Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 16. oktober 2008 15 nøvn Góða Turið! Vit sakna teg so ómetaliga nógv. Eftir summarfrítíðina fluttu vit í Glyvra skúla, og vit gleddu okkum at síggja teg her úti, men so skuldi ikki vera. Nú er tín stólur tómur, og fyrstu vikurnar á Glyvrum var tað, sum vit bíðaðu eftir, at tú fór at koma. Vit vildu so illa trúgva tí, at vit ongantíð aft­ ur skuldu síggja títt fitta andlit. Altíð vart tú so smart og fín. Aðrir næmingar, sum plagdu koma og heilsa upp á teg, høvdu mangan á orði: ”Turið hevur altíð so flottar negl og er altíð so smart”. Hetta var so satt, sum tað var sagt, og tað gleddi teg. Tær dámdi so væl tað vakra, sum finst. M.a. var tað tí vorðið ein av tínum ”uppgávum” at hjálpa til við at passa urtapottarnar hjá okkum. Tú vart altíð so glað, tá teir fingu nýggjar knubbar og blómur, og tín gleði spreiddi gleði. Hetta er bert eitt dømi av mongum um, hvussu tú lærdi eisini okkum at dvølja við løtuna her og nú, at sansa og uppliva. Tey, sum ikki kendu teg, sóu kanska fyrst títt óhjálpni. Tað gjørdu vit helst eisini ta fyrstu tíðina, tá vit byrjaðu í serstovuni í 2003. Men betri vit komu at kenna teg, meira gleið títt brek í bakgrundina, og fram í myndina trein tín persónleiki. Tú hevði tínar egnu mein­ ingar og gavst til kennar, um tú vart ónøgd við eitt­ hvørt. Tað var tær ikki líka­ mikið, hvat varð gjørt í skúlanum, og hetta var ein stór styrki hjá tær. Tú hevði eisini ein sera góðan humoristiskan sans og kundi flenna og ”klukka”, so tárini trillaðu niður eftir kjálkunum. Ser­ liga um onkur okkara av óvart stoytti okkurt ella misti okkurt á gólv, ja, so hevði tú sæð tað, nærum áðrenn vit sjálvi varnaðust tað, og sat í skellilátri. Einaferð høvdu vit latið ein næming í jakka og vóru klár at fara við honum út í bussin. Men vit skiltu ikki, hví tú sat og flenti og flenti. Tá varnaðust vit, at tað var tín jakki, sum vit høvdu latið næmingin í. Hetta var bert ein av óteljandi løtum, har tín humoristiski sansur lýsti upp. Eins og flestu menniskju kundi tú eisini vera hugsan­ arsom og álvarsom. Til tíðir sjálvsagt eisini illa fyri av sjúkuni. Tá dámdi tær væl, at onkur okkara kundi sita við tær og lesa eina bók, spæla okkurt spæl ella bara vera hjá tær. Góða Turið, vónandi vóru hesar løtur líka ríkar fyri teg, sum fyri okkum. Tú hevði ein ótrúligan stríðs­ vilja og lívsvilja og lærdi okkum at síggja, at alt er ikki ein sjálvfylgja í lívin­ um. Vit fara altíð at minnast tær góðu løturnar saman við tær. Sum tá ið vit settu leikir upp, spældu Krubbu­ spæl, vóru útferðir, m.a. á Náttúrugripasavninum, sóu ymsar leikir, eitt nú á Læraraskúlanum, og tá vit vóru við í ymsum tiltøkum saman við skúlanum. Nú verður tómligt hjá okkum starvsfólkum og tínum floksfeløgum, tí tú vart altíð við og setti dám á við tínum verumáta. Tú fert altíð at eiga pláss í hjørtum okkara. Títt fitta bros minnir okkum á sangin ”Barnabros”: Eg samli upp á barnabros, tey smáu ljósu smíl, og um tú breytst upp hjartað mítt við bori, lykli, fíl – Tú fanst eitt savn av smílum har, sum eingin makan sá, frá túsund smáum brosum bjørt um savnið glæman lá. Og tráddi tú á hjartað mítt og knústi tað sum glar, so hendi bert í somu stund tess veggur brotin var – At barnabros, tey ljósu bros, tey vórðu leys og frí og fyltu meg og fyltu teg við barna gleðisríð. Tí henti eg mær hvørja ferð tað blóma bros á kinn, eitt lítið bros og leggi tað í hjarta-savnið inn. Góðu Sonja, Jonhard, Piddi, Oddny, Rebekka og Tóra. Vit hugsa um tykkum í stóru sorg tykkara og vilja fegin takka tykkum fyri tíðina saman við Turið, og at vit fingu høvi at siga henni farvæl. Má Harrin styrkja okkum øll í sorgini. Vit vilja við hesum orð­ um lýsa frið yvir minnið um Turið. Starvsfólk og næm­ ingar í serstovuni í Glyvra skúla Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri sonur og beiggi okkara Jákup Absalon Vatnhamar Argjaboga andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. oktober 2008, 42 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd í útvarpinum. Fyri tey avvarðandi Jensia við familju Okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Ásmund Lamhauge Lamba andaðist mánadagin 13. oktober, 63 ára gamal. Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 17. oktober kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin 18. oktober kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Jastrid, Nicolina Diana, Jákup og Oddur Tey, ið ynskja at minnast Ásmund, kunnu lata eina peningagávu til Felagið Javna, konto í peningastovnunum. Hann metir at ENJO hevur eina góða framtíð í Føroy­ um, tí marknaðurin er stórur! ENJO er ein av heimsins størstu framleiðarin av reingerðingaramboðum, ið lúka strangastu treytir innan HACCP­góðkenningina. ENJO-stjórin Johannes Engl á tíðindafundi á Hotel Tórshavn Enjo reklamur við føroyka flagginum Minningarorð um Turið Sólbjørg Olsen f. 06.08.1989 – d. 16.08.2008