hósdagur 16. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 199 - 16. oktober 2008
Bergur
Johannesen
ummælir
Filmsvika
Eitt net av lygnum,
sviki og kærleika verður
spunnið í hesum finska
dramafilminum. Ondin
verður hildin líka til
endans, tá øll eru offur í
hesum vandamikla spæli
»Black Ice«
★★★★★✩
Alt er líkt einum dansi á rósum í
byrjanini. Saara og Leo eru eitt
vælhavandi, miðaldrandi par,
men beinavegin finnur Saara
útav, at maður hennara er
ótrúgvur móti henni. Fyri at
koma til botns í hesum, finnur
hon útav, hvør elskarinnan er.
Hon letur seg blíva vinkonu
hennara, men ikki undir hennara
veruliga navni. Dupult lív
hennara tykist at rigga væl, men
vandi er fyri, at hon gongur á
tunnum ísi.
Trupulleikin verður heilt frá
byrjan settur klárt fram, men
veksur gjøgnum allan filmin.
Netið av lygnum og sviki dregur
fleiri og fleiri inn í leikin. Eini
gerningurin leiðir til hin næsta,
og hyggjarin situr á eggini á
setrinum, bíðar til bumban
brestur. Lítli kavabólturin fer á
rull, men so við og við sum hann
veksur verða øll drigin upp í og
hugtikin av hesum leiki.
Ongantíð kemur kenslan fram av
at vera eitt stig framman fyri
høvuðspersónin.
Persónarnir eru hugtakandi á
allan hátt. Sterkar persónligheitir
og væl spældir leiklutir. Trygga
og úthugsaða Saara heldur
hyggjarunum í einum jarntaki, tá
tað rennur kalt oman eftir
rygginum, og hon hyggur við
ísakøldu eygunum.
Trupulleikarnir eru veruligir,
men tó so álvarsamir og vaksandi
at talan er um eitt serdømi.
Søgan er uttan iva sterkasta síðan
í hesum filmi. Væl skrivaður,
sjálvdan ber til at síggja slíkar
filmar, ið eru so væl uppbygdir
og gjøgnumhugsaðir.
Men hóast spenningurin
veksur, so tykist hann at vera í
longra lagi. Endin kundi verið
longri og fyrr. Samanumtikið eitt
serdømi um drama í heimsflokki,
frálík dyrkan av menniskjuni og
hennara sinnalagi.
Thomas Winding
hevur skapt eina
keðiliga, óhugnaliga,
ótíðarhóskandi søgu um
tær tríggjar bamsurnar.
Einki klimaks ella nakað
sum helst spennandi
hendir, sjálvt børnini í
salinum byrjaðu at keða
seg áðrenn hann var
komin í helvt
»lIlle Bamse«
✩✩✩✩✩✩
Hóast rørslurnar vóru animer
aðar, sást at ætlanin var at skapa
ein teknifilm, sum teir vóru í
teimum gomlu døgunum.
Bamsurnar fluttu seg, sum
nútímans tøknin loyvir teimum,
men litirnir sóu gamlir út. Tær
vóru svartar, men alla tíðina
broyttist liturin, sum um alt var
teknað. Somuleiðis eisini liturin
á reyðu nasunum fór frá ljósa
reyðum til reytt til næstan
appilsin gult. Hetta fekk tað at
tykjast, sum um hann var gamal,
men samstundis órógvaði
óneyðugt á ein óhugnaligan hátt.
Tær tríggjar bamsurnar, ið vit
flygja gera ymiskt hendan dagin.
Til dømis missa tær húslykilin
burtur og royna at finna hann
aftur. Hóast hetta er ein upp
lagdur møguleiki at fáa børnini
við í søguna, var hann ikki
nýttur. Bamsurnar leita í sínum
keðiliga seina tempo, og knapp
liga finnur lítla bamsan lykilin,
og søgan fer víðari. Hvør
hending tekur langa tíð og einki
leggur upp til nakran sum helst
spenning.
Dagurin hjá bamsunum fevnir
um tríggjar hendingar, men hvør
er keðiligari og hendingaleysari
enn hin fyrra. Á ongan hátt er
filmurin tíðarhóskandi. Barna
filmarnir, ið vit kenna frá hesari
øldini fáa børnini við og nýta
persónar, hendingar og litir, ið
børnini elska. Her verður einki
av hesum nýtt. Stutt eftir byrjan
fóru børnini at keða seg, og alt
gjørdist meira spennandi, enn
stóri skíggin í salinum.
Ísakalt
drama
Keðiligu
bamsurnar