Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 163 - 25. august 2001 Nr. 163 - 25. august 2001 23 Søluleiðari Vit sóknast eftir fólki,ið kann taka sær av sølu og ser- vice.Aldur hevur ongan týdning,ein handverkaraút- búgving kann koma væl við,men er ongin treyt.Løn eftir avtalu. Hevur tú hug til eitt útfordrandi, spennandi og frítt arbeiði og dugur tú at arbeiða sjálvstøðugt, hava vit kanska eitt arbeiði til tín. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Finn Mortensen, tlf. 212544, ella senda E-mail til gassola@post.olivant.fo Umsóknin til starvið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 08.09.2001. AGA Føroyar sp/f Akranesgøta 2 · Postboks 1088 110 Tórshavn · Tlf. 315544 · Fax 311706 Arbeiðsmaður søkist til náttararbeiðið í bakarínum. Nærri upplýsingar um arbeiðstíðir, løn o.a. fáast við at venda sær til Christian. Hoyvíksvegur 65 ·Tlf. 312161 ella 217261 Bilførari søkist til morgunarbeiðið. Nærri upp- lýsingar um arbeiðstíðir, løn o.a. fáast við at venda sær til Bent. Hoyvíksvegur 65 ·Tlf. 312161 ella 222325 Goymslufólk Vit sóknast eftir fólki til eykalutagoymslu okkara sum skjótast. Útbúgving eingin treyt,men royndir innan bilar er ein fyrimunur. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn verður at senda til Ivan Johansen bilar postboks 3205 · 110 Tórshavn tlf. 313666 innan 1. september Frá Kollafjarðar kirkjuráð Kirkjuráðsval verður týsdagin 06.11.2001. Vallistin fyri Kollafjarðar sókn liggur frammi á kommunuskrivstovuni allar gerandisdagar frá 23.til og við 31. august. Opið er kl 18:00 - 19:00. Er onkur av misgáum ikki á listanum, skal viðkomandi skrivliga boða formanninum frá innan 08.09.2001. Kollafjørður 21.08.2001 Vegna valstýrið fyri Kollafjarðar kirkju Klinikkassistentur Sókt verður eftir útbúnum klinikkassistenti at byrja frá 1. sept. 2001. Sett verður sambært S&K sáttmála. Skrivlig umsókn at senda til Tannlæknastovuna A. C. Evensensgøta 14 FO-110 Tórshavn v/ Kristian Djurhuus og Jakku Heinesen Frá Vesturkirkjuni Fráboðan um kirkjuráðsval Kirkjuráðsval verður týsdagin 6. november 2001. Vallistin liggur frammi á skrivstovuni í kirkjukjallar- anum allar gerandisdagar frá 23. til 31. august, kl. 17-18. Er onkur av misgávum ikki á listanum, skal viðkomandi siga frá innan 8. september. Markið millum Tórshavnar vestaru og Tórshavnar eystaru kirkjusókn er Tróndargøta, Varðagøta, Vill- ingardalsvegur. Valstýrið fyri Tórshavnar vestaru kirkjusókn Vegna tað, at viðkomandi, sum hevur røkt starvið sum virkissamskipari á stjóraskrivstovuni fer undir hægri út- búgving í útlandinum, fara Strandfara- skip Landsins (SL) við hesum at søkja eft- ir einum virkissamskipara at seta skjótast gjørligt. Stjóraskrivstovan er ein stápsdeild undir stjóranum og skal sum høvuðsuppgávu verða leiðsluni til hjálpar. Á SL er talan um eitt desentralt arbeiðs- umhvørvi við nógvum eindum runt um í landinum. Hetta hevur m.a. við sær ein stóran tørv á samskipan innan tænast- una og umsitingina. Stjóraskrivstovan skal virka sum ein samskipandi funktión, har miðað verður ímóti at skapa felags karmar at virka undir tænastuliga og umsitingarliga. SL hava knýtt eindirnar tættari saman við kunningartøkni og skapar hetta betri fortreytir fyri at tryggja eina góða sam- skipan. Stjóraskrivstovan Stjórin á SL hevur ovastu leiðsluna og umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virksemi stovnsins. Ábyrgdarøkið fevnir eisini um langtíðar ráðlegging við ábyrgd fyri samskipan av ymsu deildunum og virkisøkjunum. Stjóraskrivstovan hevur ein týdningar- miklan leiklut at samskipa dagligu um- sitingarligu uppgávurnar hjá leiðsluni. Harafturat skal deildin verða við í teirri menning og nýskipan, ið SL hevur fyri framman. Skrivarastarvið Høvuðsuppgávurnar hjá samskiparan- um eru: • Avgreiða mál vegna stjóra ella leiðslu • Stýra og umsita journal, hølisviður- skifti, kundamóttøku, postmóttøku og samskifti annars • Verða við til at fyriskipa, samskipa og lata leiðsluupplýsingar av ymiskum slag • Fyriskipa verkætlanir, eitt nú útbúgv- ingarætlan, journalskipan, marknaðar- strategi, virksemisroknskap oa. Innihaldið í starvinum er nærri ásett í einari starvslýsing. Virkissamskiparin fær ábyrgdina av at menna eina samskipandi funktión og ar- beiða víðari við nøkrum avbjóðandi verkætlanum. Starvið gevur góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Førleikakrøv • Útbúgving innan fyrisiting og handil, t.d. HA, HH ella tilsvarandi • Helst royndir innan tænastu og fyrisiting • Kunnleiki og royndir innan kunningar- tøkni/edv á brúkarastøði (td. teldu- koyrikort). • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum • Arbeiða sjálvstøðugt og málrættað • Góð samskiftis- og samstarvsevni • Álítandi og góðan røkjuskap Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, um- mælum,CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 17. september 2001, kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Reidar Nónfjall, stjóra. Tlf. 343000 ella e-mail: ren@ssl.fo Starv Virkissamskipari Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøk- an í so stóran mun sum gjørligt rekast á handils- ligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Heystkappríðing og veitsla Tilmelding til heystkappríðingina í Marknagili, sum verður leygardagin 1. september kl. 14.00 er á tele- fon 421643 og 315242 til týsdagin 28. august kl. 19.00. Kappast verður í: Skeið,Trav,Tvíspor ung og Tvíspor vaksin (1. og 2. flokkur). Kappríðing í Old-boys verður aftaná. Ross, sum hava vunnið premiu fyrr á degnum, kunnu ikki lut- taka í Old-boys. Tilmelding til Old-boys er á staðn- um. Allir ríðarar skulu nýta hjálm. Veitslan verður um kvøldið kl. 19.30 í felagshúsin- um. Atgongumerki verða seld í felagshúsinum týs- kvøldið 28.august millum kl.19 og 21.Kostnaður kr. 150,00. Føroya Ríðingarfelag Skip til sølu »MAI« Línibátur/garnabátur Føroyskt flagg Bygt: 1947 Thurø, Danmark – eik/bók Stødd: 24.95 m x 6.62 m Klassi: Sjóvinnufyrisitingin Last: Frystilast Høvuðsmotorur: 500 Bhp Grenaa Die- sel, nýggjur frá 1974 Vilt tú vita meira um skipið, so ring til: P/F THOR FO-420 Hósvík Tlf. 422503 C M Y K 23 22 Vegna tað, at viðkomandi, sum hevur røkt starvið sum virkissamskipari á stjóraskrivstovuni fer undir hægri út- búgving í útlandinum, fara Strandfara- skip Landsins (SL) við hesum at søkja eft- ir einum virkissamskipara at seta skjótast gjørligt. Stjóraskrivstovan er ein stápsdeild undir stjóranum og skal sum høvuðsuppgávu verða leiðsluni til hjálpar. Á SL er talan um eitt desentralt arbeiðs- umhvørvi við nógvum eindum runt um í landinum. Hetta hevur m.a. við sær ein stóran tørv á samskipan innan tænast- una og umsitingina. Stjóraskrivstovan skal virka sum ein samskipandi funktión, har miðað verður ímóti at skapa felags karmar at virka undir tænastuliga og umsitingarliga. SL hava knýtt eindirnar tættari saman við kunningartøkni og skapar hetta betri fortreytir fyri at tryggja eina góða sam- skipan. Stjóraskrivstovan Stjórin á SL hevur ovastu leiðsluna og umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virksemi stovnsins. Ábyrgdarøkið fevnir eisini um langtíðar ráðlegging við ábyrgd fyri samskipan av ymsu deildunum og virkisøkjunum. Stjóraskrivstovan hevur ein týdningar- miklan leiklut at samskipa dagligu um- sitingarligu uppgávurnar hjá leiðsluni. Harafturat skal deildin verða við í teirri menning og nýskipan, ið SL hevur fyri framman. Skrivarastarvið Høvuðsuppgávurnar hjá samskiparan- um eru: • Avgreiða mál vegna stjóra ella leiðslu • Stýra og umsita journal, hølisviður- skifti, kundamóttøku, postmóttøku og samskifti annars • Verða við til at fyriskipa, samskipa og lata leiðsluupplýsingar av ymiskum slag • Fyriskipa verkætlanir, eitt nú útbúgv- ingarætlan, journalskipan, marknaðar- strategi, virksemisroknskap oa. Innihaldið í starvinum er nærri ásett í einari starvslýsing. Virkissamskiparin fær ábyrgdina av at menna eina samskipandi funktión og ar- beiða víðari við nøkrum avbjóðandi verkætlanum. Starvið gevur góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Førleikakrøv • Útbúgving innan fyrisiting og handil, t.d. HA, HH ella tilsvarandi • Helst royndir innan tænastu og fyrisiting • Kunnleiki og royndir innan kunningar- tøkni/edv á brúkarastøði (td. teldu- koyrikort). • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum • Arbeiða sjálvstøðugt og málrættað • Góð samskiftis- og samstarvsevni • Álítandi og góðan røkjuskap Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, um- mælum,CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 17. september 2001, kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Reidar Nónfjall, stjóra. Tlf. 343000 ella e-mail: ren@ssl.fo Starv Virkissamskipari Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøk- an í so stóran mun sum gjørligt rekast á handils- ligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið.