hósdagur 16. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 199 - 16. oktober 2008
Mentanarnátt var
í Keypmannahavn
10. oktober, og eisini
Føroyahúsið hevði
mentanarkvøld, sum
Jensina Olsen skipaði
fyri
Mentan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir; Bogi Mouritsen
Árliga
mentanarnáttin
í
Keypmannahavn hevur al
skyns tilboð, og so var eisini
10. oktober í ár. Stórbýurin
bjóðaði innar og listafólk,
donsk sum útlendsk, vístu
síni kynstur og avrik.
Men
eisini
føroyingar
spældu við. Føroyahúsið
hevði mentanarkvøld og
ljóðaði frágreiðingin innan
kvøldið soleiðis: “... at
uppliva fleiri føroysk ment
anaravrik í Føroyahúsinum
hettar
kvøld.
Í
hesum
sambandi verða fleiri kend
og minni kend nøvn hálaði
úr posanum. Borðreitt verð
ur við sera breiðum úrvali
av mentan, so øll fáa okkurt
til sín smakk. Alt frá sið
bundnum føroyskum dansi
til klassiskan tónleik frá
teimum miðevropeisku lond
unum
og
tvørtur
um
Atlantarhav, til meiri ný
mótans jazz og ikki minst
elektroniskan tónleik. Eisini
verður høvi at uppliva filmar
og tosa um bøkur í sambandi
vid bókaframsýningina. Vert
er at nevna, at føroysku
tungurnar, sum hava búð í
Danmark í longri tíð, fáa
høvi at keypa føroyskt øl og
turra fiskin, sum eru millum
vørurnar, ið Føroyahúsið
vanliga selur.”
Soleiðis ljóðaði lokkandi
lýsingin hjá leiðaranum av
Føroyahúsinum
Mentanar
kvøldið í Føroyahúsinum
hevði heitið ”Ullint Orð”, og
Jensina Olsen skipaði fyri.
Vit lata myndirnar, sum
Bogi Mouritsen tók mentan
arnáttina, tala fyri seg.
Ullint Orð í Keypmannahavn