Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2008 Meðan mentanarvika er í Runavíkar-økinum, verða nógvar ymiskar listaframsýningar á skránni, skótar fara at skipa fyri í tjaldi og høvið verður at fara gongutúrar Afturvendandi mentanarvikan fer av bakkastokki í Runavík longu sunnudagin 19. oktober og heldur fram til sunnudagin 26. oktober. Hetta er fjórða ferð, at skipað verður fyri hesum tiltakinum um somu tíð, sum altjóða vinnustevnan FaroExpo verður hildin. Tað verður Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og vinnulívsmaður, sum fer at seta Mentanarvikuna, og við høvið spælir eisini horn­ orkestur. Setanin, sum verður sunnudagin 19. oktober klokkan 14, verður á torginum sunnanfyri býráðshúsini í Saltangará. Nógv list Meðan mentanarvika er, verða fleiri listaframsýningar eru alla vikuna. Eitt nú verður kinesisk list í Orkis á Glyvrum við Yan Jingrui, Hilmar Højgaard og Erla H. Olsen fara at sýna fram í býráðssalinum, list verður í Gamla Handli við Harry Knudsen, og í hølunum hjá Tara í Saltangará verður framsýning við Anju Hentze, Glarlist á Eiði og Norð­ ljós, sum eisini fara at sýna fram. Ein listaframsýning verður eisini í Borg í Saltangará, og her fer Niels Hammer at sýna fram oljumálningar, og Sirri fer at sýna fram ymiskar ullavørur. Onnur tiltøk Í ár fara skótarnir at skipa fyri ymiskum tiltøkum alla vikuna. Hesi tiltøk verða í einum skóta­ tjaldi við býráðshúsini. Nógv forvitnisligt verður á skránni fyri børn og ung. Eitt nú fara skótarnir at skipa fyri tekni­og myndakapp­ ingum, og harumframt hava teir eina forvitnisliga hundaframsýn­ ing við rasuhundum, sum verður sunnudagin 19. oktober klokkan 15.00. Bygdasavnið Forni á Glyvrum hevur í ár eina framsýning, ið nevnist Tíðarmyndir, sum fevnir um broytingar ígjøgnum tíðirnar. Gongutúrar Eysturoyar Gongufelag, sum er sera virkið, skipar sunnudagin 19. oktober fyri einum túri eftir varða­ gøtuni úr Lamba til Rituvíkar, og sunnudagin 26. oktober verður ein gongutúrur sum nevnist Nes, Svangaskarð, Toftavatn, Forni. Fríggjakvøldið 24. oktober verður føroyskur dansur í Hæddini í Saltangará. Verkhúsið Stíggjur fer at hava listaframsýning alla vikuna, og handilin verður eisini opin. Fríggjadagin á mentanarvikuni hava tey hugnaliga kafé í Stíggi. __________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fow Nógv list og ymisk tiltøk Tað verður Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og vinnulívsmaður, sum fer at seta mentanarvikuna Mynd: Vilmund Jacobsen Á skránni alla vikuna verða hópin av ymiskum listaframsýningum og øðrum tiltøkum                                                                                                                             KREA