fríggjadagur 17. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 200 - 17. oktober 2008
Worst Case Scenario
kann fyri íslendingar
merkja, at teir
verða verri fyri, enn
týskarar vóru eftir
fyrra heimsbardaga,
við uppbygging
av landinum og
krígsendurgjaldi
omaná
Reykjavík: Íslendsku bank
arnir, sum hava latið deildir
upp úti í Europa, hava bund
ið seg til eina innlánaratrygd,
tær sonevndu Icesaverokn
ingarnar, sum tryggja hvørj
um innlánara upp til 20.000
evrur, sum íslendski staturin
sambært sáttmála við ES
skal rinda.
Vit vita ikki enn, hvussu
stóra upphædd, vit tosa um
fyri allar bankarnar í øllum
londunum í Europa, sigur
Kjartan Ólafson, altingslim
ur fyri Sjálvstæðisflokkin.
Stjórnin vónar, at tann
eginkapitalurin, sum var í
ymsu bankunum runt um í
Europa, er nóg stórur, at
rinda hesa trygdina.
Men um ikki, so verður
tað lagt á herðarnar á skatt
gjaldarunum her í Íslandi.
Hvussu stór upphæddin er,
vita vit einki um enn, men
vit eru eitt sindur rædd fyri,
at talan kann gerast um eina
stóra upphædd, sigur Kjart
an Ólafson.
Hann sigur, at Worst Case
Scenario kann gerast, at
tjóðin gerst enn skuldar
bundnari enn Týskaland var
eftir fyrra verðaldarbardaga,
tá landið skuldi byggjast
upp aftur, samstundis sum
týskarar máttu rinda fyri
krígsskaða.
Men tað ber ikki til at
leggja slíkar skyldur á ís
lendska fólkið, tí avleiðingin
av hesum verður, at tað
unga fólkið flytir av land
inum og kemur ikki aftur,
sigur Kjartan Ólafson.
Gordon Brown
skurkurin
Men her er veruliga talan
um allar ringasta útfall av
kreppuni.
Men kemur tað so langt,
er tað enski forsætismála
ráðharrin, Gordon Brown,
sum hevur skuldina, við at
brúka eina antiterror lóg til
at innifrysta aktiv hjá ís
lendskum bankum í Ong
landi, sigur Kjartan Ólaf
son.
Hann heldur, at Gordon
Brown við ger sínari hevur
stemplað íslendingar sum
eina brotsmannatjóð.
Forsætismálaráðharri
okkara, Geir Haarde, hevur
eisini úttalað seg um, at
neyðugt verður at hyggja
nærri at, um tað yvirhøvur
er lógligt tað, sum Gordon
Brown hevur gjørt, sigur
Kjartan Ólafson.
Hann útilokar als ikki
møguleikan fyri, at Gordon
Brown verður drigin fyri
ein altjóða dómstól at
standa til svars fyri sínum
gerðum.
Eg dugi ikki at siga,
hvat næsta stigið verður í
hesum málinum, men tað
hevur verið ført fram í
Altinginum í dag, at vit eiga
at kanna hetta málið við
atliti til at fáa Gordon
Brown at standa til svars
fyri tí, hann hevur gjørt,
sigur ein harmur Kjartan
Ólafson.
Størstu íslendsku
dagbløðini, ókeypi
sblaðið, Frettablaðið,
og gjaldsblaðið,
Morgunblaðið, fara
frameftir at verða
rikin undir sama
hatti – um kappingar
ráðið góðkennir
samanleggingina
Reykjavík:
Tað
hevur
leingi verið ávegis, men nú
hevur kreppan gjørt tað
tvingandi
neyðugt
hjá
størstu
dagbløðunum
í
Íslandi, at leggja saman.
Bløðini hava í longri
tíð verið rikin við undir
skoti, og tí hevur tað leingi
ligið í luftini, at tey skuldu
leggja saman fyri at spara
upp á útreiðslurnar, sigur
Camilla Aradóttir, sum
starvast sum blaðkvinna á
Morgunblaðnum.
Tað verður tó framhald
andi talan um tvey ymisk,
sjálvstøðug dagbløð redak
tionelt, men ætlanin er at
útnytta felags funktiónir so
sum útbering og prenting.
Talan verður sostatt um
somu eigarar av báðum
bløðunum við teimum spar
ingum, sum ein felags um
siting eisini kann bjóða.
Tað hevur verið tosað
um hesa samanleggingina
í fleiri mánaðir, tí tað hevur
verið neyðugt at spara upp
á útreiðslurnar. Nú hevur
kreppan so gjørt, at tað er
tvingandi
neyðugt,
at
samanleggingin hendir her
og nú, sigur Camilla Ara
dóttir.
24stundir niðurløgd
Tað, at Frettablaðið nú er
lagt saman við Morgun
blaðnum, hevur ført við
sær, at ókeypisblaðið hjá
Morgunblaðnum,
sum
nevndist 24stundir – eitt
systurblað til danska blaðið
24timer – nú ikki er til
longur.
Tað blaðið er niðurlagt,
at tað hevur havt tær keði
ligu avleiðingar, at 22 fólk
eru søgd úr starvi í síðstu
viku, sigur Camilla Ara
dóttir.
Men
Frettablaðið
og
Morgunblaðið fara so at
halda fram sum sjálvstøðug
dagbløð, og nú verður bert
bíðað eftir, um kappingar
ráðið góðtekur samanlegg
ingina, serliga tí talan er
um eina samanlegging mill
um landsins størstu dag
bløð.
Camilla Aradóttir sigur,
at tilsamans arbeiða eini
90 fólk á Morgunblaðnum,
íroknað myndafólk og lay
out fólk. Hartil koma so
prentarar og onnur starvs
fólk á prentsmiðjuni, so
tilsaman metir hon, at eini
110 til 120 fólk starvast á
Morgunblaðnum.
at íslendingar sjálvir sleppa
sum frægast burtur úr støð
uni.
Vit reisa okkum aftur
Forsætismálaráðharrin,
Geir Haarde, hevur hildið
dagligar tíðindafundir alla
síðstu viku eftir at tað koma
fram, at Landsbankinn fór á
heysin – 6. oktober av øll
um døgum.
Men har er einki nýtt at
frætta. Eg haldi meiri tað er
hansara máti at vísa, at
hann er har, og at hann stil
lar upp til spurningar. Men
nógv nýtt er ikki at hoyra.
Vit hava faktisk tosað um,
at hann er betri á enskum
enn á íslendskum, og so er
spurningurin bara, um út
lendsku miðlafólkini duga
betur at seta spurningar enn
vit, sigur Camilla Aradótt
ir.
Ísland hevur nógv tey
seinastu árini havt stóran
áhuga kring um í heiminum.
Og tað hevur tað enn, men
nú kanska meiri við mót
sattum fyritekni.
Ja, tað er eitt sindur und
arligt. Tað plagdi at vera
ein kensla av misunnilsi,
men nú er tað meiri soleiðis:
har fingu tit tað. Tað er
sjálvandi ikki hugaligt at
fólk síggja okkum i einum
negativum ljósi nú, meðan
allir íslendingar síðsta ár
skuldu vera høvuðríkir. Tað
ávirkar ikki meg persónliga,
men jú, tað er undarligt at
lesa, sigur Camilla Ara
dóttir.
Hon er tó bjartskygd, tá
tað kemur til framtíðina.
Eg vænti ikki, at tað
fara at ganga nógv ár, til
íslendingar reisa seg aftur.
Eg havi eisini búð uttan
lands, og íslendingar hava
nakað serligt í sær. Verða
vit blást um koll, so reisa
vit okkum bara aftur og
stríðast víðari, og soleiðis
rokni eg við, at tað fer at
ganga hesaferð eisini. Nú
veit eg ikki, hvussu nógvar
mánaðir ella ár vit tosa um,
men vit fara at reisa okkum
aftur, tað er vist, sigur
Camilla Aradóttir.
Bíða eftir kappingar
ráðnum
Verri fyri enn
týskarar í 1918
Íslendingar eru rættiliga
fortørnaðir inn á enska
forsætismálaráðharran,
Gordon Brown, og vilja hava
hann fyri ein altjóða dómstól
Godt fiskedøgn
Norska FiskeribladetFiskaren veit at siga, at sildafiskiskapurin
hjá norskum skipum hevur verið rímiliga góður seinastu
dagarnar. Prísirnir á norðhavssild hava ligið úr 2,27 upp í 3,82
norskar krónur – alt eftir støddini á sildini. Tað vísir seg, at
størsta sildin fæst vestari á. Skipini, sum hava roynt vestanfyri
Lofoten, hava fingið ta størstu sildina. Eisini tey skip, sum hava
fiskað longu norðuri á leiðunum og nærri landi, hava eisini havt
hampiligan góðan fiskiskap. Eitt av norsku sildaskipunum,
Herøyhav, læt í morgun frætta, at teir høvdu 1.100 tons av sild
inni.
➘