hósdagur 16. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2008
Viðgerð av burturkasti er
nógv broytt seinastu árini,
og stórar avbjóðingar
liggja fyri framman.
IRF hevur gjørt eina
íløguætlan, sum skal
setast í verk komandi tvey
árini. Við hesi íløguætlan
verður Brennistøðin nú
tímansgjørd, nýtt Spill
oljuverk gjørt á Hagaleiti,
eins og ein loysn verður
funnin til viðgerð av rot
tangaevju
Arbeiðið at útbyggja brenniovnin
á brennistøðini á Hagaletið byrjar
í januar 2009 og verður liðugt í
mars sama ár. Ovnurin verður
longdur og fær nýggja brennirist.
Harafturat verður ein hópur av
øðrum lutum og verkum skift út.
Tá arbeiðið er liðugt í seinnu
helvt av mars, hevur IRF ein so at
siga ein nýggjan ovn.
- Endamálið við útbyggingini
er at fáa ein nútímans ovn, sum
hevur hægri brenniorku enn ver-
andi ovnur. Roknað verður við, at
brennistøðin á Hagaleiti fer at
kunna brenna eini 6.000 tons
meira um árið, tá útbyggingin er
liðug. Fyrsta árið verður tó merkt
av, at nógv burturkast liggur á
goymslu.
Ætlanin er, verður sagt úr Leir-
vík, at kundarnir mest sum ikki
skulu leggja til merkis, at brenni-
støðin liggur still og verður út-
bygd.
- Innsavningin av burturkasti
skal í mest møguligan mun ganga
sum vanligt. Burturkastið verður
síðani pakkað inn og lagt á
goymslu.
Útbygda brennistøðin fer at
hava ein hitamátt upp á umleið 7
MW.
- Brennistøðin veitir hita til virk-
semið hjá IRF á Hagaleiti og til
Høvdavirkið hjá Faroe Marine
Products. IRF veitir í løtuni á leið
líka nógvan fjarhita sum Brenni-
støðin á Hjalla, og gongur fram-
leiðslan hjá Høvdavirkinum sum
ætlað, verður IRF nógv størsti
fjarhitaveitari í Føroyum komandi
árini.
Spilloljuverk
Arbeitt verður eisini við ítøkilig-
um ætlanum um at byggja eitt
nýtt verk til spillolju. Verkið skal
liggja við brennistøðina á Haga-
leiti og gagnnýta hita frá brenning-
ini. Ætlanin er at byrja byggingina
av spilloljuverkinum á sumri
2009.
- Hóast nýggja verkið verður
munandi minni at síggja til enn
gamla verkið á Kambsdali, verður
orkan fleirfalt størri. Spilloljan
verður viðgjørd og spillivatnið
reinsað á annan hátt, og alt verkið
verður undir taki. Við fullari megi
kann verkið arbeiða umleið fimm
ferðir so nógva spillolju, sum nú-
verandi verk, siga tey á brenni-
støðini á Hagaleiti.
__________________________
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
IRF byggir út
á Hagaleiti