Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 200 - 17. oktober 2008 tíðindi Sólfríð Fjallsbak, ið er forkvinna í Demokratia, er sjálv eitt gott dømi um at tað er gjørligt at gera seg galdandi í politikki uttan at hála stóru seðlarnar úr pengamappuni Javnstøða Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Síðan løgtingsvalið í 1998 eru valstríðini vorðin alt meira handilskend, og nið­ urstøðan á kjakfundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldi, sum Demokratia skipaði fyri, var at tað ber til at keypa sær ein býráðssess. Løgtingsvalið 2008 fer í søguna sum tað mest handilskenda valið í før­ oysku søguni. Einki mark tóktist verða fyri hvussu nógvar plakatir og lýsingar fólk valdu at gera fyri at profilera seg sjálvi. Men samstundis er for­ kvinnan í Demokratia, Sólfríð Fjallsbak, eitt gott dømi um at tað ber til at gera seg galdandi í politikki, uttan at tað gerst neyðugt at hála stóru pengaseðlarnar fram. Sólfríð Fjallsbak varð uppstillað fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 19. januar í ár, og fekk hon til tað valið 147 persónligar atkvøður. Tað áhugaverda við henni var, at hon bert nýtti knapp­ ar 5000 krónur til at føra valstríð fyri, og at hon valdi at gera tað mesta á bíligasta hátt yvirhøvir gjørligt. ­ Eg valdi at keypa ein bannara á Vágaportalin, skriva eitt lesarabræv, sum varð borið í hvørt hús í Før­ oyum, og annars at senda hondskrivaði brøv út til tey, sum eg kendi. Afturat tí so ber tað jú eisini til at brúka millum annað Myspace og Facebook til at fáa boð­ skapin út millum fólk, segði Sólfríð Fjallsbak. Hetta var heitið á kjakfundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldi, sum Demokratia skipaði fyri. Svarið er einkult. Ja mann kann, men tað er ikki neyðugt at gjalda dýrar dómar fyri at verða valdur í bý- ella bygdaráð Javnstøða Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Síðan løgtingsvalið í 1998 er fíggjarligi parturin av einum valstríði vorðin alsamt størri. Sigast kann at valstríð í dag eru vorðin handilskend, eins og vit kenna tað úr USA. Støddin er ikki tann sama, men rákið gongur tann vegin. Beinta í Jákupsstovu vísti í áhugaverdari framløgu av eini kanning, hon hevði gjørt undan kommunu­ valinum í 2004, á júst hetta rákið. Í kanningini spurdi hon millum annað »Um tygum verða biðin um at standa á lista til kommunuvalið 2004, hvar er svarið?«. Fýra valmøguleikar vóru til spurningin, »Ja, eg havi hug at stilla upp«, »Ja, kanska«, »Nei, eg haldi ikki« og »Nei, eg havi ongan hug«. Ein respondentur svaraði »Nei, eg haldi ikki« og kom við teirri grundgeving, at »Hetta kemst av, at hetta at stilla upp er vorðið so ovurhonds dýrt. Hetta er einasta grund!«. Í somu framløgu vísti hon eisini á útreiðslur hjá teimum, ið vóru uppstillaði til kommunuvalið 2004. har vísti rákið seg verða, at tess fleiri bý­ ella bygdaráðs­ sessir eru í kommununi, tess fleiri vóru útreiðslurnar. Í miðal nýttu tey upp­ stillaðu, har býráðið taldi 11 ella 13 limir, 3.909 krónur í part, og har vóru útreiðslurnar alt frá null og heilt upp til 60.000 krónur. Skeiklar fólkaræðið At valstríðini eru blivin somikið handilskend ávirk­ ar í stóran mun hvørji verða uppstillaði. Beinta í Jákupsstovu hevði í kann­ ingini millum uppstillaði og vald í 2004 eisini spurt um ársinntøkuna hjá húsarhaldinum. Hesi tølini hevði hon so samanborðið við kanning­ arúrslit frá medborgara­ kanning hjá Hallberu West, og tølini vísa á júst hvussu skeivt býtið av uppstillaðum og valdum er. Sum heild millum fólk høvdu 29 prosent av húsar­ haldunum í Føroyum eina ársinntøku á minni enn 250.000 krónur, og 12 prosent av húsarhaldunum lógu omanfyri 600.000 krónur. Bert 12 prosent av upp­ stillaðu vóru úr húsarhaldi við láginntøku, og bert níggju prosent av teimum vórðu vald. Samstundis vóru heili 21 prosent av uppstillaðu úr húsarhaldi við háinntøku, og heili 24 prosent av teimum valdu vórðu úr tí bólkinum. Orsøkin til hetta skeiva býtið liggur eftir øllum at døma í at valstríðini eru blivin handilskend, og at tað eru júst fólk við peningi, ið hava ráð at profilera seg, meðan hini antin ikki hava ráð, ella halda seg aftur frá at stilla upp. Úrslitið er eitt skeivt fólkaræðisligt býti, har ein tíggjundapartur av fólkinum gerast ein fjóðringur av valdu umboðunum, meðan ein knappur triðingur av fólkinum bert verða umboð­ aði við einum tíggjundaparti í bý­ og bygdaráðunum. Umframt at tað eru fólk við góðum inntøkum, so eru eisini nøkur, sum kunnu hella seg til sponsorpengar, og tað heldur Beinta í Jákupsstovu sera lítið um. ­ Pengagávur til valstríð kunnu verða gávur, har gevarin vil hava nakað afturfyri, og hetta eru gróðrarlíkindi fyri korrup­ tión og mafiamentan, segði Beinta í Jákupsstovu undir framløguni. Niðurstøðan fær tí ikki verðið øðrvísi enn ein staðfesting av, at tað ber til at keypa sær ein býráðs­ sess. Kann mann keypa sær ein býráðssess? Pengagávur til valstríð kunnu verða gávur, har gevarin vil hava nakað afturfyri, og hetta eru gróðrarlíkindi fyri korruptión og mafiamentan, segði Beinta í Jákupsstovu undir framløguni Ber eisini til uttan pengar Sólfríð Fjallsbak er eitt gott dømi um at tað ber til at gera seg galdandi í politikki, uttan at tað gerst neyðugt at hála stóru pengaseðlarnar fram 1200 krónur móti krabbameini 4men.fo hevur nú verði opin í góðar tveir mánaðir, og hava longu umleið 6.000 vitjandi verði í handlinum. Hetta svarar til umleið 100 vitjandi um dagin. Tað sum 100 prosent hevur verði best selda vøra eru vælumtóktu hítirnar. Útyvir tað eru inntil víðari seld 50 grøn stuðulsarmbond frá Føroya Felag Móti Krabbameini. Samalaði stuðulin til Føroya Felag Móti Krabbameini er inntil víðari fyri 1. mánaðin 1200 krónur. Hetta er íroknað 5 krónur fyri hvørja bíleggingin 4men.fo hevur móttikið, meðan stuðulsavtalan hevur verði virkin.