hósdagur 16. oktober 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2008 FAROEXPO 15
Teymavirkið hevur havt
eina rímiliga stóra levering
av teymum til Noregs,
og ikki so fáir føroyskir
línu-og útróðrarbátar,
sum eru farnir til
Grønlands at royna, havt
keypt sær útgerð hjá
føroyska framleiðaranum.
Teymavirkið er nógv
tann størsti framleiðarin,
útbjóðarin og veitarin av
línureiðskapi í Føroyum
og selir soleiðis ein stóran
part av útgerðini til
føroysku línuskipini og
útróðrarbátarnar
Í nógv ár vóru Trol-og Snørisvirkið
í Klaksvík og Teymavirkið í Runa-
vík føroysku fyritøkurnar, sum
framleiddu línur og teymar.
Í 2001 løgdu virkini saman og
hava síðan tá bygt eina stóra fram-
leiðsluhøll í Søldarfirði.
Við samanleggingini av virksem-
inum og við nýggju og rúmligu
umstøðunum í Søldarfirði, kann
felagið nú bjóða eina betri og
skjótari tænastu, samstundis sum
felagið í enn størri mun er ført
fyri at raðfesta tørvir og krøv hjá
viðskiftafólkum.
Og viðskiftafólkini hjá Teyma-
virkinum er í fyrsta lagi línu-og
útróðrarflotin í Føroyum, men í
ein ávísan mun eisini uttanlands,
eitt nú í Noregi og Grønlandi.
Sosialurin var ein túr fram við í
Søldarfirði mánadagin og hugdi
at umstøðunum í nýggju fram-
leiðsluhøllini, sum við gólvvíddini
í neðra og á loftinum, sum partvís
er innrættað, liggur um einar
2.000 fermetrar tilsamans.
Meðan vit enn stóðu í túninum,
ringdu vit fyrst á telefonina hjá
stjóranum, Rúna Berg, sum er
sonur Ova Berg, sála, ið var mað-
urin, sum við ágrýtni slóðaði fyri
og legði leistin longu, áðrenn
Rúni kann minnast.
- Eg eri staddur í Danmark og
eri á veg longur burtur. Tú ert væl-
komin at fara innar og biðja Mart-
in Johannesen vísa tær virk-
semið.
So mong vóru orðini í høvuðs-
heitum.
Vit avtalaðu at tosast við aftur,
meðan hann enn bíðaði í floghavn-
ini, men tá vit slerdu upp á tráðin
einar tveir tímar seinni – og í
hampiligari tíð áðrenn fráferð
suðureftir, var einki samband.
Seks fólk
Tá vit komu inn á gólvið, sást í
fyrstani einki fólk, men maskina-
ríið koyrdi við fullari ferð. At
síggja til, var ikki neyðugt við
nógvum fólki í hesi framleiðslu.
Inni í stórum skápum mólu
næstan eitt ótal av rullum, sum í
síðsta enda vundu seg saman til
línurygg, sum sjálvvirkandi vant
seg upp á trumlur.
Vit fóru upp trappurnar og komu
at enda fram á kaffistovuna.
Men áðrenn vit komu so langt,
gingu vit uppi á loftinum aftur
fram við ótali av rullum á maskin-
um, ið mólu tilfar saman, ið endar
sum teymar og línuryggir í
ymiskum tjúktum.
Fyrstu fólkini, vit sóu á virki-
num hendan dagin, sóu vit í
kaffistovuni. Her sótu fýra fólk
og prátaðu aftur við onkrum
etandi og einum temunni ella
kaffimunni.
Tvey konufólk og tvey mann-
fólk.
- Vanliga eru vit eini seks fólk
til arbeiðis á virkinum, men í dag
eru vit bara fýra.
So skjótt kaffisteðgurin er av,
kemur Martin Johannesen at vísa
okkum virkið og framleiðsluna.
Martin er toftamaður, sonur
Jóhan Johannesen, sum byrjaði á
Teymavirkinum longu í 1978. Í
endanum av hesum mánaðinum
fyllir Jóhan sjeyti, men er fram-
vegis aktivur í framleiðsluni.
- Pápi sigur, at hann verður ver-
andi so leingi, hann orkar, sigur
Martin, sum leggur aftrat, at hann
við tíðini hevur yvirtikið ábyrgd-
arkendu uppgávurnar hjá pápan-
um, sum eru at fáa maskinaríini at
koyra.
Og í so máta letur Martin væl
at.
Hugtikin av gomlum
- Maskinurnar koyra ógvuliga
væl, og tað er sjáldan, at nakað
gongur galið. Men sjálvsagt; tær
skulu viðlíkahaldast og onkuntíð
justerast.
Martin er maskinútbúgvin og
hevur tí førleikan, sum kanska
onkuntíð hevur vantað í fram-
leiðsluni.
- Ovi var maskinmaður, men
tað er sonurin, Rúni, ikki, leggur
hann aftrat.
Martin, sum hevur verið á
Teymavirkinum í 11 ár, er virkandi
tekniskur leiðari á virkinum í
Søldarfirði.
- Elstu maskinurnar, sum eru
teymamaskinurnar á gólvhædd-
ini, eru frá miðskeiðis í sjeyti-
árunum – og tann seinasta av trim-
um kom miðskeiðis í áttatiárunum.
Jóan Pauli Fredriksen í Miðvági
teknaði upprunaliga saman við
Ova Berg hesar maskinur og fram-
leiddi tær fyri Teymavirkið.
Tað skilst týðiliga á Martini, at
hann er ógvuliga hugtikin av hes-
um gomlu maskinunum, sum enn
í dag eru so góðar og vælkoyrandi,
at tær næstan koyra av sær sjálv-
um.
- Hetta eru gamlar og sterkar
maskinur, og stýringarnar eru
gamlar, men tær virka, leggur
hann aftrat.
Í løtuni verður tann eina av
maskinunum umvæld.
- Á loftinum gera vit tóverkið
til teymar og línuryggir, sum síð-
an verða settir saman og snúraðir
við maskinunum á gólvhæddini
Martin sigur, at tey hava tríggjar
maskinur, sum at enda festa svøvl-
arnar upp á línuryggin.
Tey fýra fólkini, sum vit hittu á
kaffistovuni á Teymavirkinum,
Føroysk fyrstafloks lína
og teymar úr Søldarfirði
Martin Johannesen, tekniskur leiðari á Teymavirkinum í Søldarfirði, fylgir framleiðsluni, sum í stóran mun er
sjálvvirkandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á umleið 2000 fermetrum í
nýggjum bygningi í Søldarfirði
eru umstøðurnar í framleiðsluni
vorðnar nógv betri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Framhald á næstu síðu