Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 199 - 16. oktober 2008 ] Føroyska verjan og serliga miðverjan var undir hørðum trýsti, men fyri tað heilt nógva vórðu litavar avmarkaðir til skotroyndir útifrá. Hóast orkan var minni, so góvu allir menn tað, sum teir høvdu, tá føroying­ arnir endaðu eitt tað besta landsliðsárið í fleiri ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1 Jákup Mikkelsen, KÍ Í landsdystinum, sum kanska var hansara seinasti hevði Jákup eins og vanligt sínar lyklastøður í dystinum. Rakk ikki bóltinum, sum Danilevicius sendi í kassan, men hevði í øðrum førum frálíkar bjargingar, sum hildu føroyingunum inni í dystinum. Varð ofta nýttur sum millumstøð í spælinum við beinunum, og sum vant gekk hetta uttan nakrar sum helst trupulleikar. 2 Jónas Tór Næs, NSÍ Var serliga í fyrra hálvleiki undir stórum trýsti, tá litavar støðugt trýstu spælið upp gjøgnum teirra vinstru síðu. Hevði sera driblisterka Mikoluinai sum beinleiðis mótspælarar, og tóiktist eis­ ini hava sínar trupulleikar av hesum. Eftir steðgin gekk tó munandi betur, og tá komu ikki tey heilt nógvu litavisku álopini tann vegin. 3 Johan Troest Davdisen, NSÍ Stóð støðugt sterkur í føroysku myndini, men kom onkra ferðina í undir­ tal, tá litavar spældu skjótt uppeftir. Átta eisini sín byrjandi fót í nøkrum av føroysku atsóknunum, og tóktist støðugt vera ein av teimum, sum stóð sterkastur í myndini á degnum. 4 Atli Danielsen, Frem Á miðvøllinum, har harða arbeiðið skuldi gerast, tóktist møðin eftir dystin leygardagin sjónligt. Atli Danielsen stóð tí ikki eins sterkur í myndini hesaferð, sum hann annars gjørdi leygardagin, men hann rúgvaði framvegis sera væl upp á vøllinum. Ofta varð neyðloysnin tó vald, tá trupult varð at finna við­ spælarar, sum vóru í spæl­ bærari støðu, og eina ferð kostaði bólttap í verjustøðu stóran møguleika, sum tó varð skotin beint í krovið á Jákupi. Hevði hinvegin eisini dirvi at royna nakað frameftir, og hevði í seinna hálvleiki eitt sera gott raid, sum sendi Christian Høgna Jacobsen í góða støðu. 5 Jón Rói Jacobsen, Frem Hevði úr at gera í føroysku miðverjuni, sum støðugt var undir trýsti. Men tað var sera sjáldan, at Jón Rói gjørdist minni maðurin í nógvum nærdystum. Megn­ aði eisini fleiri ferðir at bróta álop, uttan at tað varð neyðugt við knallhørðum tacklingum, og kom sær enntá fram til skotroynd ta einu ferðina, tá føroyingar satsaðu við at flyta nógv fólk niðan í deyðbóltsstøður. Sum heild ein av bestu føroysku spælaruunum. 7 Fróði Benjaminsen, HB 50 dysta jubilanturin hevði sínar trupulleikar fyrstu løtuna, og var eisini tann, sum seldi seg, tá litavar skoraðu einsamalla málið. Spældi seg tó støðugt upp, og var ein av fáu spælarun­ um, sum alla tíðina helt høvdið kalt undir stóra trýst­ inum á vøllinum. Var partur av hópin av nærdystunum, og sum vant kom hann sigrandi úr flestu teirra. 10 Christian Høgni Jacobsen, AB Bæði vilidi og tordi at bjóða av, men tað var ikki altíð, at hetta hepnaðist eins væl, sum tað gjørdi móti Eystur­ ríki leygardagin. Stóra arbeiðsorkan bar við sær, at hann eisini varð fluttur inn á sentrala miðvøllin, har hann rúgvaði væl upp, men undir stóra trýstinum kom framrættaða føroyska spæli sjáldan til sín rætt. Símun Samuelsen, Keflavík Var aftur á liðnum eftir sjúku, og vísti í fleiri førum sera lovandi taktir. Var stórt sæð við í tí, sum føroyska liðið skapti fyri steðgin, men í tveimum ella trimum førum gjørdist seinasta send­ ingin ikki nóg neyv. Vísti eisini optimismu til at taka renningarnar, og tvær ferðir var hetta eisini um at geva úrslit. Svínska stemplingin á lærið, sum noyddi hann av vøllinum, var helst eitt úttrykk fyri litaviska irri­ tatión um støðuga arbeiðs­ avrikið hjá vágbinginum. 14 Christian Lamhauge Holst, Silkeborg Var hesa ferð einsamallur á toppinum, og í hesum leik­ lutinum treivst áleyparin langt ífrá eins væl, sum hann gjørdi tað leygardagin. Dygdirnar komu fyrst og fremst til kennar fyri steðgin, har hann var við til at skapa vandastøður við at leita djúpt í vøllin til bólt­ móttøku, men møguleikar­ nir til hetta fækkaðust, sum dysturin leið. Tóktist heldur ikki hava sama yvirskotið, sum hann hevði leygardagin, og móti dystarenda var orkan við at ganga púrasta undan. 15 Egil á Bø, EB/Streymur Stóð saman við Jón Róa sera sterkur í miðverjuni, har litavar sjáldan fingu nakrar bóltar ígjøgnum. Hevði ta einu ferðina fyri steðgin eina heilt kiksaða sending, sum tó ikki gjørdist heilt vandamikil, men var í aðrar mátar sera tryggur, og var talan um ivamál, varð bólturin aloftast varpaður langt av vandaleið. 17 Bogi Løkin, NSÍ Fekk fyri fyrstu ferð møguleikan frá byrjan, og hóast truplu umstøðurnar kom málskjúttin frá leygar­ degnum heilt væl frá hesum. Hevði nakrar góðar renning­ ar fyri steðgin, og tá hann eftir steðgin varð fluttur á kantin, megnaði hann eisini í einstøkum førum at fremja góðar renningar niðan eftir vøllinum. 6 Rógvi Jacobsen, KÍ Fekk seinastu minuttirnar á vøllinum, men hetta var ov lítið til veruliga at meta um avrikið. 8 Ingi Højsted, B36 Slapp aftur í landsliðshitan í hesum seinasta dystinum á árinum, men metingin av hesum má bíða til 2009, tá hann vónandi verður fastur partur av hópinum. 13 Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur Fekk seinastu minuttir á vøllinum, men hetta var ov lítið til veruliga at meta um avrikið. Stinnir í verjupartinum 10 albanar skaptu sensatión Portugal var risa­favorittur, tá teir í gjár tóku ímóti Albania. Og tá Admer Tali longu fyri steðgin fekk reytt kort, skuldi alt ligið beint til høgrabeinið hjá Ronaldo, Nani, Deco og hinum stjørn­ unum á portugisiska liðnum. Men tað vísti seg enn einaferð, at liðið hevur trupulleikar við at skjóta avgerandi málini, sum eru neyðug í fótbólti. Støðan er um at gerast hættislig hjá Portugal, sum leygardagin spældi málleysan javnleik í Svøríki, og sum í farna mánaði tapti 3­2 móti Danmark á heimavølli. Domenech heldur fram Hóast tað áhaldandi hevur verið ført fram, at franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, skuldi fáa sekkin, so vóru boðini í gjár, at venj­ arin heldur fram í sessinum. – Vit hava ikki fingið best hugsandi byrj­ anina í undankappingini, men telja vit venjingardystir við, sær heildar­ myndin nógv betur út. Vit hava framvegis álit á Domenech, og hansara setningurin er framvegis at leiða Frakland til HM­endaspælið í Suður­ afrika, sigur franski fótbóltsforsetin, Jean­Pierre Escalettes. 26