Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2001 19 18 Nr. 163 - 25. august 2001 C M Y K Gøtumenn vildu ikki standa aftan fyri hini føroysku liðini í Eu- ropa, og fyri fyrstu ferð nakran tíð hava øll føroysku umboð- ini vunnið sær euro- peisk stig UEFA-CUP Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Tað vóru ikki teir nógvu áskoðararnir, sum høvdu leitað sær til Tórsvøll hós- dagin, tá GÍ skuldi spæla seinna UEFA-Cup dystin móti jugoslaviska FK Obi- lic. Kanska hevði úrslitið í fyrra dystinum gjørt sítt til, at spenningur so avgjørt ikki var um samlaða útfall- ið av uppgerðunum, ella kanska er tað bara trupult at fáa fólk at koma til hesar miðvikudystirnar. Ungt lið At tann stóri spenningurin ikki var um samlaða útfall- ið, kundi hinvegin hugsast at geva gøtumonnum ein fyrimun. Jugoslavarnir vóru kanska longu nøgdir eftir fyrra dystin, og tá teir eisini eru við í oddastríð- num í heimligu kappingini, var væl hugsandi, at fleiri av eykamonnunum fóru at fáa møguleikan í dystinum. Tað vísti seg eisini, at venjarin hjá liðnum langt ífrá hevði rullað allar tær stóru kanónirnar fram til dystin. Av dómaraseðlinum framgekk, at talan í rætti- liga stóran mun var um ungar leikarar, men hinveg- in eigur einki at takast frá gøtumonnum av teirri or- søk. Lítið er at ivast í, at nýggju menninir við hesum vildu vísa venjaranum, at dugur er í teimum, soleiðis at teir kanska eisini fingu møguleikan næstu ferð. Mistak kostaði Dysturin byrjaði annars so- leiðis, sum ein mest sum kundi rokna við, tá føroysk lið takast móti teimum jugoslavisku. Jugoslavarnir trillaðu bóltin róliga sína- millum, í vónini um at GÍ onkursvegna gloymdi part- ar av verjuskyldunum, so- leiðis at eitt skjótt uppspæl kundi koyrast uppeftir. Gøtumenn fóru heldur ikki heilt í verjustøðu hesa løtuna. At jugoslavar ikki løgdu tað stóra trýstið á, gjørdi at teir fingu hampu- liga góðan frið til at byggja spælið upp, og hóast talan ikki gjørdist um nakran opnan møguleika, so var vandi á ferð onkuntíð, tá gøtumenn fingu spælt seg ígjøgnum í borðunum, fyri síðani at senda bóltar inn Helga L. Petersen og Óla Hansen, sum vóru á teim- um báðum álopsplássun- um. Sum nevnt, so tóktust jugoslavarnir bert at bíða eftir einum einsamøllum mistakið frá mótstøðu- monnunum, og hetta kom eisini, tá 19 minuttir vóru leiktir av dystinum. Ein diagonalbóltur varð lagdur inn um verjuna hjá GÍ, men Henning tóktist tó at fult tamarhald á støðuni. Ístaðin fyri at lossa bóltin burtur, valdi hann tó at stúta aftur til málverjan, men ov lítil ferð var á. Úrslitið gjørdist, at Sasa Simonovic gjørdist púrasta leysir við Halli Hansen, og ikki hevði stór- vegis trupulleikar av at senda bóltin í málið. Stungnir av egnum vápni Hetta minti alt ov nógv um stórtapini, sum fyrst og fremst landsliðið, men eis- ini onnur føroysk lið, hava havt móti jugoslavum. Konsentratiónin svíkur eina lítla løtu, og so revsa hinir. Tíbetur hendi hetta ikki hóskvøldið, tí heldur enn at iðra seg um mistakið, so valdu gøtumenn at stríðast enn harðari, nú teir vóru komnir afturum. Miðvøllurin vann hópa- tals bóltar, og hóast nakrir teirra vórðu tveittir burtur eins skjótt, so megnaði ser- stakliga Zdzislaw Janik at spjaða sendingar kring all- an vøllin, og fleiri teirra endaðu eisini við, at gøtu- menn otaðu seg heilt seg heilt niðan í brotsteigin hjá m ó t s t ø ð u m o n n u n u m . Trupulleikin var tó alla tíð- ina, at uppspælið gekk so- mikið róliga fyri seg, at gulu jugoslavarnir hvørja ferð fingu høvi at skipa seg í verjupartinum. Onkuntíð var tó um repp- ið, at mál spurdist burtur úr, og serstakliga var Poul Henning nær við, tá hann smekkaði til av brotsteigi- num, men bólturin smeyg sær beint uttan fyri stólpan. Jugoslavarnir bíðaðu at kalla framvegis eftir næsta mistakinum, sum kundi geva teimum møguleika at avgera dystin, og tí var tað kanska lagnunnar speisemi, tá gøtumenn javnaðu. Uppskriftin til málið var nevnliga júst tann sama, sum jugoslavar eru serfrøð- ingar í at gera sær dælt av. Obilic var í álopi, men alt endaði við, at Hallur Han- sen loftaði bóltinum, og so gekk tað skjótt fyri seg hin- vegin. Hallur tveitti bóltin niðan til Janek, sum var staddur uttarliga í vinstru. Eftir at hava sett beinleiðis mótstøðumannin av, sendi hann djúpt til Óla Hansen, og tá hesin ætlaði at sneiða seinasta verjuspælaran av, vórðu beinini tikn undan Óla. Írski dómarin ivaðist ikki, men peikaði á brots- Føðingardagsbarnið hóskvøldið tóktist sum heild væl nøgd- ur um avrikið hjá GÍ hósdagin FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Meðan dysturin hós- kvøldið var í ferð við at verða leiktur, hoyrdust fáu tandrini av áskoðarun- um brádliga syngja føð- ingardagssangir. Orsøkin til hetta var, at miðverjan hjá GÍ, Bartal Eliasen, hevði mest sum rundan føðingardag. Betri umstøður Tá vit eftir dystin hittu Bartal og høvdu ynskt honum tillukku, spurdu vit hann sjálvsagt, um hetta stigið í dag mundi vera tann føðingardags- gávan, sum hann hevði ynskt sær. - Eg hevði sjálvandi ynskt mær trý stig, men tað er tó eisini í lagi at fáa eitt. - Teir vóru jú betra liðið á vøllinum, men eg haldi at vit stríddust sera væl saman, og at tað var hetta, sum bjargaði okkum stig. Spurdur, um tað var stórur munur á fyrra og seinna dystinum móti Obilic, helt Bartal, at tað var tað sum so ikki. - Umstøðurnar hjá okk- um vóru nógv betri her. Í Jugoslavia var hitin øgi- ligur, og hóast ferðin ikki var so øgiliga høg, so var hetta torført hjá okkum. - Vit gjørdu heldur ikki somu mistøkini í dag, sum vit gjørdu tá. Gott nokk forera vit teimum fyrsta máli, men yvirhøv- ur fingu vit í nógv størri mun læst dyrnar fyri teimum. Spælir fyri at vinna Sum støðan er í lands- kappingini í dag, so er GÍ annar parturin í einum sera jøvnum oddastríði, og tí er eisini nærlyggj- andi at spyrja, um gøtu- menn nú løgdu alt tað, teir vóru mentir í uppgávuna. Um tað ikki onkustaðni var ein tanki um, at eingir skaðar ella onnur óhapp skuldu stinga seg upp undir dystinum. - Tá mann ikki spælir fyri at vinna, so kann mann akkurát tað sama seta gaggurnar á hillina. Tað er so í øllum førum mín meining um hatta, og eg rokni eisini við, at hin- ir á liðnum hava tað á sama hátt, segði ein sera avgjørdur Bartal Eliasen at enda. Eitt stig í gávu Bartal Eliasen helt eftir dystin, at umstøðurnar høvdu nógv at týða í betranini av úrslitinum niðri í Jugoslavia sparksblettin. Henning Jarnskor varð settur at skjóta, og meðan vælvaksni málverjin hjá Obelic tveitti seg til høgru, rullaði Henn- ing róliga øvugtan veg. Vóru skelkaðir Málið hjá gøtumonnum tóktist í eina løtu at hava givið mótstøðumonnunum ein lítlan hvøkk. Hóast teir kanska áttu at gjørt júst tað øvugta, so tóku teir seg longur aftur á vøllin, og hetta seinasta korterið av fyrra hálvleiki var helst besta løtan hjá gøtumonn- um. Fleiri ferðir eydnaðist teimum at spæla upp á áleypararnar, sum antin sendu inn fyri sjálvir, ella løgdu aftur til vongverjar- nar, og møguleikar spurd- ust eisini burtur úr hesum. Tann størsta átti Helgi L. Petersen, tá hann brádliga varð púra leysur í brots- teiginum, men eftir at hava tamt innleggið frá Magna Jarnskor, gjørdist skot- royndin ov óneyv, so bólt- urin í staðin fór sendandi upp um tvørstongina. Í hálvleikssteðginum hevði jugoslaviski venjarin helst tosa við rættiliga stór- um bókstavum. Obilic var fullkomuliga hamskift, nú teir komu aftur á vøllin, og uttan at gera ov nógv av, kann staðfestast, at gøtu- menn í øllum førum ikki vóru óhepnir at fáa annað stigið. Obilic royndi hesi trý korterini at leggja veruligt trýst á, og fleiri ferðir var um reppið, at teir fingu lagt seg á odda. Gøtumenn stríddust tó sum úlvar á skóg alla tíðina, og serstak- liga kunnu teir takka Bart- ali Eliasen og Jóan Petur Olsen fyri, at støðurnar ikki gjørdist enn hættisligari. Ikki minst var tað stuttligt at síggja Jóan Petur, sum hálva vegna hevði pension- erað seg sjálvan undan hes- um kappingarárinum. Nú Pól Ennigarð er niðri í út- búgvingarørindum, hevði Johan Nielsen gjørt av at seta veteranin á sweeparan, og uppgávuna avgreiddi hann eisini til reint UG. Framúrskarandi pólverji Nú teir báðir í verjuni eru nevndir, so er tað eisini ein annar á GÍ liðnum, sum eigur eina serstaka umrøðu uppiborna. Zdzislaw Janik hevur í ár styrkt væl um liðið hjá gøtumonnum, men neyvan hevur hann roynst teimum somikið dyggur áður, sum hann gjørdi hóskvøldið. Hann tykist ikki altíð líka skjótur, men hóast hetta, so megnaði hann ferð eftir ferð at snýta mótstøðu- menninar. Hann megnaði at halda upp á bóltin, tá hetta var neyðugt, soleiðis at GÍ fekk flutt liðið upp, og í minst 90% av álopsroyndu- num var tað hann, sum var bindiliðið, tá spælt varð niðaneftir. Samanumtikið eiga tó allir leikarar á liðnum rós. Væl og virðiliga vanda spælskipanin hjá liðnum ger, at liðið stendur væl á vøllinum í verjustøðu, og hóast ein kanska við góðum rætti kann krevja meira av einum somikið royndum leikara sum Henning Jarnskor, so var tað júst liðavrikið, sum hóast alt gjørdi, at talan varð um somikið gott úrslit. Yvir høvur er GÍ eisini tað av føroysku liðunum, sum hevur frægastu úrslit- ini í Europa at vísa á, og hóskvøldið syrgdu teir so eisini fyri, at teir heldur ikki í ár stóðu aftan fyri hini liðini. Gøtumenn fingu fjórða føroyska stigið í Eu- ropa í ár, og settu við avriki sínum eitt virðiligt punkt- um fyri okkara luttøku á hesum sinni. Dysturin í tølum: GÍ-FK Obilic 1-1 (1-1) 1-0: Sasa Simonovic 19. 1-1: Henning Jarnskor 32. GÍ: 1. Hallur Hansen - 5. Bartal Eliasen, 13. Jóan Petur Olsen, 4. Leivur Han- sen - 6. Áslakur R. Peter- sen, 7. Magni Jarnskor (lið- formaður), 11. Zdzislaw Ja- nik, 8. Poul Henning Jacob- sen (10. Sveinn Vilhjálms- son, 79.), 3. Henning Jarn- skor - 11. Óli Hansen, 12. Helgi L. Petersen (18. Magnus Skoralíð, 74.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Mor- tan Joensen, 2. Marek Wie- gel, 14. Hans Pauli Peter- sen, 15. Omar Pálsson, 17. Kaj Ennigarð Venjari: Johan Nielsen Liðleiðari: Jørgin Gud- mundsson Lækni: Andrias Petersen Fysioterapeut: Álvur Han- sen FK Obilic: 29. Goran Sim- ov - 14. Mirko Aleksic, 18. Nonad Dorðevic, 22. Darko Vargec, 16. ????? (3. Drag- an Ljubisavljevic, 62.)- 15. Sasa Simonovic, 20. Mirko Teodorovic, 4. Sasa Zoric, 6. Bojan Zujic(27. Nikola Vujosevic, 78.) - 17. Mika- ilo Vujacic (28. Dragan Simovic, 67.), 10. Bojan Filipovic (liðformaður) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Boban Savic, 2. Branislav Karic, 21. Vladan Pejcic, 25. Mi- los Babic Venjari: Ratko Dostanic Hjálparvenjari: Zoran Pavlovic Liðleiðari: Joran Dimitrje- vic Lækni: Milisav Popic Fyrioterapeut: Vladimir Antonovic Dómaratríbólkur úr Ír- landi: John Feigherry, John P. Kelly, John Ward, Aiden O’Regan GÍ fekk fjórða stigið Beinini verða her tikin undan Óla Hansen. Dómarin dømir brotsspark, og løtu seinni hevur Henning Jarnskor syrgt fyri, at øll føroysku umboðini í Europa fingu stig hetta kappingarárið