hósdagur 16. oktober 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 199 - 16. oktober 2008 ]
Heiðurlig tap hevur
føroyska liðið
fingið nóg mikið
av seinastu tíðina.
Mikukvøldið kom
enn eitt av slagnum,
tá føroyingar ikki
tóktust hava neyðuga
yvirskotið til veruliga
at svara aftur eftir
litaviska leiðslumálið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Fyrstu 20
minuttirnir
vóru
altavgerandi. Ein setningur,
sum so ofta hevur veirð
galdandi fyri føroyska fót
bóltslandsliðið. Ikki minst
tær
tríggjar
undanfarnu
ferðirnar, sum føroyingar
hava vitjað í Litava, og har
trýstið móti føroyska máli
num hevur verið sera stórt
fyrsta stóra korterið ella so.
Og tað mundi gingið
mikukvøldið. Vísarin var á
veg runt fyri 20. ferð, tá
avgerandi mistakið hendi.
Fróði Benjaminsen satsaði
nakað nógv, tá hann fór í
litaviska liðskiparan, Tomas
Danilevicius.
Uttan
stórvegis trupulleikar varð
toftamaðurin
kantaður
burtur,
og
við
einum
vælplaseraðum skoti varð
bólturin sendir út móti
handara stólpa, har Jákup
Mikkelsen
ikki
rakk
honum.
Einsamallur Holst
Hetta gjørdist einasta málið
í einum dysti, sum enn eina
ferð prógvaði, at tað er
meira enn bara hart hjá
føroyska fótbóltslandslið
num at spæla dupultumfar í
altjóða høpi.
Kanska satsaði Litava ikki
so øgiliga nógv eftir málið,
tí fyrst og fremst ráddi um at
fáa stigini til høldar. Og
hvør sum ein stríddust allir
mans á føroyska liðnum
fyrimyndarliga.
Men tað var støðugt við
kensluni av, at neyðuga
yvirskotið til at skapa enn
eina
heila
ella
hálva
sensatión ikki var til staðar
í sama mun, sum tað var á
Tórsvølli mikudagin.
Í mun til tann dystin, so
var útgangsstøðið heldur
varnari hesaferð. Talan var
um
reina
451,
har
Christian Lamhauge Holst
var sera einsamallur á topp
inum og samstundis sera
væl ansaður av eini litav
iskari verju, sum helst hevði
sæð gandakynstur hansara
á Tórsvølli leygardagin.
Styrkin hjá Holst er tó
fyrst og fremst at leita djúpt
í vøllinum, og tí trívist hann
best sum næsti áleyparin.
Hugskotið mikukvøldið var
púra greit, at kantarnir og
ein av sentralu miðvallar
unum skuldu vera skjótir at
bjóða seg til, og í einstøkum
førum
eydnaðist
hetta
eisini. Ikki minst riggaði
samanspælið
væl
upp
ígjøgnum
vinstru,
har
Símun Samuelsen var aftur,
og einar tríggjar ferðir rest
aði bara neyvleikin í sein
astu sendingini, áðrenn tað
gjørdist heilt vandamikið.
Stóðu væl
Í føroyska endanum var
nógv trýst, men tað var nú
ikki so ofta, at støðan gjørd
ist so øgiliga vandamikil.
Fyrstu bjargingina mátti
Jákup fremja, tá Fróði
stútaði
litaviskt
innlegg
móti egnum máli, og ta einu
ferðina mátti Jákup vippa
góðan stútara uppum.
Í aðrar mátar varð litav
iska hóttanin aloftast av
markað til langskot og deyð
bóltsstøður, men til hetta
seinna hevði føroyska liðið
lisið sera væl uppá, og hóast
talan mangan gjørdist um
klumpspæl mitt fyri málið,
so var føroyska konsentra
tiónin og skipanin í verju
partinum somikið góð, at
talan sjáldan gjørdist um
tær heilt stóru royndirnar.
Og í flestu førum endaði alt
við, at skjúttin varð somikið
trýstur, at Jákup Mikkelsen
fekk sær heilt góða venjing
við longu málspørkunum
niðan á vøllin.
Yvirskotið restaði
Eftir steðgin varð talan
eisini fyri tað nógva um
somu
myndina.
Nakrar
ferðir mátti Jákup vísa síni
kynstir, og ta einu ferðina
mundi fríspark sníkt seg
innum, men aldursforsetin
var sum køtturin á strikuni.
Litavisku áskoðarunum
dámdu einki, at teirra lið alt
meira fall aftur á vøllin, har
bólturin støðugt varð koyrd
ur runt, uttan at tað heilt
stóra hendi, og soleiðis var
eitt føroyskt trýst eftir
útjavningini væntandi sein
Litava-Føroyar 1-0 (1-0):
Orkaðu ikki at svara aftur
Litava-Føroyar 1-0 (1-0)
1-0: Tomas Danilevicius, 20.
Litava: Zydrunas KarceMarskas – Marius Stankeviciu,
Andrius Skerch, Ignar Dedura, Vidas Alunderis – Linas
Pilibaitis (Marius Zaliukas, 90), Audrici Kjanavicius
(Mindaugas Kalonas, 59.), Deivids Semberas – Andrives
Velicka (Robertas Poskus, 69.), Tomas Danilevicius, Jaklius
Mikolunai
Gult kort: Linas Pilibaitis, 43.
Á beinkinum uttan at koma inn: Paulius Grybanskas,
Mantas Savenas, Edgaras Jankauskas, Kestutu Ivajkevicius
Føroyar: Jákup Mikkelsen, Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Jón Rói
Jacobsen, Johan Troest Davidsen – Christian Høgni
Jacobsen, Atli Danielsen, Bogi Løkin (Arnbjørn T. Hansen,
85.), Fróði Benjaminsen (Rógiv Jacobsen, 87.), Símun
Samuelsen (Ingi Højsted, 81.) – Christian Lamhauge Holst
Á beinkinum uttan at koma inn: Andrew av Fløtum, Leif
Niclasen, Gunnar Nielsen, Jann Ingi Petersen
Gult kort: Símun Samuelsen, 77.
FAKTA um dystin
Nærkast IM-norminum
Heini Olsen, úr Klaksvík, tók eitt týðandi fet á leiðini, at tilogna sær
IMheitið, tá hann í 5. umfari í Klaksvík International vann á Olafi
Berg. Kravið hjá Heina er at fáa 5 stig í krútsterku kappingini. Eftir
sigurin fyrrapartin í gjár eru 20,5 stig komin til høldar. Sigurin á
Olafi –við svarta fólkinum var sera sannførandi. Hinvegin varð
Martin Poulsen av álvara settur uppá pláss av litavska stórmeistara
num GM Sarunas Sulskis, tá hann við svarta fólkinum royndi
alternativar leiðir í sisilionsku spæliskipanini.
Úrslitini í 5. umfari:
GM R. Åkesson – GM G. Jones 0,50,5
IM E. Lund – GM M. Grabarczyk 0,50,5
Olaf Berg – FM Heini Olsen 01
GM S. Sulskis – Martin Poulsen 10
FM D. Semcesen – T. Sammulvuo 0,50,5
24