hósdagur 16. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2008 FAROEXPO 7
Í løtuni arbeiða fólk hjá
El-Service á Karstensen-
skipasmiðju í Skagen
umborð á nótaskipi
til Thyberøn, sum skal
verða liðugt í november.
Nýbygningurin Thor
Omega er handaður Thor
í Hósvík og næsta stóra
verkætlanin í Skagen,
har El-Service er við,
er nýbygningur til P/F
Vinnuna í Gøtu
Í løtuni eru umleið 40 fólk í starvi
hjá fyritøkuni El-Service á Skála.
Flestu av hesum eru knýtt at verk-
ætlanum, sum fyritøkan er partur
av uttanlands.
Stjórin í El-Service, John Eli
Olsen, sigur, at tey høvdu roknað
við minni virksemi á heimamarkn-
aðinum seinni í ár og næsta ár, og
tað sær eisini út til at verða so.
- Tí fevnir meginparturin av tí,
vit hava at gera nú, um arbeiði
uttanlands.
John Eli vísir á, at tað hevur
eydnast væl hjá fyritøkuni at leita
sær út um landoddarnar, og hetta
hevur eisini verið eitt sereyðkenni
hjá El-Service næstan síðan byrj-
an.
– Tað, sum vit fáast mest við, er
at veita alt tað elektriska umborð
á skipum uttan sjálva navigatións-
útgerðina á brúnni.
Hetta merkir, sigur stjórin, at
fyritøkan letur eina fulla installa-
tión við høvuðstalvum, undirtalv-
um, startkaðlum og ávaringar-
talvum, umframt alt tað elektriska
á sjálvari verksmiðjuni.
– Vit hava eisini ein serkunn-
leika, tá ræður um stýring av
ymiskum skipanum.
John Eli sigur, at stóra uppgávan
hjá teimum næsta ár verður ný-
bygningurin til P/F Vinnuna í
Gøtu.
– Hetta skal tó ikki skiljast so-
leiðis, at vit ikki kunnu átaka
okkum annað arbeiði, nú vit vóna,
at skipasmiðjan Mest og Thor
klára at gera ein nýggjan sáttmála
um fleiri skip, sigur hann.
Nógv uttanlands
Seinastu 18 árini hevur El-Service
havt tætt samstarv við Karstensen-
skipasmiðju í Skagen, og henda
mannagongdin við heildarloysnum
fyri alt tað elektriska gongur aftur
hvørja ferð.
– Tað hevur verið eitt sindur
langt millum nýbygningarnar,
sum eru smíðaðir í Føroyum sein-
astu árini, men El-Service hevur
tó verið við til at bygt tilsamans
átta skip saman við Tórshavnar
Skipasmiðju.
John Eli sigur, at felagið er virk-
ið bæði á sjógvi og landi, innan-
sum uttanlands.
– Vit hava fólk í Chili til nýggju
Norðborg, sum skal leverast til
Klaksvíkar. Uppgávan er at hjálpa
reiðarínum við eftirliti av el-inn-
leggingum og veitingum. Tá ný-
bygningurin Gitte Henning er
liðugur í novembur, verður byrjað
uppá nýggja Trónd í Gøtu. Hesi
skip verða bygd á Karstensens
Skipasmiðjuni í Skagen – við okk-
ara luttøku, sigur stjórin í El-
Service.
__________________________
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
El-Service nógv virksemi uttanlands