hósdagur 16. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2008 FAROEXPO 9
Síðan Jón Nónklett tók
við sum havnastjóri við
Runavíkar havn, hevur
hann einaferð luttikið
á stóru cruise-messuni
í Miami í Florida, har
føroyingar og grønlend-
ingar hava felags bás.
– Hetta er ein sera stór og
áhugaverd messa, sum er
vorðin partur av okkara
marknaðarføring av
havnini, sigur hann
At vera havnastjóri hjá Runavíkar
havn fevnir um meira enn bara at
binda og loysa skip og hava skil á
pappírsarbeiði.
Eitt úrslit av tí marknaðarfør
ingsarbeiði, sum eisini er partur
av hesum starvi, er, at fleiri og
fleiri ferðamannaskip vitja á
Skálafjørðinum, sum vit kunnu
lesa um í hinari greinini á hesi
opnu.
Seatrade í Miami
Ein av teimum stóru messunum
kring um heimin, sum serliga
leggja dent á cruiseferðir, er
Seatrade messan í Miami í
Florida, sum verður hildin á hvørj
um vári.
Síðan eg tók við hesum starvi,
havi eg einaferð luttikið á Sea
trade. Hetta var í vár. Seatrade
man vera ein av heimsins størstu
messum við denti á ferðamanna
vinnu um heimshøv.
Jón sigur, at føroyingar og grøn
lendingar plaga at vera saman á
felags bási í Miami, tí mett verður,
at hetta gevur londunum betri
møguleikar at síggjast á messuni.
Sum eg havi skilt, hava føroy
ingar luttikið á hesi messu í eini
15 ár.
Á Seatrade er cruisevinnan um
allan heim rættiliga væl umboðað,
og her eru soleiðis góðir møgu
leikar at vísa fram teir møguleikar,
ymisku londini og havnirnar hava
at bjóða skipum og ferðandi.
Á eini slíkari messu eru nógvir
nationalitetir, og okkara uppgáva
er at kunna um teir møguleikar,
vit hava at bjóða ferðamannaskip
um og teimum, sum við eru. Hetta
gera vit við faldarum og annars
við beinleiðis samskifti við keyp
arar, seljarar og vitjandi á messuni,
sigur Jón Nónklett.
Aðrir møguleikar
Havnastjórin sigur, at tað eru
eisini aðrar messur av slíkum
slagi, og eitt nú veit hann at siga,
at ein seatrademessa eisini er í
Venedig í Italiu í desember.
Mær vitandi hava føroyingar
ongan bás á hesu messu, leggur
hann aftrat.
Jón Nónklett sigur, at onkur
tiltøk og ráðstevnur um sjóvegis
ferðamannavinnu verða á Norður
atlantsbryggjuni í Keypmanna
havn í næstum.
Av teimum seks ferðamanna
skipunum, sum vitjaðu á Skála
fjørðinum í summar, var hitt sein
asta 12. august.
__________________________
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Runavíkar havn á cruise-messu í Miami
Cruise-vinna er vorðin ein partur av býarmyndini í Runavík á hásumri
Havnaskrivstovan í Runavík luttekur á Seatrade í Miami, haðani hendan
myndin er
KREA