hósdagur 16. oktober 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 199 - 16. oktober 2008 ]
Eydnast
ikki altíð
Christian
Lamhauge Holst
helt ikki sjálvur,
at tað fyrst og
fremst var møðin,
sum bar við
sær, at føroyska
álopsspælið
ikki gekk so væl
mikukvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í mun til fantastiska
avrikið móti Eysturríki
leygardaign,
so
var
Christian
Lamhauge
Holst ikki fult so sjón
ligur á vøllinum í
Kaunas
leygardagin.
Sum fremsti maðurin á
liðnum varð hann ikki í
sama mun snúnings
punktið
í
føroyska
spælinum, og tað tóktist
eisini, sum vóru beinini
nakað tyngri hesaferð,
enn tey vóru leygardag
in. Nakað sum áleyparin
tó sjálvur vísti frá sær.
Tað er nokk meira
ein spurningur um, at
við
hvørt
eydnast
tingini betur enn aðrar
tíðir. Og so var eg eisini
rættiliga einsamallur á
toppinum, og so verður
tað trupult, um tú hevur
ov nógvar verjuspælarar
at stríðast við, segði
Christian eftir dystin.
Og tú trívist kanska
eisini betur, um tú ikki
ert heilt fremsti maður
in á vøllinum?
Ja. Eg eri jú ikki
tann skjótasti spælarin
í heiminum, so mær
dámar best at fáa bóltin
spældan
í
føturnar,
soleiðis at eg kann
venda mær ella kanska
finna ein viðspælara.
Og í øllum førum er
tað sera trupult at liggja
einsamallur á toppinum,
hóast eg sjálvandi veit,
at vit eisini mugu hugsa
um verjupartin í spæli
num. Og tann parturin
haldi eg eydnast væl í
dag, segði Christian
eftir dystin.
Símun Samuelsen
varð offur fyri ógvu
sligari stempling,
tá hann noydd
ist av vøllinum
mikukvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Pínan tók
tist øgilig og øðin samsvar
andi
stór,
tá
Símun
Samuelsen eitt korter fyri
dystarlok var við undirlutan
í eini tackling móti litaviska
liðskiparanum.
Fyrst og fremst má eg
siga, at eg nokk leyp eitt
sindur framav, tá eg gjørdist
somikið illur. Eg fór í eina
tackling, og maðurin hopp
an upp, men tá hann kemur
niður traðkar hann tilvitað
niður í lærið á mær. Eg
haldi tað er ótrúligt, at linju
verjin bert stendur tríggjar
metrar frá, og ikki gevur
nakað sum helst tekin til
dómaran um tað, sum
hendi. Tá talan er um
altjóða fótbólt, so eigur
hetta ikki at henda órevsað.
Og tú fekk so eisini eitt
gult kort, tá vildi vísa dómar
anum, hvør avleiðingin var?
Tað var sjálvandi býtt av
mær, og skal ikki henda.
Men viðhvørt koma støður,
har tú ikki fært stýrt kensl
unum, og hatta var so ein av
teimum.
Var talan um ein veruligan
skaða, ella var hetta meira
eitt træbein, sum noyddi teg
av vøllinum?
Tað dugi eg ikki at siga
enn. Eg royndi at spæla
víðari, men tað var púrasta
vónleyst. Um tað er eitt træ
bein, so verður helst nógv
betri í morgin, men tað
kann eisini vera ein skaði.
Um so er, so kann eg bara
troysta meg við, at mín
kapping nú er liðug, os í so
máta hevði tað verið verri,
um tað var onkur av hinum
spælarunum, sum var fyri
hesum,
sigur
Símun
Samuelsen.
Føroysku spælararnir
kunnu væl og virði
liga hyggja í speglið
eftir dystin, har liðið
enn einaferð leveraði
ein stóran arbeiðs
innsats, sigur Jón Rói
Jacobsen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas,
Litava:
Hóast
talan enn eina ferð var um
eitt av hesum heiðurligu
tapunum, sum tað so ofta
verður tikið til, so fekk Jón
Rói Jacobsen illa verið
ónøgdir
eftir
dystin
í
Kaunas mikukvøldið.
Eg haldi, at vit kunnu
vera nøgdir. Vit gera alt tað,
sum vit eru mentir, og vit
levera allir ein innsats, sum
vit kunnu vera ernir av.
Men tíverri var tað ikki nóg
mikið til stig í dag, segði
Jón Rói Jacobsen.
Tað sá út til, at tit vóru
merkir av uppgávuni leyg
ardagin. Kendist tað eisini
soleiðis á vøllinum?
Ja, tað gjørdi tað. Vit
hava roynt at fyrireika
okkum væl við at eta rætt
og drekka nógv. Men tað
merktist væl kortini. Tað er
sera hart hjá okkum at
spæla tveir landsdystir upp
á fýra dagar. Ikki minst við
tí arbeiðsavriki, sum vit
gera,
so
merkist
hetta
øgiliga væl í dag, segði Jón
Rói Jacobsen eftir dystin.
Ongland á beinari
HM-kós
Wayne Rooney var í hopla og fekk tvey av
málunum, tá Ongland við einum 31 sigri
móti Hvitarusslandi í Minsk syrgdi fyri, at
teir fingu sína bestu byrjan upp á eina
undankapping nakrantíð. Steven Gerrard
skoraði triðja enska málið í dystinum, sum
syrgdi fyri, at Ongland framvegis hevur
fult stigatal eftir fyrstu fýra dystirnar.
Niðurtúrurin hjá Eysturríki heldur fram
Eysturríki tók ímóti Serbia á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien í gjárkvøldið, og tað
gekk av skriðuni hjá heimaliðnum. Serbia vann ein tryggan 31 sigur, og satt at siga var
dysturin avgjørdur longu tá 24 minuttir vóru spældir. Milos Krasic legði serbisku gest
irnar fram um, tá 14 minuttir vóru farnir, og so gekk skjótt. 4 minuttir seinni økti Milan
Jovanovic til 20, og í 24. minutti hevði Ivan Obradovic økt til 30. Tá hevði Serbia
skorað uppá allar sínar málmøguleikar, og alt var avgjørt. 10 minuttir áðrenn leiklok
eydnaðist tað Marko Janko at pynta um úrslitið fyri Eysturríki. Áskoðaratalið var ident
iskt við íbúgvaratalið í Føroyum. 48.000 vóru til dystin á Ernst Happel Leikvøllinum.
Eysturríksk pressa er samd um, at Eysturríki fyri triðju ferð á rað, ikki verður at finna í
einum HMendaspæli.
Av for ....
Kunnu ikki
gera meira
Føroyska landsliðið eigur fjepparar kring allan heim.
Hesin var komin til dystin, og seinni kom hann eisini
á hotellið, har spælararnir búðu. Millum annað fyri
at fáa prát við Jón Róa Jacobsen
Lærið hjá Símuni Samuelsen sá ikki serliga
vakurt út, eftir at Tomas Danilevicius hevði
plantað dobbarnar væl og virðiliga í vágbingin
22