hósdagur 16. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 199 - 16. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tíðindaskriv
Fyritøkan ENJO í Eysturríki
keypti lýsingarpláss fyri
25.000 euro í sambandi við
fótbóltsdystin millum Før
oyar og Eysturríki á Tórs
vølli leygardagin 11.oktob
er. Íløgan bleiv gjørd, tá
eigarin
Johannes
Engl
væntaði at umleið 1 millión
sjónvarpshyggjarar í Eystur
ríki vildu síggja dystin.
Sjálvur stjórin og eigarin
Johannes Engl kom eisini á
Føroyavitjan í hesum sam
bandi. Illveður varð so flog
farið varð nakrar tímar
seinkað. Nógv tíðindafólk
og eitt sjónvarpslið var á
flogvøllinum tá flogfarið
lendi. Tí umframt Johannes,
sum er væl kendur bæði
innan ENJO framleiðslu og
innan fótbólt sum forseti
fyri tað lokala felagið,
komu eisini dómararnir til
dystin.
Beint sum Johannes var
komin á Hotel Tórshavn
hevði hann ein stuttan kunn
andi
fund
við
ENJO
umboðini í Føroyum. Løtu
seinni var hann at hoyra á
Rás 2.
Eftir útvarpssamrøðuna
var farið niðan á Tórsvøll,
har Johannes var vertur fyri
umleið 20 gestum. Her
kundu allir áskoðarar og
sjónvarpshyggjarar síggja
tær stórfingnu ENJO lýsing
arnar rundan um nærum
allan vøllin. Saman við øðr
um lýsingum sóust hesar
undir øllum dystinum. Men
í steðginum sóðust einans
ENJO
lýsingarnar,
sum
blivu
kringkastaðar
til
umleið 1.millión hyggjarar.
Og fyri at æra okkum, sum
umboð í Føroyum, hevði
Johannes skipað fyri, at
bæði tað føroyska Merkið
og tlf.nr 314353 – www.
enjo.fo sóust á lýsingunum.
Eftir dystin var opið kl
19.00 fyri almenninginum í
Miðlahúsinum, har Sámal
Bláhamar bjóðaði vælkomin
vegna ENJO í Føroyum, og
Johannes greiddi frá um
ENJO framleiðsluna. Høvi
var eisini at seta fram
spurningar.
Beint undan fráferð úr
Tórshavn 12.oktober var
borgarstjórin, Heðin Mort
ensen, vertur fyri stuttum
fundi saman við Johannes
Engl á býráðsskrivstovuni.
Har greiddi Johannes frá
hvussu
pápi
hansara,
Fredrik engl, hevði funnið
fram til hvussu ENJO kann
reinsa olju upp úr sjónum.
Hetta eru trupulleikar, sum
vit øll kenna til.
Á veg úr Tórshavn vísti
formaðurin í Bragdinum
Johannes Engl nýggju Tórs
breyt. Eina stutta vitjan í
ENJO
sýnishølunum
í
Miðbýnum í Tórshavn og á
ENJO goymsluni í Tjarnar
lág 41 bleiv tað eisini
stundir til. Johannes Engl
var væl nøgdur við umstøð
urnar, sum hansara ENJO
vørur hava í Føroyum.
Í skrivandi stund sita vit
hjúnini í lítla fritíðarhúsi
okkara inni í teimum djúpu
skógunum í Telemørkini
her í Noregi.
Veðrið er skiftandi, men í
kvøld er tað frálíkt og
hugnaligt er at síggja vøkru
heystlitirnar ið bera boð um
at nú líðir móti vetri.
Á kvøld og náttartíð er
tað vakurt at líta at himni,
har mánin og stjørnurnar
kappast um at lýsa upp
umhvørvið og spegla sær í
vatninum beint niðanfyri.
Tíðliga í morgun visti
útvarpið at siga frá, at kavin
var lagstur á 1000 metra
hædd, og so skjótt sum lýsti
av degi sóu vit at so var um
fjallatindarnar. Í sannleika
er heysttíðin hugtakandi.
Vit vita at lívið er eins og
árstíðirnar, og Halgabók
minnir ein á, at lívstíð
menniskjans er 70 ár, og 80
tá styrkin er stór.
Vit, ið eru komin upp
ímóti teimum 70 árunum
og har yvir, líta aftur um
bak á eitt langt og fjølbroytt
lívsskeið. Eins og náttúran
uttanfyri, hava lívslitirnir
verið ymiskir, og lívið
hevur givið okkum bæði
við
og
mótgongd,
og
soleiðis hevur tað óivað
eisini verið hjá okkara kæru
Hansu, hon var 86 ár nú
hon so brádliga fór. Hon
føddist 17. juni 1922 í
Havnini.
Foreldur hennara vóru
Helena f. Debes av Oyri og
Johannes
Hansen
(hjá
Gynnu) úr Havnini.
Hansa var elst av sjey
systkjum.
Hon fór tíðliga út í
arbeiðslívið og byrjaði við
at arbeiða í fiski hjá Carl á
Lag.
Síðani var hon í arbeiði í
nógv ár hjá Mariu Poulsen
& co. P/f.
Tey síðstu 15 árini, áðr
enn hon fór frá vegna aldur,
arbeiddi hon í Sølubúðini
Alv í miðbýnum saman við
systrini Mary.
Í nógv ár var Hansa skóti
og skótaleiðari í Frelsunar
herinum. Søgan hjá skótu
num byrjaði í juli mánaði
1939. Hansa var tá 17 ára
gomul og var virkin har við
lív og sál, sum man sigur.
Tað vóru Brynhild Tórs
heim (gift Wasa) og Poula
Hansen (gift Olsen), sum
var systur mannin Osvald,
ið vóru fyrstu skótaleiðarar.
Hin fyrra leiðari og hin
seinna kapelanur. Hansa
játtaði at verða patruljufør
ari, men tá Brynhild fór av
landinum at útbúgva seg til
offiser í Frelsunarherinum,
var skótaleiðarastarvið latið
upp í hendurnar hjá Amy
Andrésen (gift Whitehead),
og Hansa tók yvir sum vara
leiðari árið eftir í 1946. Tá
Amy giftist og fór av land
inum, vóru boð eftir Hansu
at gerast leiðari.
Mong minnast vit aftur
til hennara við takksemi
fyri tað stóra arbeiði hon
gjørdi.
Vit, ið vita um hvussu
krevjandi barna og ung
dómsarbeiði er, hava stóran
virðing fyri teimum, ið
trúføst og stinn hava staðið
í sama starvi ár eftir ár.
Hansa var ein teirra, og
hjartans takk skal hon hava
fyri tað. Út ímóti 42 árum
arbeiddi hon sum skótaleið
ari, fram til 29. januar
1981.
Sum børn og unglingar
kendust Hansa og Osvald.
Havnin var ikki stór tá, men
tey vóru betur kend við
hvønn annan av tí at tey
bæði vóru við í Hornorkestri
Frelsunarhersins.
Í 1952 giftust tey í Havnar
kirkju og búsettust í ný
bygdu húsum sínum uppi á
Dalavegnum.
Tey fingu børnini Gunn
leyg og Óla Regin. Gunn
leyg giftist við dananum
Gunnari og búgva tey í
Skjern á Jútlandi. Óli Regin
giftist við Jenny og tey
búgva í Havnini.
Ommu og abbabørnini
eru 6 og langommu og
langabbabørn 3.
Tað ið hevur sermerkt
heim teirra er gestablídni
og familjusamanhald.
Mangan hevur ein sitið
væl hjá teimum, og vit
skilja væl at tú Osvald og
øll familjan sakna Hansu
ómetaliga nógv. Hon hevði
í sannleika umsorgan fyri
allari familjuni.
Hjúnini vitjaðu okkum
fleiri ferðir her í Noregi, og
tað gleddi okkum serstak
liga at Hansa var ein teirra
ið var saman við okkum
síðsta ár tá ið vit bæði
høvdu serstakan dag. Hon
kom hóast aldurin var høgur
og heilsan ikki hin besta.
Eitt kvøldið lurtaðu vit
eftir andaktini hjá Svenning
av Lofti í Lindini. Konan
Birgit sang so yndisliga
kenda kórið: “Jesus varð
veitir meg. Gjøgnum sól
skin og skugga, Jesus varð
veitir meg.” Hesa heilsan
senda
vit
hjúnini
tær
Osvaldi, og allari familjuni,
við ynski um, at Harrin skal
signa og styrkja tykkum øll
í sorgini. Í hjørtum vára
varðveita vit vakra minnið
um okkara kæru Hansu.
Erna og Njál
Brúkti
25.000 evrir
á Tórsvølli
Johannes Engl og Heðin
Mortensen borgarstóri á
býráðsskrivstovuni
Minningarorð um Hansu Hansen