Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2008 Á oljubasanum Atlantic Supply Base í Runavík er stjórin, Eli Lassen, bjartskygdur, nú felagið hevur fingið sáttmálan sum veitari við boringina hjá ENI, sum verður í føroyskum havbotni næsta ár Tíðliga í heyst gjørdist greitt, at Atlantic Supply Base í Runavík í kapping við aðrar útbjóðarar hev­ ur fingið sáttmálan við ENI, sum er fyrrverandi Agip. Sáttmálin fevnir um alt arbeiði, sum er á basanum í Runavík, umframt tær veitingar og tænastur, sum ASB higartil hevur haft við undanfarnu boringar á føroyskum øki við ymisku oljufeløgini. Góður hýrur Tá Sosialurin vitjaði á oljubryggj­ uni týsdagin, var hýrurin á stjór­ anum, Eli Lassen, góður. Aftrat sær hendan dagin hevði hann tveir ungar menn á trucki, meðan ein triði maður hjálpti stjóranum at skipa fyri at fáa longu og tungu rørini út úr bingj­ um, sum komnar eru úr Meksiko umvegis Kollafirði og eru síðan fluttar higar. ­ Eitt farmaskip kom úr Meksi­ ko fyrr í heyst, og hevði ymiskt onnur rør við (sonevndu caising­ rør). Hetta vóru aðrar støddir enn tey, sum vit hava lossað í dag. Hesi rørini eru uppskipað á útgerð­ arhavnini og skulu brúkast í bor­ ingini hjá ENI komandi ár. Nú tøma vit tær fýra bingjurnar og leggja rørini upp á pláss á havna­ lagnum, sigur stjórin, Eli Lassen. Í løtuni hevur hann fýra tjúktir av caising­rørum liggjandi á bryggjuni, og tvær tjúktir koma aftrat, áðrenn byrjað verður at bora, men hesar koma neyvan fyrr enn beint undan boringini. Hjálpandi hond ­ Vanliga eri eg einsamallur til arbeiðis á ABS tá ið eingin aktivitetur er, men tá slíkar upp­ gávur skulu loysast, er neyðugt við fólki til hjálpar, sigur hann. Bæði Eli og hjálparmaður hans­ ara á bryggjuni hendan dagin høvdu hjálm á høvdinum, og sum tíðindamaður slapp eg heldur ikki undan hesa løtu, eg steðgaði. ­ Jú, eg haldi, at menn innan oljuvinnuna eru rættiliga spentir upp á komandi boringina. Teir siga, at møguleikin fyri at finna olju er 1/3, sum teir rópa tað, og møguleikin at finna olju í rakstrar­ verdum nøgdum er 1/10. So, vit eru sjálvsagt eisini spentir og vóna tað besta, nú ENI næsta ár fer at seta borin í havbotnin, sigur stjórin. Væl nøgdir Eli Lassen sigur, at feløgini, ið ASB sum veitari higartil hevur samstarvað við, hava verið sera væl nøgd við tænastuna, og tey eru eisini væl nøgd við umstøð­ urnar inni á Skálafjørðinum. ­ Eg havi sjálvur verið sjómaður, og eg veit, hvat man væntar sær. Tí hevur tað alla tíðina verið mítt mál at veita okkara samstarvspørt­ um somu tænastu, sum eg hevði vilja fingið, tá eg eri í útlendskari havn. Eli sigur, at hesaferð er skipað soleiðis fyri, at eitt sokallað “team” verður reist á føtur, sum oljufeløgini kunnu ringja til, tá tørvur er á einum ella øðrum. ­ Vit hava skipað so fyri, at tað verður ein bíleggingarskrivstova/ ordrakontór, sum kemur at taka ímóti boðum og kemur at taka sær av, at eftirspurdu veitingarnar koma upp á pláss. Stjórin vísir á, at sjálvandi ligg­ ur ASB ikki inni við allari útgerð og øllum tænastum, sum hugsast kunnu, men felagið fer at syrgja fyri, at hesar eru tøkar, tá brúk er fyri teimum. Eingin slaking Eli Lassen mælir annars føroysk­ um myndugleikum til ikki at slaka í teimum krøvum, ið oljufeløg, sum virka í føroyskum øki, ar­ beiða undir. ­ Í Hetlandi hevur man at kalla mist alt á gólvið, men tað mugu vit syrgja fyri ikki hendir í Føroy­ um. Tey krøv, sum vit seta, skulu bert skiljast sum hjálp til sjálvhjálp ­ skilt á tann hátt, at jú betur vit føroyingar eru til at loysa allar uppgávur, jú tryggari kunnu olju­ feløguni føla seg, sigur stjórin, Eli Lassen. __________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo men sum síðan eru farin aftur á síni pláss í framleiðsluni, meðan eg og Martin hava spákað runt og práta, eru Klement Túgvustein úr Æðuvík, Hansa Fredriksberg av Toftum og Joanna Hansen av Nesi. Klement og Hansa fáast við teymar, meðan Joanna klipsar svøvlar upp á línuryggin. Á djúpari vatni Meðan vit ganga runt og hyggja at virkinum, kemur Heri Jacobsen av Toftum eisini inn á gólvið. Heri er ikki við í sjálvari fram­ leiðsluni, men tekur sær av sølu úti í skipshandlinum Teymar í Runavík. ­ Heri er eisini kontaktpersón­ urin til skipini, sigur Martin. Tjúksti línuryggur, sum Teyma­ virkið framleiðir við svøvlum, er 9 mm. ­ Hendan línan er vorðin meira eftirspurd millum føroyskar línu­ menn, nú lítil toskur er at fáa, og skipini leita sær niður á djúpari vatn at royna eftir brosmu og longu. Martin vísir annars á, at felagið nýliga hevur havt eina rímiliga stóra levering av teymum til Noregi, eins og ikki so fáir føroyskir línu­og útróðrarbátar, sum eru farnir til Grønlands at royna, havt keypt sær útgerð á Teymavirkinum. ­ Vit eru nógv tann størsti út­ bjóðarin og veitarin av línureið­ skapi í Føroyum og selja soleiðis ein stóran part av útgerðini til før­ oysku línuskipini og útróðrar­ bátarnar. Hann sigur, at línuryggurin, sum virkið framleiðir, er saman­ settur úr ymiskum tilfari, men polyester er ein týðandi partur í framleiðsuni. ­ Allir teymarnir verða fram­ leiddir úr polyester, og hesir eru sera væl dámdir, tí teir eru væl snúraðir við góðum strekki, sum hann tekur til. Hetta ger, at teym­ arnir eru stívir og standa væl út frá línurygginum, sum aftur ger, at teir ikki so skjótt snúðrast um ryggin. Rávøra í stórum Teymavirkið keypir rávøruna í stórum. Hon kemur vanliga í 40 fót bingjum, og tilfarið í eini slíkari bingju liggur vanliga um eini 26 tons hvørja ferð. ­ Tilfarið hevur sín uppruna úr Kina, men verður keypt um ymisk­ ar veitarar í eitt nú Danmark og Niðurlondum. Martin Johannesen sigur, at øll skipslínan verður impregnerað, men tað verður línan hjá útróðrar­ bátunum vanliga ikki. ­ Impregneringin ger, at línan heldur sær nógv betur, og hon heldur sær eisini nógv reinari, sigur tekniski leiðarin, tá vit vitj­ aðu á Teymavirkinum mána­ dagin. __________________________ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ASB fegnast um nýggjan sáttmála … Føroysk fyrstafloks lína og teymar úr Søldarfirði Hansa Fredriksberg av Toftum tekur sær av teymunum Mynd: Vilmund Jacobsen Framhald av síðu 15 - Vit eiga ikki at linka treytirnar mótvegis oljufeløgunum, sum virka í okkara øki. Í Hetlandi hevur man at kalla mist alt á gólvið. Tað má ikki henda í Føroyum, sigur Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Runavík Mynd: Vilmund Jacobsen