hósdagur 16. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 199 - 16. oktober 2008
- Tað er ordiliga
stuttligt at syngja
saman í tí stóra
kórinum, siga tær
tríggjar Judith,
Mary og Durita. Um-
framt tær, so hava
147 onnur sett hesa
vikuna av til eitt
sangskeið fyri børn
á Strondum. Her
venja tey ein sang-
leik sum gongur fyri
seg í einum sirkusi
SangSkeið
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: - Vit syngja allar
møguligar sangir. Og tað er
bara super at vera á barna-
sangskeiði, tí her hoyra vit
eisini um Jesus, siga tær
tríggjar genturnar við ein
munn.
Tær báðar strandagentur-
nar Judith Kass og Durita
Mikkelsen, saman við Mary
Frederiksberg úr Runavík
høvdu frammanundan hoyrt
um hetta serstaka sangskeið-
ið. Og tær avgjørdu bara at
fara á tað.
Fyrimunur teirra er hann,
at tær hava áður sungið við
í kórum og vita tí, hvussu
neyðugt tað er at læra sang-
irnar uttanat og fylgja væl
við tí, sum kórleiðarin sig-
ur. Við hetta høvið á Strond-
um kundi hetta haraftrat
gerast ein spennandi upp-
living at kunna syngja sam-
an við langt omanfyri 100
øðrum børnum ymsastaðni
frá.
Skráin fyri dagin er rætti-
liga fjølbroytt. Tá umboð
fyri Sosialin vitjaði Stranda
skúla um fýratíðina týsdag-
in var svimjing og fótbóltur
á skránni. Alt hetta mátti
kortini verða liðugt til
klokkan 5, tí tá skuldi stóra
barnakórið møta aftur til
venjing.
Vant verður dúgliga fram
ímóti framførsluni fríggja-
kvøldið. Tá skal alt vera
uppá pláss og mong ymisk
viðurskifti ganga upp í eina
hægri eind.
- Um vit eru nervøsar til
fríggjakvøldið? Tja, eitt
sindur!, siga tær tríggjar
við samfeldum brosi.
Sangur og sirkus
Í nøkur ár hava fólk hugsað
um at skipa fyri einum ser-
støkum
sangskeiði
fyri
børn.
Tá vanliga sangskeiðið
hjá Heimamissiónini ikki
varð hildið í ár, varð avgerð
tikin um at leggja eitt slíkt
sangskeið á Strondum, nú
skúlarnir eru í heystfrí.
Líknandi skeið sum hetta
hava javnan verið hildin í
Danmark,
har
danska
Heimamissiónin í fleiri ár
hevur skipað fyri sang- og
tónleikalegu í eina viku í
summarfrítíðini.
Út frá hesum varð so
boðað til barnasangskeið
við eini fjølbroyttari skrá
við sangi, tónleiki, bíbliu-
tímum, ítrótti og ymiskum
ítrivum.
- Men vit eru fyrst og
fremst farin í sirkus, sigur
ein av fyrireikarunum, Beinta
Berthelsen av Strondum.
Ringt lag
Sangleikurin, sum er á
skránni hesa vikuna, gongur
nevniliga fyri seg í einum
sirkusi, har onkur er sum
hevur oyðilagt tað góða
lagið.
Í leikinum, har nakrar
klovnir eisini hava sín leik-
lut, verður víst á, hvat ger-
ast kann fyri at bjarga tí.
- Ja, tað eru faktiskt tvey
sirkus – eitt gott og eitt ónt,
greiðir Judith Kass frá.
– Tað er eitt stríð millum
tey bæði, og í leikinum verð-
ur alt gjørt fyri at tað góða
skal vinna á tí ónda, skoyta
hinar báðar uppí.
Tá vit vitjaðu skeiðið
vóru teir einstøku leiklutir-
nir ikki býttir út, eins og
tær tríggjar sangglaðu gent-
urnar ikki til fulnar vistu,
hvussu vorðið varð við bún-
unum.
Gott at syngja
Sum nevnt omanfyri er ikki
einans sangur á skránni,
hóast talan er um eitt sang-
skeið í skúlanum á Strond-
um.
- Eg kom á sangskeiðið tí
mær dámar væl at syngja,
og tí mær somuleiðis dámar
væl at hoyra um Jesus, kem-
ur tað sannførandi frá
Judith.
Tær báðar yngri eru eisini
fegnar um hetta høvið at
læra nýggjar sangir og
syngja saman við øðrum
gentum og dreingjum.
Skeiðið byrjaði mána-
kvøldið og endar fríggja-
kvøldið við eini framførslu
á Skála.
Av tí at sangskeiðið var
so stutt fráliðið, tá Sosial-
urin vitjaði á Strondum,
vóru tær ikki komnar so
langt við venjingini til kon-
sertina.
- Vit hava ikki hoyrt alla
søguna enn, og tí vita vit
ikki heilt hvat alt endar við,
siga tær tríggjar.
Lítil ivi man kortini vera
um, at talan verður um ein
góðan enda á sangleiki-
num!
Sangur og sirkus á Strondum
Bøta um ferðslutrygdina
Arbeiðið at bøta um ferðslutrygdina í Miðvági og Sandavági fer at byrja nú. Hetta
er framhald av ferðslusaneringini, sum sett varð í verk seinasta ár, og er eitt sam-
starv millum Landsverk, Miðvágs- og Sandavágs kommunur og Politiið. Fyrsta
stig er at broyta skeltingina, har alt økið verður skeltað sum bygt økið, tó verður
loyvi at koyra 60 km/t á einum strekki inni á Giljanesi, skrivar Vágaportalurin. Í ár
verður eisini farið í gongd við at gera kanalisering á Giljatrøðni og kanalisering og
gonguteigur á høvuðsvegnum við kommunuskrivstovuna í Sandavági. Í Miðvági
verður gjørdur busslummi og gonguteigur millum Posthúsið og Føroya Banka,
umframt at upplyfta økið við gonguteigi við Eiriksgøtu fyrsta stig. Hetta er so
raðfestingin, sum Landsverk hevur gjørt, og sum mett verður fáast kann frá
hondini í ár, og sum væntandi heldur á fram komandi ár.
Ókeypis konsert á Skála
Á barnasangskeiðnum á Strondum er nógv á
skránni frá morgni til myrkurs. Men alt miðar eftir
at børnini skulu fáa eina áhugaverda viku saman
við hvørjum øðrum.
Íalt eru eini 130 børn – av hesum eru umleið 25
dreingir - á sangskeiðnum, umframt eitt stórt tal av
leiðarum, kokkum og øðrum hjálparfólkum. Íalt er
luttakaratalið um 150.
Barnasangskeiðið byrjaði mánakvøldið og endar
við framførslu fríggjakvøldið kl. 18 í ítróttarhøllini
á Skála.
Henda konsertin er ókeypis.
Børnunum dáma væl at syngja. Tað fáa tey ríkt høvi til á hesum barnasangskeiðnum á Strondum
Tær tríggjar Judith Kass,
Mary Frederiksberg og Durita
Mikkelsen eru farnar til sang
og sirkus hesa vikuna. – Vit
gleða okkum til almennu
framførsluna fríggjakvøldið,
siga tær tríggjar við ein munn