin
aftan fyri alt, hin býtti og hin
stuttligi – klassiskt. Pápan hjá
Sammu verður ongantíð sagt
nakað um, men hetta fær
hyggjaran at sígga støðuna frá
syrgiliga sjónarhorninum hjá
foreldraleysu Sammu.
Myndirnar og umhvørvið er
vakurt og tónleikurin er væl
hóskandi og virkar sítt til í
hesum filmi. Nógvar stuttligar og
spennandi senur vóru. Og móti
endanum spældi filmurin vakurt
á hjartastreingirnar, so okkurt tár
rullaði úti í salinum. Ein frálíkur
familjufilmur.
Tama kaninin Ville
hevur alt sítt lív búð
í trygga búrinum á
bóndagarðinum, men ein
dag stendur hurðin opin.
Vit fylgja henni, tá hon
fer á ferð út í spennandi
skógin. Vakur filmur og
ein rúgva av stuttligum og
spennandi hendingum
»Ville och Vilda
kanin«
★★★★✩✩
Tama kaninin Ville kennir bara
til trygga lívið í búrinum, men
forvitni fær hann at taka møgu-
leikan at síggja heimin. Úti í
skóginum hittir hann hjartagóðu
Vilde, ið býr í síni hugnaligu
smáttu, har hon hjálpir hinum
djórunum. Vit uppliva, saman við
Ville, nógv nýtt og spennandi.
Í filminum er umhvørvið
veruligt, filmað í náttúruni, og
djórini eru teknað sett inn. Ein
vøkur samanseting, ið riggar væl.
Djórini eru løtt at koma at kenna,
og støðan hjá Ville er bæði
spennandi, skemtilig og til tíðir
ræðandi. Týðiligt er at hann gerst
meira og meira búgvin.
Børnini vóru við í søgugondini
og nógvar spennandi støður vóru.
Børnini vóru ikki spard fyri
senur við nógvari ferð og óhugna-
ligum djórum, men hetta stuðlaði
uppundir áhugaverdu søgu-
gongdini.
Bæði »Lille Bamse« og »Ville
och Vilda kanin« verða vístir
klokkan 10, hvønn morgun í
Dansistovuni í Norðurlanda-
húsinum fram til fríggjadagin.
Sýningarnar eru ókeypis og
neyðugt er ikki at bíleggja pláss.
Sum ein annar
Á ferð við kaninunum
Unga Samma heilt serligt
samband við úlvar