Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 • leygardagur • 25. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Verður fluttur Beint fyri evstamark okkara komu boð frá skrivstov- uni hjá FSF, sum staðfestu flytingina av dystinum millum NSÍ og HB. Dysturin er nú ásettur til týsdagin, 28. august kl. 18.00 -jm Tá vit fríggjadagin tosaðu við venjaran hjá NSÍ, visti hann einki um, at teir skulu spæla móti HB týs- dagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Sum nevnt í blaðnum í gjár, so var upp á tal at flyta landskappingardystin mill- um HB og NSÍ. Hóskvøldið staðfesti kappingarstjórin hjá FSF flytingina fyri Sosialinum, og grundgevingin fyri hes- um var, at tað fór at gerast ov strævið hjá HB, um teir skuldu spæla longu sunnu- dagin. - Hópurin hjá HB hevur í veruleikanum ikki ein liv- andi kjans at vera í Dan- mark, áðrenn fríggjadags- flogfarið fer avstað. Sjálvt ikki, um teir fóru av stað beint eftir dystin. - Tí kunnu teir ikki verða í Føroyum fyrr enn leygar- dagin seinnapartin, og tá verður ov strævið at spæla longu sunnudagin, sigur Børge B. Hansen, kapping- arstjóri hjá FSF. Vita einki Sum vit eisini nevndu í blaðnum í gjár, so er málið endað hjá FSF, tí runavík- ingar ikki vóru sinnaðir at flyta dystin, tá HB spurdi seg fyri. Tá vit fríggjadagin ringdu til venjaran hjá NSÍ, og søgdu honum, at dystur- in verður fluttur, var tað ein ikki sørt skakkur Petur Mohr, sum fingu orðið á. - Eg fyrireiki meg so í øllum førum til, at vit skulu spæla ein dyst sunnudagin. At ein blaðmaður ringir til mín og sigur, at dysturin er fluttur til týsdag, kann eg ikki brúka til so øgiliga nógv. Eg má ganga út frá, at FSF arbeiðir á einum so- mikið frægum støði, at teir í øllum førum boða okkum frá, at dysturin er fluttur. - Er tað virkiliga so galið, at dysturin verður fluttur, so kann eg bara siga, at mann verður heilt óalmind- iliga skuffaður, av at kapp- ingarstjórin bara kann fara soleiðis við einum felagi uttan víðari. Tað líkist ong- um, at vit nú fríggjadag klokkan tólv framvegis ikki hava fingið boð um eina møguliga flyting, og mær vitandi er eingin í felagnum tikin upp á ráð í viðgerðini av spurninginum, sigur ein sera skakkur NSÍ venjari. Gevur trupulleikar Víðari sigur hann, at hetta eisini gevur honum ein annan trupulleika, tí hann nú ikki hevur ánilsi fyri, hvørjar leikarar hann hevur loyvi at nýta leygardagin, tá onnur deild spælir, um so er, at dysturin verður flutt- ur. - Tað kann væl hugsast, at onkur spælari, sum ikki var tøkur til fyrstu deild seinast, nú kann vera við aftur, og tí mugu aðrir helst flytast niður á aðru deild. Tað kann eg ikki gera um dysturin verður fluttur, tí teir, sum spældu á fyrstu deild seinast, skulu leypa dyst um, fyri at spæla við aðru deild, sigur ein heldur ørkymlaður Petur Mohr at enda. NSÍ veit einki Á middegi fríggjadagin vistu runavíkingar framvegis ikki, nær teir skulu spæla móti HB. Kappingarstjórin hjá FSF hevur við Sosialin sagt, at dysturin er fluttur til týsdagin, men fríggjamorgunin var NSÍ framvegis ikki kunnað um hetta Sum væntað mátti HB lúta í útidystinum móti Grazer, men heildarmyndin av før- oysku umboðanini hevur ongan tíð verið betri enn í ár UEFA-CUP Jákup Mørk Eftir ein 2-2 javnleik á Tórsvølli, lá HB sum vænt- að undir, tá teir hóskvøldið skuldu royna seg á útivølli móti eysturríkska, Grazer AK. Eftir at teir í hálvleikin- um vóru aftan fyri við tveimum málum, gjørdist endaliga úrslitið ein 4-0 sigur til heimaliðið, sum við hesum fekk spælt seg víðari í UEFA-Cup kapp- ingini. Dysturin var annars so- leiðis, sum tey flestu høvdu roknað við. Á heimasíðuni hjá Grazer AK verður sagt, at HB var undir stórum trýsti frá dystarbyrjan, og longu eftir 13 minuttum hevði Ronald Brunmayr lagt Grazer á odda, eftir at føroyska verjan ikki fekk ruddað butur.. Brunmayr var vegna skaða ikki við á føroyaferð- ini, og um sæð verður burt- ur frá tvímálsskjúttanum ta ferðina, Benedict Akwueg- bu, so hevði Grazer hesa ferð sent sterkasta lið sítt á vøllin. Á hálva tímanum økti Brunmayr um leiðsluna, tá hann var fyrstur á einum innleggi, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. HB kundi tó við einum máli skapt nakað av spenn- ingi í aftur, men nærri enn einum rúkandi skoti frá All- ani Mørkøre, sum málverj- in júst fekk vart fyri, kom HB ikki. Saman við Pól Næss Joensen verður Allan Mørkøre annars skýrdur sum besti HB-leikarin á vøllinum hóskvøldið. Í seinna hálvleiki helt Grazer fram, har teir sleptu í fyrra, men leingi var tó líkt til, at væl stríðandi HB liðið kundi avmarka tapið til tvey mál. Hetta glapp teimum tó av hondum, tá Tokic í 70. min- utti stútaði bóltin í málið, og tríggjar minuttir inn í eykatíðina setti Milinkovic trumf á, tá hann hevði lætt spæl við at senda í tómt mál, eftir at málverjin hevði hálvbjarga eini skotroynd frá Bazina. Sostatt noyddist HB eins og hini føroysku umboðini úr Europa eftir fyrsta um- farið, men tað skerst ikki burtur, at tey fýra føroyska umboðini í ár tæntu før- oyskum fótbólti til miklan sóma. Einki teirra varð veruliga avbukað, og með- an VB, HB og GÍ fingu stig burtur úr royndini á heima- vølli, megnaði B68 tað sama á útivølli. Dysturin í tølum: Grazer AK-HB 4-0 (2-0) 1-0: Brunmayr 13. 2-0: Brunmayr 30. 3-0: Tokic 70. 4-0: Milinkovic 90. Liðið hjá HB: Pól Næss Joensen (Bárður Johanne- sen 89) - Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus Joensen, Eyðfinn Fjallsbak - Rói Árting, Allan Mørk- øre (capt.), Høgni M. Joen- sen (Bjarni Jørgensen 73), Hallur Danielsen - Rógvi Jacobsen, Bárður Mortans- son. Á beinkinum uttan at koma inn: Bárður Christ- iansen, Hendrik Rubeksen, Ransin Djurhuus. Grazer AK-HB 4-0 (2-0) Tað gekk ikki 17 16 Nr. 163 - 25. august 2001 Johan Samuelsen. Hvat er tað fyri eitt samfelag vit hóma í havsbrúnnið Føroyingar allir ganga meiri ella minni kykir í hesum døgum og bíða við spenningi eftir úrslitinum av oljuboringunum — flestu við teirri vón, at hetta fer at verða fíggjarliga bjarging okkara, um nóg- mikið av olju verður funn- ið, meðan onnur av røttum stúra ikki sørt fyri, hvussu samfelag okkara fer at síggja út, um oljuvinnan av sonnum fær høvdið fyri seg og verður búskaparliga álit okkara fleiri ár framð Oljuvinnan hevur verið heilsað kærkomin her á landi. Eitt oljumálasty´ri varð sett á stovn, allar sømdir sum kravdust av oljufeløgunum hava verið gingnar á møti — okkara mynduleikar hava lopið á leistum fyri hesi vinnu, og allar hugsandi fyrireikingar bæði hjá lands- og komm- unumynduleikum hava ver- ið gjørdar fyri at nøkta al- tjóða oljukrøvini, sum sett hava verið — og soleiðis má og skal tað helst vera, so trygdin á boripallunum verður sett í hásæti. Eisini okkara fremstu fólk innan heilsuøkið vóru frammi í fjølmiðlunum og greiddu frá, hvussu væl var skipað fyri, tá talan er um fólkini úti á boripallunum, um- framt at sjúkrasystur er stødd úti á feltinum. — Í somu viku sum borurin varð settur í føroysku undirgrundina, var stór lýsing fra Hjálpartólamið- støðini (HTM), sum segði frá, at stovnurin bert var opin eftir avtalu fyri viðskiftafólki, sum framm- anundan hava avtalað tíð. Eg mátti lesa ly´singina fleiri ferðir fyri at vissa meg um, at eg hevði lisið rætt. Hesin hjálparstovnur, sum hevur øll tey brekaðu í Føroyum sum viðskifta- fólk, tað veri seg rørslu- tarnað, menningartarnað, blind, afasioffur o.s.fr., skal hann nú einaferð enn verða fyri niðurskurðið Nú mást tú biðja um tíð, um tú skalt hava ein møguleika fyri at fáa fólkini á stovninum í talu. HTM varð sett á stovn í 1983 og vóru 9 fólk sett í starv frá byrjan av — í dag eru tey 8 við vaskifólki! Og viðskiftafólkini eru um tey 2000 í dag, meðan tey í 1984 lógu um 500 — høvuðsorsøkin til stóra vøksturin er hon, at okkara eldru medborgarar eru púrasta sleptir uppá fjall av okkara landsmynduleikum, t.d. er ikki eitt einasta røktarheimspláss bygt und- ir hesum landssty´rinum, og tí hevur ein partur av teimum gomlu brúk fyri einumhvørjum hjálpartóli fyri at lætta um í ger- andisdegnum, nú tey eru noydd at verða heima undir ofta ivasomum, ótryggum og lítið virðiligum viður- skiftum. 900 óloystar sakir. Og hetta økir so um ar- beiðsbyrðuna á Hjálpar- tólamiðstøðini, og onki er tí at siga til, at 900 sakir liggja óloystar frá í fjør. Ikki tí hesi fólk ikki gera arbeiði til lítar, men tí tey einfalt eru ov illa mannaði og arbeiðsbyrðan alt ov stór, umframt at arbeiðs- gongdin er tung millum Almannastovuna og HTM, samstundis sum lógir, rundskriv og reglugerðir hjá fakfólkunum á stovn- inum eru so illa útgrein- aðar, at ein kann siga, at lógartulkingar dagliga eru neyðugar (samanber stuð- ulsfólkaskipanina = kaos!), tí sum eitt starvsfólk á Almannastovuni einaferð skemtiliga tók til: Í Danmark hevði eg ein heil- an metur á bókahillini at halda meg til sum máls- viðgera, her havi eg ein reglugerð, sum er á stødd við eitt Anders And blað! Her hevur bara gingið tann skeiva vegin við tænastu- veitingini, og vælkendu orðini um, at yvirtøkurnar av málsøkjum úr Danmark gera tað, at tú kemur nærri brúkaranum, eru bert tóm orð, sum mangan hava víst seg at verið eitt beinleiðis bakkast fyri brúkaran av almannaveitingum. Og øll landssty´ri síðani tá hava ongantíð gingið nøkrum ynski um hægri játtan á fíggjarlógini á møti. Tí m.a. stendur stovnurin fyri skotum í fjølmiðlunum dag og dagliga, tí hann livir ikki upp til heitið sum hjálp- arstovnur. Og er, tíverri, ofta, meiri at rokna sum eitt byrokratiskt lið í eini langari røð av forðingum, sum verða løgd fyri tey mongu, sum søkja um hjálpartól - ongin skal ivast í, at nakar søkir um hesi hjálpartól til stuttleika — hetta er ein beiskur veru- leiki, sum hvørt einasta viðskiftafólk hjá HTM søk- ir um av tí beru neyð — og harumframt so krevur um- sóknararbeiðið við ringing, skrivum o.s.fr. so nógva orku frá tí, sum søkir, at mangur gevur upp á hálvari leið! Tænastuveitingarnar eru ikki nøktandi. Far t.d. á aðalfund hjá teimum brek- aðu. Har verður víst á, hvussu illa stendur til m.a. á hjálpartólaøkinum. Tele- fongreiðslutíðin er millum kl . 09.00 og 13.00, ongin avgreiðsla mikudag, og nú bert opin eftir avtalu, ongin døgn- ella vikuskiftistæn- asta at heita á um illa vil til, tí teknikkur kann nú eina- ferð svíkja! Einar 45 lyftir eru í føroyskum heimum kring oyggjarnar, og um lyftin stendur føst, so kann ein rullistólany´tari, blíva sitandi í lyftini frá jólaaftan til 2. nýggjársdag, tí ongin neyðtænasta er at venda sær til !! Yvirsædda yvirlýsingin. Eg havi valt bara leysliga at ly´sa viðurskiftini á HTM á hesum sinni, tí tey kenni eg best, eftir at hava sitið í koyritóli í 21 ár - eg orki ikki at fara inn á øll hini forsømdu økini á sosiala økinum: til tørvin á ellis- og røktarheimum, tørvandi bústaðir til rørslu- og menningartarnaði, vánaligu pensjónsviðurskiftini, alt ov fáar tímar í fólkaskúl- anum til børn við serligum tørvi o.s.fr., o.s.fr. Megin- felag teirra Brekaðu ávar- aði móti hesi gongdini fyri 2 árum síðani í eini yvirlýsing, har víst varð á, at møguligar yvirtøkur ómøguligt mátti ganga út yvir okkara veikastu borg- arar, men tað var sum at sletta vatn á gás! Hetta, hóast longu er tikið av blokkinum og raðfest skeiva vegin sosialt í fleiri ár, so prosentvísi parturin á fíggjarlógini av samlaðu játtanunum til sjúkrahús-, almanna- og skúlaøkið er minkaður ár um ár, til nú allur studningur úr Dan- mark skal fella burtur í heilaga navni fullveldsins — havandi í huga fyrisit- ingina av yvirtiknu økjun- um, saman við minkandi blokkinum úr Danmark, so er onki at siga til at sporini ræða! Flestu familjur í hesum landi kenna snertin av hesum ótolandi viður- skiftum, men landsstýrið letst ikki um vón, men leggur heldur stein oman á byrðu við yvirtøkuætlanum sínum, fyri at hava okkurt í tí beru desperatión at vísa veljaranum á, nú valið nærkast! Eg spyrji meg sjálvan, hvat er tað fyri samfelag, vit eru í ferð við at fáað Eru vit á veg burtur frá sosialdemo- kratiska vælfeðarsamfelag- num — hesi samhaldsføstu samfeløgini á okkara leið- um, sum hava skapt eina vælferð fyri einstaka borg- aran, sum bert er fjarur ynskidreymur í verðini annars. Nú tað lotar úr hanakjafti frá oljurisunum, samantvinnað við piparnøt- irnar í láturligari marknað- arføring, so sum rógving á Scillyoyggjunum, bjarging- arbelti til Reyða Kross o.s.fr., so leggja føroyskir politikkarar (og fjøl- miðlar!) seg skerflatan í tí beru undirbrotligheit fyri multinationalu risunum, og gloyma føroyingin í Føroy- um. Hvar verður stoltleikin í einum fullveldi, um persónliga lívsfrælsi hins einstaka verður skert, meðan olju- og fullveldis- barónarnir dusa sær í ein- um karráðum peningasam- felagi, har tann sterkasti ræður. Skal oljuvinnan seta dagsskránna, hvussu okk- ara samfelag skal skipast — tey hava higartil fingið í posa og sekk, men hvussu við vanliga føroyinginum, sum tit politikkarar eru valdir at tænað Verða tey ríku ríkari, meðan tey fátæku verða fátækarið Sovereign Explorer og Hjálpartólamiðstøðin Felagsskapurin av seyða- hundum heldur kapping í Mykinesi næsta leydardag. Ætlanin er ikki at fara á fjall, men hundarnir sleppa at royna seg við nøkrum innistikaðum seyðum. Farið verður við »Súl- uni« klokkan 9 um morg- unin úr Sørvági og møgu- leiki er fyri at gista eisini soleiðis at farið verður inn aftur sunnudag. 120 limir eru í seyða- hundafelagnum. Øll kunnu tekna seg sum lim í felag- num og hvørt mikukvøld klokkan sjey verður vant við búnaðarmiðdepulin í Kollfjarðardali. Tey sum skulu við til Mykinesar skulu melda seg til hjá einum av nenvdar- limunum áðrenn klokkan 20.00 komandi mikukvøld. je Hundakapping í Mykinesi Mánakvøldið skipar Rúsdrekka og Narkotik- aráðið saman við løg- regluni fyri kunnandi fundi um rúsevnismis- nýtslu í Auluni í Kommunuskúlanum. Fundurin verður hildin fyri foreldrum og børn- um klokkan 19.00 Rúsevnisfundur C M Y K 16