hósdagur 16. oktober 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 199 - 16. oktober 2008 ]
Ísland vann, og Noreg tapti
Íslendingar trongdu til eina jaliga uppliving, og tí kom tað á eitt turt stað, at tað
eydnaðist íslendska fótbóltslandsliðnum á heimavølli á Laugardalsvøllinum at
tryggja sær 3 stig í HM-undankappingini við einum 1-0 sigri á Makedonia. Sigurs-
málið fall longu eftir 16 minuttirs spæl, og var tað Veigar Páll Gunnarsson, ið
skoraði íslendska sigursmálið. Í sama undankappingarbólki tók Noreg ímóti Holl-
andi á Ullevaal Leikvøllinum í Oslo. Noreg hevði hart brúk fyri øllum trimum
stigunum, men endin var, at norðmenn sótu eftir við ongum. Holland vann dystin
1-0. Sigursmálið fall eftir 63 minuttirs spæl, og var tað Mark van Bommel, sum
gjørdist matchvinnari hjá Hollandi. Nú sær gott út hjá Hollandi. Teir liggja trygt á
1. plássi við 9 stigum, Skotland og Ìsland hava 4 stig, Makedonia 3 stig, og aftast
er Noreg við 2 stigum.
Aftur innandura í Vági
Tað var stuttligt og veitslukent í mong ár, tá innandurakappingin hjá VB setti eitt virði-
ligt punktum fyri kappingarárið í fótbólti. Av ymsum orsøkum datt tiltakið niðurfyri,
men roynt verður nú at blása lív í aftur, og ætlandi verður innandurakapping um hálvan
november. Feløgini frætta um hetta í næstum, frættist frá VB/Sumba, ið vónar, at undir-
tøkan verður eins góð, og hon plagdi at vera. Leikarar komu vanliga fríggjakvøld til
Vágs. Síðani var gisting og annað fingin í rættlag, og so var dansur á skránni. Leygar-
dagurin gekk við fótbóltskapping og á kvøldi var stór veitsla, har bestu leikarar, mál-
skjúttar og málmenn vórðu heiðraðir. Og so var dansur á skránni. Sunnudagin vóru
finalurnar á skránni. Fyrireikararnir ætla at skipa komandi innandurakapping eftir sama
leisti, og vinnandi lið fær gávukort. Endaligt dato er enn ikki ásett, men hetta frætta
feløgini um í næstum, frættist frá VB/Sumba.
Tað verður neyvan eitt
stórt fótbóltsnavn,
sm júst hevur
stillað gaggurnar,
ið verður nýggjur
landsliðsvenjari.
Venjaradygdirnar
skulu setast í hásæti,
um tað stendur
til formannin í
landsliðsnevndini,
sum tó ikki vil lova
eina stóra kanón, sum
fleiri sóknast eftir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Magnus á
Stongum, sum var annar av
ferðaleiðarunum
hjá
landsliðnum á ferðini til
Kaunas, er eisini formaður
í landsliðsnevndini.
Enn hevur nevndin ikki
viðgjørt, hvussu profilurin
á einum komandi føroyskum
landsliðsvenjara skal síggja
út, men Magnus slær tó
fast, at talan neyvan verður
um nakra stóra útlendska
kanón, soleiðis sum fleiri
annars hava ynskt.
- Vit hava ikki verið
saman og tosað um spurn-
ingin enn, men eg havi so
sjálvandi mínar egnu tankar.
Og teir ganga fyrst og
fremst út uppá, at vit skulu
byggja víðari á tað arbeiði,
sum Jógvan Martin hevur
framt á landsliðnum. Og eg
rokni ikki við, at talan
verður um tær drastisku
broytingarnar. Millum ann-
að tí vit ikki hava fíggjarligu
førleikarnar til at fara eftir
einum heilt stórum útlend-
skum venjaranavni. Har
havi eg hug at sláa kalt vatn
í blóðið, tí enn eru vit ikki
komnir har, sum vit kunnu
fara út eftir venjarum, sum
hava lønarkrøv í millióna-
flokkinum.
Venjara – ikki
spælara
Við Allan Simonsen og
Henrik Larsen sóu vit, at
FSF fór eftir hampuliga
óskrivaðum venjaranøvn
um, sum tó høvdu stór nøvn
sum spælarar. Er hetta ein
hugsandi loysn, ella verður
denturin nú í størri mun
lagdur á royndirnar og
dygdirnar sum venjari?
- Tað verður tað seinna av
hasum, sum tú nevnir. Og í
mínari
verð
hevur
tað
alstóran týdning, at talan er
um ein persón, sum kann
taka nøkur stig afturat í
menningini av føroyskum
fótbólti. Tað eru nógv
praktisk viðurskifti kring
liðið, sum kunnu proffesion-
aliserast meira, tá tað ræður
um at menna spælarar. Til
dømis kundi hugsast, at vit
so ella so knýta okkurt slag
av fótbóltsakademi afturat
arbeiðinum
við
yngru
landsliðunum, og tað er
millum
annað
hetta
arbeiðið, sum eg fegin síggi
ein
komandi
landsliðs-
venjara taka lut í, sigur
Magnus á Stongum.
Orkan at hótta var
ikki veruliga til stað
ar, og tí kom føroyska
liðið ikki so langt
niðan á vøllin, sum
ynskiligt kundi verið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Eins og
flestu av liðfeløgunum, so
mátti Johan Troest Davidsen
staðfesta, at beinini vóru
nakað tyngri hesaferð, enn
tey vóru leygardagin.
- Eg merkti tað í øllum
førum væl, og sum heild
haldi eg, at vit vóru nakað
tyngri. Hinvegin sóu vit
enn einaferð, at allir mans
góvu seg fult út, og tað er í
øllum førum positivt, haldi
eg. Móti endanum vistu vit
sjálvandi, at møguleikin var
til at javna, men vit fingu
ongan tíð nakað veruligt
trýst á. Tað var bara við
deyðbóltum, at vit hóttu eitt
sindur, tí orkan var ikki nóg
stór til veruliga at flyta liðið
niðan, segði Johan Troest
Davidsen.
- Í verjupartinum haldi eg
annars, at vit stóðu væl. Vit
rætta upp á nøkur fá ting í
steðginum, og tá gjørdist
hetta enn betri. Men teir hava
góðar spælarar, sum spæla
skjótt, og tí koma teir
sjálvandi til nakrar møgu-
leikar, men ikki so heilt nógv-
ar, kortini, segði Johan.
Hetta landsliðsárið er
liðugt nú. Men eitt stig og
15 í málmuni er væl nakað,
sum væl og virðiliga er til
at liva við?
- Tað má eg siga. Í verju-
partinum
av
spælinum
hevur tað gingið rættiliga
væl. Tann partin mugu vit
so sjálvandi halda fast um,
og so mugu vit vita, um vit
ikki klára at byggja eitt
sindur afturat upp á fram-
rættaða partin av spælinum,
segði Johan Troest Davidsen
eftir dystin.
Venjaradygdirnar viga mest
Moyrir
Johan Troest Davidsen rindar her møðina eftir dystin saman við
Seinastu 14 árini
hevur Jógvan
Martin Olsen
leitt arbeiðið at
menna eitt føroyskt
landsliðskonsept,
og tað er fyrst og
fremst hetta, sum
tað skal byggjast
víðari á, tá nýggjur
venjari verður settur,
heldur formaðurin í
landsliðsnevndini
23