Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. oktober 2008 FAROEXPO 5 Hann er ungur, bragdligur og væl útbúgvin. Sum grundútbúgving hevur Klæmint Østerø prógv sum maskinverkfrøðingur, men hann hevur eisini lisið tað, sum á fak­ máli verður rópt offshore konstruk­ tión við serfrøði innan flótandi boripallar. Hann kom upp í kommunal­ politikk á seinasta kommunuvali og gjørdist formaður í havna­ nevndini hjá Runavíkar komm­ unu. Nú FaroExpo stundar til, hava vit prátað við havnanevndarfor­ mannin og sett honum spurningi um framtíðina og framtíðarætlanir hjá Runavíkar havn. Ídnaðarhavn Klæmint Østerø sigur seg onga løtu ivast í, at Runavíkar havn í framtíðini verður ídnaðarhavnin í Føroyum fram um aðrar. ­ Vit eiga at hyggja eftir, hvat framtíðin hevur at bjóða okkum, og vit mugu tora at flyta fótin rætta vegin fyri at fáa sum mest burtur úr. Hann vísir á, at stórar broytingar hava verið seinastu árini, sum hava broytt munandi um fyritreytirnar fyri rakstri av havnum í síni heild. ­ Gongdin innan flutningsvinnu hevur verið, at feløg eru uppkeypt og onnur hava lagt saman í størri eindir. Hetta hevur ført við sær, at fleiri upp­, og avskipingarhavnir eru niðurlagdar, samstundis sum skipaflutningurin innanoyggja er avloystur av lastvognsflutningi. Úrslitið er, sigur Klæmint Østerø, at hjá fleiri havnum eru inntøkurnar av havna­og vøru­ gjaldi minkaðar nógv – ella eru vorðnar heilt burtur. ­ Vit hava sjálvandi eisini merkt hesa broyting við fallandi inn­ tøkum, men har ein súla kámast burtur, kemur onnur til sjóndar, sum hann tekur til. Heildarætlan Fyri umleið tveimum árum síðani setti havnanevndin í Runavíkar kommunu sær fyri at gera eina heildarætlan – ella ein sonevndan masterplan ­ fyri Runavíkar havn. Ætlanin fevnir um allar havnirnar í kommununi. Klæmint Østerø sigur, at henda heildarætlan snýr seg um at lýsa og leggja eina ætlan fyri, hvar teir ym­ isku aktivitetirnir liggja best í mun til almennu samferðsluætlanina, og hvussu hesi økini skulu byggjast út. ­ Fyrsti partur av hesum arbeiði er liðugur, býráðið hevur samtykt at fylgja heildarætlanini og at arbeiða víðari við málinum, legg­ ur hann aftrat. Ein tann týdningarmesta avbjóð­ ingin hjá Runavíkar kommunu verður at menna eina nýggja oljuútgerðarhavn, sum við tíðini skal verða miðdepilin innan frá­ landavinnu í Føroyum. ­ Áhugin fyri økinum er stórur og gerst meira ítøkiligur, nú oljan er vorðin so dýr, sigur hann. __________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Runavíkar kommuna hevur verið við á messum og ráðstevnum uttanlands og hevur eitt gott samband við teir partar, sum hava áhuga í frálandavinnuni í Føroyum Klæmint Østerø, havnanevndar­ formaður, leggur stóran dent á, at tað framhaldandi verður neyðugt hjá Runavíkar kommunu at ganga á odda fyri at styrkja um tað net­ verk og røkja teir partar, sum skulu fremja ætlanina við oljuút­ gerðarhavnini í verki. Hann vísir á, at næsta ár verður tann mest spennandi leitibrunnurin á føroyska havbotninum boraður. ­ Boringin verður mett sum ein avmarkingarbrunnur til fundið Rosebank/Lochnagar, og útlitini at finna olju næsta ár eru tískil betur enn við undanfarnu boring­ um. Klæmint Østerø vísir á, at um er so, at olja verður funnin í týð­ andi nøgdum í føroyska hav­ botninum, er ógvuliga umráðandi, at vit eru væl fyrireikað til at taka ímóti og at veita vinnuni tær tænastur, sum hon hevur brúk fyri. Nýggj havnalóg Formaðurin í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu sigur annars, at fyri føroysku havnirnar er tað alneyðugt, at nýggja havnalógin verður samtykt. Umráðandi er eisini, at kommunurnar sleppa at leggja havnirnar í sjálvstøðug rakstrarfeløg. ­ Hetta er ein fyritreyt fyri, at kommunurnar kunnu gera tær íløgur, sum eru neyðugar, sigur Klæmint Østerø. __________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Leitiboringin á føroyska havbotninum næsta ár verður hin mest spennandi yvirhøvur, heldur Klæmint Østerø Mynd: Vilmund Jacobsen Ein spennandi tíð fyri framman Oljuútgerðarhavn miðdepil í føroyskari frálandavinnu - Vit eiga at hyggja eftir, hvat framtíðin hevur at bjóða okkum, og vit mugu tora at flyta fótin rætta vegin fyri at fáa sum mest burtur úr, heldur Klæmint Østerø Mynd: Vilmund Jacobsen - Ein tann týdningarmesta avbjóðingin hjá okkum í Runavíkar komm- unu verður at menna nýggju oljuútgerðarhavnina, sum við tíðini verður miðdepilin innan frálandavinnu í Føroyum. Áhugin fyri økinum er stórur og gerst meira ítøkiligur, nú oljan er vorðin so dýr, sigur Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini