Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2008 Útlendsk ferðamannaskip eru vorðin ein fastur og afturvendandi partur av býarmyndini í Runavíkar- økinum á hásumri. Gongst, sum kommunan ætlar, fara hesi skip at gerast fleiri í tali, sum árini ganga. Ferðamannaskip og ferðafólk úr ymiskum heraðshornum seta ein serstakan dám á býin og økið, meðan tey vitja í Eysturoy Havnaskrivstovan hjá Runavíkar kommunu man teljast millum tær skrivstovur av slíkum slagi í landinum, sum hava umsjón við flestu havnum og lendingum. Eftir samanlegging við Skála kommunu, Elduvíkar kommunu, Oyndarfjarðar kommunu og nú eisini Funnings kommunu, er felags kommunan nógv vaksin í vídd, og soleiðis eru eisini fleiri havnir og lendingar vorðnar partur umsjónini hjá havnaskrivstovuni hjá Runavíkar kommunu. Mánadagin var Sosialurin inni á gólvinum á havnaskrivstovuni, og einsamallur til arbeiðis hesa løtu var havnaumsjónarmaðurin, Alfred M. Olsen. Havnastjórin, Jón Nónklett, hevði frí og var á fjalli, men seinni um kvøldið hittu vit hann í telefonini. Tá hevði hann bæði verið á fjalli og hevði flett í nakrar tímar hjá Mortani Højgaard, bónda á Toftum. Stórt arbeiðsøki - Okkara arbeiðsøki fevnir um havnir og lendingar í Oyndarfirði, Elduvík, Funningsfirði, Søldar- firði, Lamba, Rituvík, Æðuvík og so her í Runavíkar-økinum. Aftrat hesum kemur Funningur nú eisini uppí, og á Skála hava vit havt ein mann, sum partvís hevur tikið sær av umsjónini við havnini. Jón sigur, at á Skála er havna- skrivstova, men um ársskiftið er ætlanin, at uppgávurnar á Skála og í Skálafirði eisini skulu røkjast av fólki á havnaskrivstovuni í Sal- tangará. - Aftrat mær havi eg tveir havna- umsjónarmenn á skrivstovuni. Sjálvur arbeiði eg vanligan dag, og síðan ganga hinir báðir umsjónarmenninir vakt. Hin fyrra vaktin er frá klokkan 07-15 og hin seinna frá 15-23. Um náttina og í vikuskiftinum er tilkallivakt. Tað eru tvey ár síðan, at Jón Nónklett gjørdist havnastjóri hjá Runavíkar kommunu. Ferðamannaskip Hann sigur, at tá brúk er fyri meira fólki, eitt nú tá ferðamanna- skip koma og fara, plaga teir í fyrsta lagi biðja um stuðul hjá vegadeildini í kommununi, og teir eru óførir at rætta eina hjálpandi hond, so alt kann ganga bæði skjótt og væl fyri seg. - Vit hava havt seks ferðamanna- skip í summar, og í fjør summar høvdu vit fýra. Tað er ikki nógv meira arbeiði av hesum, enn tá farmaskip komu og fóru. Eftir okkara mátistokki eru skipini stór; tey størstu hava ligið um 200 metrar – og trossarnir eru tungir at lyfta og dragsa. Jón sigur, at ferðamannaskipini, sum seinnu árini eru komin inn á Skálafjørðin, eru lutfalsliga smá í mun til onnur stór skip av hesum slag. - Atløgubryggjan er 100 metrar long, og hon er væl egnað til skip, sum eru upp í einar 200 metrar. Vit hava forskotnar pullartar, og millum teir ytstu eru meira enn 200 metrar. Dýpið við havnina, sum er einar 12 metrar, er eingin trupulleiki, tí tey størru skipini stinga bert einar 6-7 metrar. Hesi skip koma á hásumri. Tey steðga einar 6-8 tímar, og vanliga eru eini 500-600 ferðafólk umborð á hvørjum skipi. Ferðafólkini koma úr ymiskum heraðshornum. Serligur dámur Havnastjórin sigur, at tað er ein serligur dámur yvir økinum og býnum, tá ferðamannaskip liggja við bryggju, og útlendsk ferðafólk spáka í gøtunum. - Feløg, sum vanliga koyra ferðafólk, koma higar, og síðan verður vitjað í smáu og hugnaligu bygdunum har norðuri í Eysturoy. Vit hava fingið fleiri afturmeld- ingar frá ferðafólki, sum hava verið glað fyri hesar túrar. Eitt av skipunum, sum fleiri ferðir hevur vitjað á Skálafjørðin- um, er ferðamannaskipið Deutsch- land, sum eisini var her í summ- ar. - Jú, vit eru fegin um, at hesi skip koma higar og steðga her í nakrar tímar. Í flestu førum eru hetta skip, sum eru ávegis til Íslands og Grønlands. Jón Nónklett sigur, at tað serliga er Kunningarstovan í Saltangará, ið hevur samskifti við ferðafólk, sum koma til bygdar. 1600-1700 skip Nú farmaflutningur sjóvegis í størri mun er vorðin miðsavnaður í nøkrum fáum havnum, og vøru- flutningurin út í økini gongur fyri seg eftir landi, merkist hetta sjálv- sagt eisini á havnaløgum, sum eitt nú á havnalagnum hjá Runavíkar havn. - Men hóast Faroe Ship er hildið uppat við at sigla upp á okkara havn, sæst hetta kortini ikki aftur í samlaða talinum av komum og fráferðum. Jón Nónklett sigur, at talið av skrásettum komum og fráferðum um havnina liggur um 1600-1700 um árið, og tá eru hetta skip, sum í stødd eru niður í smærru línu- skipini, sum eitt nú Volunteer og Margit. Útróðrarflotin er ikki íroknaður. - Talið av komum og fráferðum er heldur veksandi enn minkandi, leggur hann aftrat. Síðan Faroe Ship gavst at sigla upp á Skálafjørðin, hevur felagið kortini varðveitt transitthøllina á havnalagnum. Vøran kemur nú í farmabilum og verður sett inn í transitthøllina, haðani hon fer fer útaftur til handlar og viðskifta- fólk. __________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Runavíkin bjóðar ferðamanna- skipum vælkomnum Tá ferðamannaskip vitja, er neyðugt við øktari manning at binda og loysa. Trossarnir eru tungir at lyfta og dragsa. Her síggja vit nakrar av manningini, sum hava hjálpt til í summar, f.v: Bjarni Kjeld, Høgni Lamhauge, Sámal Einarsson, Predrag Stankowich, Súnfríður Højgaard, Tórálvur Danielsen, Sigmund Johannesen, Elmar Finsson, Alfred M. Olsen og Nenad Stankowich Mynd: Jón Nónklett Bakkafrost offers a wide range of salmon products supplied by own processing facilities. Controlling the process from salmon roe to ready packed products makes Bakkafrost a reliable partner capable of concluding long-term contracts and ensuring stable supplies of large quantities. Bakkafrost P/F Bakkavegur 8 FO-625 Glyvrar Tel 40 50 00 Fax 40 50 09 www.bakkafrost.com Q u a l i t y I n n o vat i o n R e l i a b i l i t y Bakkafrost is the leading Faroese producer and exporter of salmon products. We provide fresh salmon to the fresh fish market, smokehouses and processors of ready meals, and frozen value added salmon portions vacuum packed in catering boxes or in retail boxes to supermarkets and catering market. Located in the Faroe Islands, Bakkafrost is present at the source of supply surrounded by the ice- cold waters of the North Atlantic Ocean and the Gulf Stream providing the most ideal and unique conditions for producing quality fish products. The activities of Bakkafrost are concentrated in the Northern part of the Faroe Islands providing facilities for hatchery, farming, processing, sales and marketing within a range of 25 kilometres. Bakkafrost’s longterm experiences within the salmon business dating back to 1966, ensure leading edge products based on the highest quality raw material.