fríggjadagur 17. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2008
Vikuskifti
9
føroyskari matmentan. Men teir
vóru samstundis ikki til at vika,
soleiðis at skilja, at alt skuldi
vera, sum tað altíð hevði verið.
Til dømis slapp eg ongantíð at
smakka ein feskan bita, hóast
eg plágaði lívið av teimum. Tí
langabbin hevði altíð hongt alt
upp, og soleiðis skuldi tað vera,
greiðir Mortan í Hamrabyrgi frá.
Tað er eisini hiðani sermerkta
eftirnavnið stavar.
Ein mannfólkaverð
við gramsi
Sum áður nevnt, spretti áhugin
fyri føroyskum mati eisini á
sjónum. Hetta var eftir, at
Mortan í Hamrabyrgi hevði
avbrotið læknalesnaðin á flat
londum. Heitið á greinarøðini
Grams stavar eisini beinleiðis
frá upplivingunum teir fýra
mánaðirnar í fiskiskapi við
Barentshavið. Verðin umborð á
Ennibergi var nakað heilt annað,
enn hann var vanur við. Millum
annað hugtakið “grams”, sum
ímyndar fongin, sjómaðurin
tekur við sær í land til familju og
vinfólk.
– Hetta var ein mannfólkaverð
fyri seg. Har vóru nógvir suður
oyingar, og teir lærdu meg bæði
eitt og annað um hesar serligu
matsiðirnar, sum eg ikki kendi
frammanundan, sigur Mortan í
Hamrabyrgi. Sjómenninir løgdu
nógv fyri, til tess at fáa sum best
burturúr og har varð hjúklað óført
um ræstan fisk, turran fisk, fugl
og rikling.
– Hetta var ein hørð tíð, bæði
sálarliga og kropsliga – men
samstundis ómetaliga spennandi
og lærurík, sigur Mortan í Hamra
byrgi.
Úr stað í stað
Hóast Mortan í Hamrabyrgi er
búsitandi í Danmark, hevur hann
ongantíð vent heimlandinum baki,
og hann er heima hvønn mánað.
Eitt áramál skrivaði hann fyri
kappingarneytan, Dimmalætting;
bæði uttanlandstíðindi, og síðstu
árini eisini um mat og vín. Men,
vegna sparingar á blaðnum vendi
hann sær herfyri til Miðlahúsið,
sum bjóðaði honum at vera væl
komnan higar við tilfarinum. Og
akkurát hetta við at fara úr einum
stað í annað hevur altíð eyðkent
Mortan í Hamrabyrgi, sum av tí
sama hevur roynt eina rúgvu, ið
vit onnur bara droyma um.
– Prísurin fyri at vilja royna
eina rúgvu er, at eg framvegis
eri lesandi sum 38 ára gamal,
og at framvegis havi somikið
av jørðforbindilsi, havi eg fyrst
og fremst damuni fyri at takka.
Hon, sum var tað fagrasta eg
nakrantíð sá fyri sjey árum
síðani í Føroyahúsinum, endar
Mortan í Hamrabyrgi, áðrenn
hann vendir nøsini til Kirkjubøar,
har teir fletta seinnapartin í dag.
Ikki fyri at luttaka sjálvur, men
fyri at eygleiða, skriva niður,
práta og avmyndað. So helst
fara vit einaferð í nærmastu
framtíð eisini at lesa um fletting
í Kirkjubø.
10
spurningar
í svinginum
Hvør matur hevur ikki
uppiborið at vera til?
Pyntaður matur, ið roynir at
fjala yvir vánaliga góðsku.
Hvar fekst tú tína bestu
máltíð?
Á Noma í Keypmannahavn
og heima hjá einum vín
bónda í Georgia. Og so
sjálvandi fyrstafloks ræst
kjøt stokt í ovninum.
Hvussu eitur yndisvínið?
Havi ikki nakað yndisvín,
men yndisdrúvurnar eru
tann hvíta Riesling og
tann reyða Nebbiolo.
Hvat er mest flóvisliga
matstovuupplivingin?
Ein vinmaður avdúkaði
meg einaferð, meðan eg
stóð og bílegði ein Big
Mac inni á Mac Donalds í
Keypmannahavn. Maturin
smakkaði ræðuligt, men alt
skal jú roynast.
Hvør er besta rávøran?
Allar sum eru frískar/
feskar.
Hvat etur tú til morgunmat?
Havragrýn og frukt ger
andisdagar. Espressokaffi
og rundstykki við smør í
vikuskiftinum.
Hvat er besta góðgæti?
Myrk sjokoláta, gjarna
Valrhona ella Summerbird.
Hvørja matbók vendir tú
altíð aftur til?
Matur og Matgerð hjá
Óluvu Skaale og Marius
Johannesen.
Hvussu gjørt tú eina
perfekta sós?
Kóki kraft úr beinum.
Tríggir litrar av soði verða
kókaðir niður í ein
desilitur.
Hvat bjóðar tú til ein
romantiskan døgurða?
Tað skal vera skjótt, einfalt
og á hægsta støði. Eitt nú
heimagjørt pasta, jomfrú
olivinolja, parmesanostur
og hvít trøfla. Og so ein
vanlig oldschool Chianti
afturvið.
Kavarin
Mortan
Í Grøn
landi