Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 • 17. oktober 2008 Vikuskifti 4 Samrøðan við 34 ára gamla hvalvíkingin er gjørd í Keypmannahavn. Tað er hósdagur og Egil á Bø er júst afturkomin úr Litava, har hann hevur spælt sín fimta landsdyst fyri Føroyar. Fyrsta dystin fekk hann 20. august í ár, tá hann spældi venjingardyst ímóti portugisisku heimsstjørnunum. Ein stór løta hjá Egili. Hóskvøldið 17. juli í ár var ein onnur stór løta í fótbóltslívinum hjá Egili. Tá dystaðist hann á Tórsvølli saman við liðfeløgunum í EB/Streymi ímóti Premier League felagnum Manchester City. 14 dagar seinni var hann á Oakwell Ground í Barnsley til returdystin liðanna millum. Eisini 14. juni var ein minniligur dagur. Tá endurvann Egil á Bø steypafinaluna saman við liðfeløgum sínum. Men hevði lagnan viljað tað eitt sindur øðrvísi, hevði Egil á Bø ikki luttikið í nøkrum av hesum. – Tá kappingarárið var av í fjør, so umhugsaði eg støðu mína. Eg ivaðist eitt sindur og tað var uppi at venda, um eg skuldi gevast. Men hugurin var ov stórur til at seta gaggurnar á hillina, so eg valdi at taka eitt ár aftrat. Tað havi eg ikki angra síðani, greiðir Egil á Bø smílandi frá. – Tí hetta hevur verið eitt øgiliga stuttligt ár. At endurvinna steypafinaluna var ótrúliga stuttligt og eisini at spæla ímóti Manchester City var stórt. Harumframt liggja vit rættiliga væl fyri í deildini í løtuni, vísir Egil á Bø á, og leggur so aftrat: – At eg so eisini varð úttikin til landsliðið gjørdi tað ikki verri. Helt tað var skjult kamera Egil á landsliðið. Tað eru tað fleiri fóbóltskønir, ið við jøvnum millumbili hava sagt. Men tað nærmasta Egil á Bø er komin at landsliðshitanum var í 1994, tá Allan Simonsen tók við sum landsliðsvenjari. Hann fekk hjálparvenjara sín at manna tvey úrvalslið, og út frá hesum báðum liðum gjørdi hann sínar metingar um, hvørjir leikarar skuldu vera grundarlagði undir nýggja føroyska landsliðnum. Millum teirra, sum dystaðust í úttøkudystinum í Sarpugerði, var tá 20 ára gamli Egil. Síðani tá hevði hann sum so ikki hoyrt frá nøkrum landsliðsvenjara, fyrr enn hann í heyst – 34 ára gamal – fekk boð um at koma við til Portugal. – Landsliðstíðin hjá mær var farin. Tað var eg ikki í iva um. So tá Jógvan Martin hálaði meg til síðis eftir ein dyst við Margáir í summar, og segði við Egil um EB/Streym? – Tá tú sigur EB/Streymur, so hugsi eg fyrst og fremst, at tað var eitt ógvuliga gott hugskot, og í felagnum hevur Sundalagið, Eiði og øki har á leið fingið ein góðan og sunnan samleika. ... hví ikki Zachariassen? – Navnið á Bæ kemur frá abba mínum, Hans Paula Joensen, ið var best kendur sum Hans Pauli í Bø. Hann búi á Bø í Vík og søkti um at fáa navnið, men fekk tað ikki. Tað fekk eg, tá eg søkti fyri nøkrum árum síðani, og nú havi eg eisini ein son, sum eitur Hans Pauli í Bø. Lønin kom við Tá kappingarárið 2007 var av, umhugsaði tá 33 ára gamli lið­ formaðurin hjá EB/Streymi at gevast við fótbóltinum. Nú kappingarárið 2008 er um at vera runnið, hevur Egil á Bø vunnið enn eina steypafinalu, spælt ímóti Manchester City og fingið debut á landsliðnum sum 34 ára gamal. – Hetta er hendingaríkasta árið í mínum fótbóltslívið, sigur Egil, sum sunnudagin kann gerast Føroyameistari við EB/Streymi Samrøða Rólant Waag Dam blaðmaður rolant@sosialurin.fo