hósdagur 16. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 199 - 16. oktober 2008
Mánadagin løgdu
fimm línuskip veið
ina upp á Toftum,
men týsdagin og
mikudagin var eingin
landing. Soleiðis
er lívið hjá einum
landara, sum noyðist
at laga seg eftir, nær
skipini eru inni.
Summir dagar eru
langir, men aðrar
dagar er lítið og einki
at gera
Landing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At vera landari krevur, at tú
ert væl fyri likamliga og ert
frískur. Tað kann vera
strævið til tíðir, tá dagarnir
eru langir. Eru nógv skip,
og tey hava fingið fisk,
kanst tú vera til arbeiðis
heilt upp í einar 12-14 tímar
út í eitt. Hetta er kanska
serliga uppundir harðan
streym, tá flestu línuskip
koma inn í senn.
Alt eftir, hvussu nógvan
skund skipini hava, verða
tey aftur gjørd klár til
nýggjan túr, og hesum taka
landararnir sær eisini av.
Lastin skal spulast, kassar-
nir skulu fáast umborð
aftur, og síðan skulu skipini
hava agn til næsta túr.
Ein slíkan dag høvdu tey
á Landingarmiðstøðini á
Toftum mánadagin, tá fimm
línuskip løgdu fiskin upp.
Undir Føroyum
Skipini, sum landaðu mána-
dagin, vóru Kambur, Eyst-
nes, Sigmundur, Thomas
Nygaard og Vesturhavið.
Øll høvdu roynt undir
Føroyum, og onkur hevði
verið á Íslandsrygginum.
Veiðan lá úr stívliga
45.000 pundum upp í eini
70.000 pund.
Hjá teimum, sum høvdu
roynt á djúpum vatni, var
stórur partur av veiðini
brosma og longa, meðan
onkur hevði fingið væl av
toski á Íslandsrygginum og
á Munkagrunninum.
Kambur hevði størstu
nøgdirnar, umleið 70.000
pund, harav ein stórur
partur av veiðini var toskur.
Sigmundur hevði eisini væl
av toski í sínari veiði.
Seinasta leygardag vóru
eisini tvey línuskip inni og
landaðu. Tað vóru Eystur-
oyingur og Havbúgvin, sum
høvdu ávikavist 50.000 og
stívliga
30.000
pund.
Havbúgvin hevði bara fýra
setur á túrinum.
Turt gólv
Týsdagin og mikudagin í
hesi vikuni var eingin land-
ing á Toftum, men í dag er
línuskipið Margit inni við
34.000
pundum,
harav
meginparturin er brosma
og longa. Nakað er eisini av
øðrum fiskasløgum, eitt nú
hýsu, hvítingi og toski.
Hóast streymurin hevur
verið rættiliga harður, og
nú byrjar at linka aftur, eru
onkur línuskip framvegis til
fiskiskap.
Eitt
nú
eru
Mascot og Morgunstjørnan,
sum plaga at landa á
Toftum, úti, og ætlandi
kemur Morgunstjørnan inn
at landa mánadagin í næstu
viku. Óvist er, nær Mascot
kemur aftur av túri.
Eysturoyingur fór útaftur
í gjár, og Kambur er helst
eisini farin.
Hini skipini gera eisini
klárt at loysa til nýggjan túr.
10-12 landarar
Harry Benjaminsen, sum
starvast á Landingarmið-
støðini á Toftum, sigur, at
tá flest skip eru inni í senn,
og teir eru best mannaðir,
eru einir 10-12 mans við í
landingini.
- Vit hava tveir kranabilar,
og tað er eingin trupulleiki
at landa tvey skip í senn.
Hann vísir á, at summi
tørn kunnu vera long og
strævin, og síðan kemur
kanska eingin fiskur upp á
land teir næstu dagarnar.
- Hava vit havt eitt lagt
tørn, sum eitt nú mánadagin,
verða skipini ofta ikki gjørd
klár til nýggjan túr fyrr enn
dagin eftir. Alt veldst um,
hvønn skund tey hava.
Hann sigur, at tað onkun-
tíð kemur fyri, at skúla-
næmingar koma føstu land-
arunum til hjálpar, tá ið
allarmest er at gera.
- Nakrir av landarunum
hava verið leingi í starvi hjá
Landingarmiðstøðini,
og
onkur er, sum hevur verið
við at kalla øll árini, sigur
Harry Benjaminsen.
Tað er Niclas Davidsen,
sum er landingarformaður
og hevur til uppgávu at
skipa fyri landingini á
Toftum. Hetta ábyrgdarstarv
hevur hann havt meginpartin
av tíðini, síðan Fiska-
marknaður Føroya byrjaði
sítt virksemi á Toftum
tíðliga í nítiárunum.
Summi
tørn eru
long og
strævin
Ein av dyggastu stuðlunum undir landingini er Harry
Benjaminsen, sum altíð er til dystin fús
Mynd: Vilmund Jacobsen
að kann vera strævið at
vera landari. Viðhvørt eru
dagarnir langir, og aðrar tíðir
er eingin landing. Kortini
eru nakrir, sum hava verið
við í landingini á Toftum
meginpartin av tíðini, síðan
Fiskamarknaður Føroya fór
undir sítt virksemi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Country fyri allar pengarnar
Óivað hava mong longu sett tekin í dagatalvuna við leygardagin 18. oktober 2008. Tað er nevniliga dagurin, har flestu
"Country-fjepparar" hava møguleikan at njóta heimligan countrytónleik á altjóðastøði, frambornan av úrmælingum.
Norðurlandahúsið verður helst fullsett, tá Ragar í Vík og Hallur Joensen og Rannvá Vesturklett fara á pall. Tó ikki einans
Norðurlandahúsið gloppar dyrnar fyri country tann 18. oktober, tí tá verður eisini serstakt countrykvøld í Tórshøll, har
bólkurin "MR Country" fer at undirhalda. Við einum av mætastu countrysangarum her á landi, tí navnframa Jens Lisberg, er
bólkurin "Mr.Country" vorðin sera væl umtóktur, so gylt høvi er komandi leygarkvøld í Tórshøll fyri øll sum elska
kúrekatónleik, at fáa country fyri allar pengarnar.
-do-