Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 199 - 16. oktober 2008 ] Tapti móti stórmeistara Stórmeistarin GM Sarunas Sulskis og Heini Olsen telvdu eitt heilt óvanliga spennandi talv í 6. umfarinum í Klaksvík International. Tíverri dróg Heini styttra stráðið í ógvusligu tíðarneyðini. Vit vóru vitni til eitt einastandandi spennandi talv, har litavski stórmeistarin, tíðliga í talvinum vann finnu á miðjum borði, men har Heini sýntist lata finnuna fara, fyri síðani at fáa hana aftur seinni. Og tað eydnaðist. Litavin og Heini høvdu uml. 2 minuttir í part at telva 5 leikir til tess at náa leik 40, sum gevur ein hálvan tíma í part eyka til restina av talvinum. Heini valdi at fara eftir sigrinum, í kongaálop, men Litavin var leikin fremri og kundi Heini ikki verja fyri mótálopinum hjá Sulskis. Men samstundis prógvaði Heini, avgjørt, enn einaferð, at førleikin og evnini at telva ímóti teim allar sterkastu er til staðar. Martin Poulsen tapti við hvíta fólkinum ímóti Daniel Semcesen úr Svøríki. Eisini Olaf Berg snávaði í talvinum ímóti polska stórmeistaranum GM Miroslaw Grabarczyk. Úrslitini frá 6. umfari: GM G. Jones – IM T. Sammalvuo ½-½ Martin Poulsen – FM D. Semcesen 0-1 FM Heini Olsen – GM S. Sulskis 0-1 GM M. Grabarczyk – Olaf Berg 1-0 GM R. Åkesson – IM Esben Lund ½-½ 25 astu løtuna av dystinum. Men her var sjónligt, at dysturin leygardagin hevði kostað heilt nógv í orku. Seinastu løtuna vórðu tríggjar skiftingar framdar á føroyska liðnum, men hóast hetta eydnaðist ongan tíð at etablera nakað veruligt trýst. Tá bólturin varð flutt- ur niðan, eydnaðist sjáldan hjá okkara at vinna næstu- bóltarnar, og tí høvdu vert- irnir sera lætt við at spæla seg úr trýstinum. Einstakar ferðirnar eisini við kontra- álopum sum úrsliti, og ta einu ferðina slapp litaviskur áleypari púrasta leysur avstað, men Jákup kom væl út, og so gjørdist lobbið ov langt, tá skotið varð. Ógvuliga sigandi kom vandamesta føroyska roynd- in eftir deyðbóltsstøðu frá miðjum vølli, og hevði Jón Rói Jacobsen fingið veruligt skot á, kundi máltalvan kanska sæð øðrvísi út, men tað gjørdist enn eina ferð til nær við og næstan hjá før- oyska liðnum, sum tó ikki var so heilt nær við, sum máltalvan segði, kortini. Fínt landsliðsár Hóast hesi heiðurligu tapini ikki kunnu nýtast til tað heilt stóra, so stðafesti dyst- urin enn einaferð, at før- oyska fótbóltslandsliðið hevur tikið risa-fet frameftir seinstu tvey árini. Við einum stigi og 1-5 í málmuni eftir fyrstu fýra dystirnar hevur liðið prógv- að, at tað nú kann gerast væl styttir millum sensa- tiónirnar, og fyri tað nógva er hetta grundað á spælarar, sum væl kunnu halda á í drúgt áramál. Av spælarunum á vølli- num mikukvøldið eru tað soleiðis bert Jákup Mikkel- sen og Egil á Bø, sum kanska ikki eru eins aktivir, tá vit skriva 2009 í álma- nakkan. Og av hinum spæl- arunum er tað bara Fróði Benjaminsen, sum er farin um tey 30 árini. Í verjupartinum hevur liðið funnið sína skipan, og tað er hugalig staðfesting, at Jónas Tór Nær hevur loyst spurningin á høgra bakki, meðan Johan Troest Davidsen við støðugum og góðum avrikum hevur víst, at hann kann spæla øll pláss í bakketuni. Í so máta er tað helst ein venjari við góðari sam- vitsku, sum letur liðið frá sær. Hvør eftirkomarin verður, er enn púrasta ógjørligt at gita um, men setningurin verður tá at halda fast um góða konseptið, sum nú er bygt upp í verjupartinum, fyri síðani at byggja spakuliga upp á álopspartin á liðnum. Ein álopspartur, sum kanska er tengdur dekan ov nógv at dygdunum hjá Christiani Lamhauge Holst, men við avmarkaða tilfeinginum, sum ein og hvør føroyskur landsliðsvenjari altíð vil hava, so mugu vit eisini liva við, at toppurin hjá okkum ikki er somikið breiður, at skaðar og frávera ikki merkjast. Eisini hóast hetta merkist minni, nú U21- landsliðið støðugt tykist spýta spælarar upp í A- hópin, tá hetta er neyðugt.