Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2001 21 Í Vági ásanna teir, at fyritreytirnar hjá teimum at fáa eitt gott úrslit í Gøtu eru so góðar, sum tær kunnu vera UPPTAKT Jóannes Hansen Í fjør vann VB FM. Ikki minst týdningarmikið var tað, tá teir upp undir kapp- ingarenda vunnu í Gøtu. Í morgin fer VB aftur til Gøtu. Vágbingar vita, at teir fara ikki at endurvinna meistaraskapin, men teir hava framvegis vónir um at vinna bronsu merkini: – Vit venja sum vanligt, og tað hevði verið heilt burturvið, um vit ikki løgdu alla orku í, tá vit spæla dystir. Tað skylda vit bæði okkum sjálvum og øllum øðrum, heldur VB venjarin Popczynski, sum ásannar, at tað átti at verið honum og hansara monnum til fyrimunar, at GÍ hós- kvøldið var partur í stræv- num Europa Cup dysti. – Vit hava vant og hvílt, meðan GÍ sinniliga hevur verið fokuserað upp á al- tjóða dystin, sum tappaði nógva orku úr teimum. Tað eigur at síggjast aftur á vøllinum í morgin, hjeldur venjarin. VB hevur eisini ein dyst eftir ímóti B36, og hann gleða teir seg eisini nógv til. – Í fjør vunnu vit FM í Gundadali ímóti B36. Í síðsta umfairnum í ár skal B36 suður til Vágs, har teir staðfestu FM heitið í 1997. Vit hava alla orku at leggja alt í bæði ímóti GÍ og B36, sigur VB venjarin, sum hevur allar spæ.lararnar tøkar. Eingin er leikbann- aður og eingin er skaddur– heldur ikki venjarin sjálvur, sum fyrr í summar illa fekk spælt. Kenna treytirnar Í gjárkvøldið skuldu gøtu- menn møta til venjingar. Tað var meiri fyri at finna út av, hvussu tað stóð til eft- ir harða umgangin hós- kvøldið. Tað tóktist sum um allir spælararnir komu snikka- leysir burturúr altjóða stríð- num. Poul Ennigarð var ikki við. Hann brúkti tíðina upp á skúlagongdina í Dan- mark, men í morgin verður hann við ímóti VB. Samson Nesá hevur vant við fullari ferð, og teir ætl- aðu at hann skuldi spæla við 1. liði. Síðsta leygardag fekk hann dystarvenjing á næstbesta liðnum, men tá var hann so mikið illa skaddur, at tað er ein spurn- ingur, um hann yvirhøvur verður við aftur í ár. At GÍ spælir landskapp- ingardyst stutt eftir Europa Cup stríð er ikki óvanligt. Í fjør høvdu teir stórar trup- ulleikar at sleppa aftur til Føroya, eftir at teir høvdu spælt í Svøríki. Teir vóru í luftini fleiri ferðir, og tað var ikki fyrrenn leygardag- in, at tað eydnaðist at lenda í Vágum. Sunnudagin høvdu teir vitjan av NSÍ. GÍ fekk tíðliga eitt mál, og tað eydnaðist teimum at halda tørn. Teir høvdu neyvan havt nakað ímóti somu gongd í morgin. GÍ-VB: Troyttir gøtumenn royna at hanga í Tað var ikki minst takkað verið týdningarmikla sigrinum í Gøtu, at vágbingar í fjør gjørdust føroyameistarar Á Sandi hava teir sjál- dan verið so væl fyri við fólki, sum teir hava verið í ár, men kortini hevur tað hil- nast illa UPPTAKT Jóannes Hansen Eftir góðan stima í fleiri umførum eydnaðist tað ikki klaksvíkingum at fáa nakað við úr Runavík. Tað vóru teir vónbrotnir av, men teir hildu eisini, at manningar- ligu fyritreytirnar vóru einki serligar. Í morgin vitjar botnliðið av Sandi í Klaksvík. Heimaliðið má roknast sum stórfavorittur, men teir halda ikki, at tað stendur nakað serligt til við fólki í KÍ, sum í gjár hevði 97 ára føðingardag.. – Vit megna at seta eitt lið, men um talan skal vera um spælarar, sum hava vant nógv, so gongur tað akku- rát, sigur Tomislav Sivic. Hann fer at gera alt fyri, at hansara menn ikki taka nakað fyri givið ímóti B71. Harley Bertholdsen er burturstaddur og verður ikki við. Fríðin Ziskason spældi við brotnum fingri ímóti NSÍ. Ivasamt er, um hann fer at gera tað aftur í morgin. Allan Joensen royndi at hjálpa til síðstu løtuna í Runavík, men tað sást væl, at hann er ikki nóg væl fyri at spæla. Tomislav Sivic og unglingaspælarin Rógvi Laksáfoss, sum teir høvdu ætlað skuldi fáa møguleikan í morgin, drag- ast við liðbandsskaðar, men teir vóna, at teir verða førir fyri at spæla. Á plusssíðuni hjá KÍ tel- ur tað nógv, at Hjalgrím Elttør rættuliga er komin fyri seg aftur. Í Runavík var hann orsaka av skaða, sum hann fekk á landsliðsferð- ini í Jugoslavia, ikki ímill- um teir fyrstu ellivu. Miku- kvøldið vunnu KÍ ungling- arnir 4–3 í Fuglafirði. Hjal- grím skoraði trý mál, og í morgin verður hann við frá fyrsta bríksli. Illa sperdir Sandoyingar eru á niður- flytingarplássinum, og á pappírinum eru avbjóðing- arnar stórar í síðstu fimm dystunum. – Tað er langt síðani, at vit hava verið so væl fyri við fólki, sum vit hava ver- ið í ár. Men úrtøkan boðar frá, at vit hava ikki fingið tað at hanga nóg væl sam- an, staðfestir Eli Hentze. Tað er greitt, at miðvall- arin Julian Floresco ikki verður við í Klaksík. Hann hevur stóran part av árinum verið plágaður av skaða. Ímóti B68 var hann við í 1. hálvleiki, men so noyddist hann at geva skarvin yvir. Hjá B71 er eingin spælari leikbannaður. KÍ-B71: KÍ fær akkurát mannað lið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 13 7 - 2 - 4 40 25 15 23 2 HB 13 7 - 2 - 4 28 23 5 23 3 TB 13 6 - 4 - 3 31 23 8 22 4 Skála 13 5 - 6 - 2 24 14 10 21 5 B36 13 6 - 2 - 5 27 30 -3 20 6 Sumba 13 5 - 2 - 6 30 29 1 17 7 NSÍ 13 5 - 1 - 7 20 27 -7 16 8 LÍF 13 4 - 3 - 6 25 29 -4 15 9 KÍ 13 3 - 4 - 6 17 24 -7 13 10 GÍ 13 2 - 4 - 7 16 34 -18 10 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 13 11 - 1 - 1 48 11 37 34 2 GÍ 12 10 - 1 - 1 38 13 25 31 3 B68 13 7 - 2 - 4 29 19 10 23 4 VB 13 6 - 1 - 6 30 19 11 19 5 KÍ 13 6 - 0 - 7 18 30 -12 18 6 NSÍ 13 5 - 2 - 6 16 18 -2 17 7 HB 12 5 - 1 - 6 21 16 5 16 8 EB/Streymur 13 4 - 1 - 8 15 25 -10 13 9 FS Vágar 13 3 - 0 - 10 14 55 -41 9 10B71 13 2 - 1 - 10 11 34 -23 7 Støðan, 1. deild menn Støðan, 2. deild menn Soleiðis plagar at ganga Talvan niðanfyri sýnir, hvussu mótstøðuliðini í 14. umfarinum hava staðið seg, tá tey hava hitst tey 10 undanfarnu árini 21 20 Nr. 163 - 25. august 2001 Ímóti EB/Streymi eru tveir av B68 spælar- unum, sum hava stað- ið seg væl seinastu tíðina, leikbannaðir UPPTAKT Jóannes Hansen B68 er á bronsukós. Tað er serliga í fimm teimum sein- astu umførunum, at tað hevur gingið væl. Í hesum dystunum hava toftamenn fingið trettan stig. Tað er bara B36, sum hevur staðið seg betri í hesum tíðar- skeiðnum. Teir í oddalið- num hava fingið fult hvørja ferð. Á Toftum siga teir seg vera greiðar yvir, at tað verður torført ímóti EB/- Streymi. Tá B68 hevði ver- ið á Mølini á Eiði og vunn- ið 2–1, hildu teir fyri, at tað fóru ivaleyst at vera fleiri lið, sum fóru at fáa trupul- leikar ímóti EB/Streymi. Spádómurin gjuørdist bein- anvegin til veruleika, tí í næsta umfarinum vann EB/Streymur 4–0 á norðoy- arstevnu. Hjá B68 eru Marlon Jorge og John Heri Dam leikbannaðir. Felags fyri teir báðar er, at teir hava verið væl fyri og hava spælt við alt størri sjálvsálitið nógvu tær seinastu ferðir- nar. Síðst var Jann Ingi Pet- ersen á beinkinum fyrsta tíman. Tað kann roknast við, at hann hesa ferð verð- ur settur á miðvøllin. Og so er tað spurningurin, um Marcello Marcellino aftur fer at fáa møguleikan í B68 álopinum. Brasiliumaðurin hevur í ár bara verið ein skuggi av tí, sum hann vísti í fjør. Tað hevur havt við sær, at hann tær seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum, og í 5–0 sigri- num á Sandi var hann als ikki á vøllinum. Magnus E. Poulsen hevur leingi verið darvaður at akslaskaða. Tað tykist ikki bila serliga nógv, tí super veteranurin og hjálparven- jarin hjá B68, Kjartan Nesá, hevur verið góður vi- karur. Á Sandi var Jóannes Jakobsen á dómaraseðli- num sum eykamálverji. Hann hevur áður verið mál- verji, men tað var mest í hondbólti, har hann um- boðandi Neistan kom á landsliðið. Nógv fólk Bergur Magnussen plagar ikki at taka serliga rívan til. Tað ger EB/Streyma ven- jarin heldur ikki hesa ferð, men hann ásannar, at tað sær ikki so galið út: – Vandin fyri niðurflyting er ikki púra burtur, men fyritreytirnar fyri at spæla meiri frítt eru betri nú, enn tær hava verið fyrr í ár, heldur venjarin, sum ikki stúrir fyri, at spælararnir fara at slappa av, nú tað tyk- ist sum niðurflytingarvand- in er burtur. Í EB/Streymi hava teir einar seytjan spælarar, sum kunnu spæla á besta lið- num. Síðst var Knút Vestur- tún leikbannaður, men hann er tøkur aftur. Jákup Martin Joensen kom síðsta leygardag aftur úr Dan- mark. Hann er liðugur við løgreglu útbúgvingina, og í hesi vikuni hevur hann vant við EB/Streymi. Síðsta sunnudag kom hann á vøll- in í 2. hálvleiki. Um hann verður við frá fyrsta bríksli á Toftum var ikki greitt, tá vit frættu. Venjarin hjá FS Vág- um fer í dag til Fugla- firðar, so hann ikki fer at standa á berum, um liðið hjá honum skal luttaka í enda- spæli UPPTAKT Jóannes Hansen Størsti mótstøðumaðurin hjá B36, tá teir í morgin fara í Vágar, eru ivaleyst B36arnir sjálvir. Tá liðini hittust í Gundadali í 5. um- farinum vann B36 15–0 metsigur á FSV. Men síðani tá er nógv vatn runnið í ánna, og sjálvandi rokna teir í B36 ikki við so stór- um sigri hesa ferð. Men tað hevði verið púra óvantað, um teir ikki komu aftur til Havnar við øllum stigun- um. Í FSV ásanna teir, at tað verður ikki dysturin ímóti B36, sum fer at gera av, hvørja lagnu teira lið fer at fáa- Í løtuni er FSV næst- aftast. Um tað eisini verður plássið, tá átjan umfør eru spæld, so skulu teir telvast um plássið í deildini ímóti næstbesta liðnum í 2. deild. Tað er væl hugsandi, at talan kann gerast um dystir millum FSV og ÍF ella TB. Hesi bæði liðini spæla í Fuglafirði í dag. Tað ræður um at gera heimaarbeiðið til lítar, og FSV venjarin, Albert Ellefsen, ætlar sær til Fuglafirðar í dag. Lyklaspælarar Hjá FSV vóna teir, at allir spælararnir verða tøkir í morgin, men tað eru nøkur ivamál. Hannus Olsen kom ikki innaftur eftir steðgin, tá FSF síðsta sunnudag tapti týdningarmikla dystin á Eiði. Umframt hann dragast eisini Jack Johansen og Rus- lan Screle við vøddaskaðar, sum hava darvað venjingini, men teir vóna tað besta. Hjá B36 er nógv fólk at taka av. Tá onkur fellur frá, standa fleiri klárir at sleppa inn á oddaliðið. Tað er greitt, at Jákup á Borg verð- ur ikki á vøllinum í Vágum. Hann fekk triðja gula kort- ið ímóti GÍ og er tískil leik- bannaður. Pól Thorsteinsson hevur verið plágaður av vødda- skaða heilt síðani B36 í 4. umfarinum var í Gøtu. Sunnudagin varð hann enn eina ferð pjøssaður til at spæla, men nú er greitt, at Pól verður ikki við í Vág- um. Klæmint Matras hevur verið smáskaddur, men teir rokna við, at hann verður klárur í morgin, tá Floks- menn skipa fyri útferð í Vágar. B68-EB/Streymur: Bergur og teir kenna tað eitt sindur lættari John Heri Dam er saman við Marlon Jorge leikbannaður til dystin móti EB/Streymi FSV-B36: B36 er størsti favorittur á árinum Roknast kann við, at fagnaður hjá B36 leikarunum aftur verður at síggja hetta vikuskiftið Dystir hetta vikuskiftið 1. deild menn 26.08 GÍ-VB Lassin Isaksen 26.08 KÍ-B71 Birgir Sondum 26.08 HB-NSÍ Niclas á Líðarenda 26.08 B68-EB/S Suni Johansen 26.08 FSV-B36 Páll Augustinussen 2. deild menn 25.08 Skála-LÍF Dagfinn Olsen 25.08 NSÍ-KÍ Erling Eysturoy 25.08 HB-Sumba Jógvan A. Jacobsen 25.08 ÍF-TB Petur Hansen 25.08 GÍ-B25 Jón Kári Frederiksen 3. deild menn 26.08 GÍ-VB Edvard Højgaard 26.08 KÍ-B71 Jógvan A. Jacobsen 26.08 AB-Royn Georg N. Rasmussen 26.08 B68-TB Dia Lamhauge 26.08 ÍF-B36 Jónleif Gerðisá 1. deild kvinnur 26.08 KÍ-VB Berint Andreasen 26.08 B68-HB Dan Højgaard 26.08 B71-B36 Laurits í Króki C M Y K 20