fríggjadagur 17. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 200 - 17. oktober 2008
Fyri føroysk lesandi
í Íslandi er studn
ingurin heimanifrá
hækkaður munandi
í virði seinastu
tíðina. Hetta er ein
fyrimunur beint nú,
men við teimum
príshækkingum, sum
longu hava verið og
helst koma at taka dik
á seg komandi tíðina,
verður talan um eina
stokkuta gleði
Reykjavík: Íslendska fíggj
arkreppan merkist eisini hjá
teimum føroysku lesandi í
Reykjavík. Longu nú eru
prísirnir á vørum hækkaður
og kemur at hækka uppaftur
meiri komandi tíðina.
Sosialurin hitti í gjár
tríggjar ungar føroyingar,
sum lesa stjórnmálafrøði.
– Allar vanligar vørur eru
hækkaðar, og leigan er
eisini hækkað. Hinvegin
eru vit heppin, tí føroysk
lesandi í Íslandi fáa danskan
SUstudning, og teir peng
arnir eru hækkaðir í virði,
nú íslendska krónan er so
nógv fallin. So á tann hátt
stendur ikki so illa til hjá
okkum, sigur Sóley Hera
dóttir Hammer úr Klaks
vík.
Hon vísir á, at hetta helst
verður ein stokkut gleði, tí
við príshækkingum og út
litinum til, at krónan aftur
kemur at hækka, ja, so verð
ur tað helst trupult kortini
at fáa tað fíggjarliga at
hanga saman.
Hjá Maritu Guttesen úr
Havn, sum lesur í Keyp
mannahavn, men í løtuni er
í praktikk á Sendistovu Før
oya í Reykjavík, hevur
kreppan fíggjarliga fyribils
verið til hennara fyrimuns.
– Tá eg rindaði innskot
fyri leigumálið, var mán
aðarliga
leigan
4.000
danskar krónur, og nú er
hon undir helvtina, so beint
nú er gott at hava útlendsk
gjaldskort. Men um alt
gerst dýrari, so er spurn
ingurin, hvussu leingi hetta
verður ein fyrimunur, sigur
Marita Guttesen.
Sølvi
Ragnarsson
úr
Klaksvík hevur havt eina
serliga uppliving við teim
um ótryggu kursviðurskift
inum, sum valda í løtuni
við íslendska gjaldoyra
num.
– Eg keypti eina teldu
fyri
122.000
íslendskar
krónur, og tá handilsmaðurin
koyrir
kortið
ígjøgnum,
vísir hetta 6.000 danskar
krónur. Hetta fekk eg ikki
til at passa, tí heimaifrá
hevði eg fingið tað til at
verða 3.000 danskar krónur.
Eg bað hann strika gjald
ingina,
og
gera
hana
umaftur í íslendskum krón
um, og tá stemmaði, so eg
fekk telduna fyri 3.000
danskar krónur. Um eg ikki
hevði havt tjekkað prísin
áðrenn, so var eg komin til
at gjalda tað tvífalda, sigur
Sølvi Ragnarsson.
Nógvir fyrispurningar
Á føroysku sendistovuni í
Reykjavík hava tey úr at
gera við at svara spurning
um, ið snúgva seg um ta
ótryggu fíggjarstøðuna í
Íslandi.
– Vit hava fingið sera
nógvar spurningar frá føroy
ingum, um teir kunnu brúka
danskt visakort heryviri,
ella hvat gjaldoyra, man
skal taka við og so víðari,
sigur Marita Guttesen.
Sóley Heradóttir Hammer
greiðir frá, at hon hevði
sum uppgávu at gera eina
lítlan búskaparfrágreiðing
um Ísland. Í verandi støðu
er hendan uppgávan nú
høvuðsuppgáva hjá øllum
fýra á sendistovuni at savna
inn tilfar og vitan um.
Tey trý føroysku lesandi
lata annars væl at lestrarum
hvørvinum í Reykjavík.
– Her eru eini 10.000
lesandi á lærda háskúlanum,
og umstøðurnar eru í topp.
Nýggir bygningar, nýggjar
teldur og gott samskifti.
Eisini hendir tað nógv mill
um tey lesandi, har studenta
feløg og onnur skipa fyri
tiltøkum, so man keðir seg
ongantíð, sigur Sølvi Ragn
arsson.
Spurd um, hvussu tey
uppliva íslendingar fyri
halda seg til kreppuna, sig
ur Sóley Heradóttir Hamm
er:
– Vit hava tosað nógv um
hatta á skúlanum, og eg má
siga, at tey eru rættiliga
sjálvkritisk viðvíkjandi tí,
sum hent er og royna at
finna útav, hví land teirra er
komið í hesa støðuna. Tað
eru sjálvandi fleiri mein
ingar um hetta. Nógvir ís
lendingar samanbera teirra
kreppu við hana, sum rakti
Føroyar í nítiárunum og
royna at læra av henni.
Hetta, at so nógvir føroying
ar fluttu av landinum, og
hvussu man kann forða, at
tað sama hendir fyri Ísland,
sigur
Sóley
Heradóttir
Hammer.
At umdømið hjá íslend
ingum er versnað uttan
lands, fingur tvær ungar
íslendskar kvinnur at sanna,
tá tær nú ein dagin fóru inn
í ein taskuhandil í Keyp
mannahavn. Marita Gutte
sen greiðir soleiðs frá søg
uni, sum hon júst hevur
lisið í Morgunblaðnum.
– Handislmaðurin var
sera áhugaður at selja teim
um taskur, men so gjørdist
hann varur við, at tær
tosaðu íslendskt sínamillum,
bað hann tær fara út úr
handlinum. Hetta er nokk
eitt eindømi, men bara at
tað hendir, sigur nógv í sær
sjálvum,
heldur
Marita
Guttesen.
SASH! vitjar í Føroyum
Kendi týski teknobólkurin SASH! frá nítiárunum fer
seinni í mánaðinum at spæla síni hittløg í Rex. ”Encore
une Fois”, ”Ecuador” og ”Stay” er kendastu løgini hjá
SASH! Tey hoyra 90árunum til og vórðu regluliga spæld
í eitt nú Club 20, sum dansistaðið Eclipse æt tá. Hóast
tann tíðin er farin, kunnu føroyingar seinni í mánaðinum
droyma seg aftur til gamlar teknodagar. Sash, ið eigur
løgini, sum hittaðu stórt á evropeisku dansigólvunum
seinast í farnu øld, vitjar dansistaðið Rex fríggjakvøldið
24. oktober.
Studningur
hækkaður
í virði
Trý føroysk lesandi í Reykjavík. Frá vinstru Marita
Guttesen úr Havn, og Sølvi Ragnarsson og Sóley
Heradóttir Hammer úr Klaksvík